Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-19, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. februar 2013síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mikudagur 20. februar 2013 · Nr. 21 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tøkni Vegleiðandi prísur: 4.500 kr. www.samsung.dk Fyri Ímóti Galaxy Camera er hampuliga stórt, og tær nýtist ein jakkalumma heldur enn lumman framman á einum cowboy-buksum. Omaná er ein vanligur tøkuknøttur og vippukontakt til zoomið, meðan bakið er ein risa touch-skíggi. Vantandi tummilgreb á bakinum ger, at tú ikki uttan víðari fært eitt gott tak á tólinum, og tað er heldur keðiligt, tá talan er um eitt lutfalsliga tungt myndatól, sum vegna stóra optikkin ikki hevur eina náttúrliga javnvág. Tað merkist veruliga, at Samsung ikki hevur spart upp á hardware. Ein quad-core geril av nýggjasta slag og nógva minnið gera, at GC100 er tríggjar ferðir skjótari enn Nikon S800c. Hartil hevur Samsung eina nútímans Android-útgávu, sum saman við háupploysta skíggjanum ger tað til ein stuttleika at nýta funkurnar og app’ir. Tað er veruliga stuttligt at gera annað enn bara taka og uploada myndir. Í mun til Nikon-útgávuna, so kennist GC100 sum eitt veruligt tól – ein snildfon við einum ordiligum myndatólki. Tað er lættari og skjótari at skifta millum ymsu støðurnar ella sagt øðrvísi: Tað kennist, sum tú bara skalt opna ella steingja app’irnar. Júst sum tað eigur at vera. Heldur ikki her fært tú tamarhald á øllum við ymsum app’um, sum kunnu takast niður, men tað ger ikki tað stóra, tá ein sera góð app frá Samsung fylgir við myndatólinum. Og tað er lættari – tó eisini dýrari – at vera vera online við 3G, tá einki Wi-Fi net er tøkt. Tað er ikki óvæntað, at megin hjá myndatólkinum er á leið sum á einum vanligum kompakt myndatóli fyri helvtar prís. Tú fært altso munandi betri myndir í vánaligum ljósi, og tað eydnast væl at halda óljóði á myndini niðri, uttan at myndin verður slørað. Hinvegin tykjast myndirnar nakað bleytar, og viðhvørt saknast hvøssu smáluirnir. Ógvusliga zoom-rúmdin kann vera hent, um tú heldur tólinum pinnastilt, men myndin kann skeiklast í summum førum. Hvítt- javnvágin innandura tykist eisini at ganga yvir móti gulum. Eitt miðal kompakt myndatól smeltað við eini nýmótans snildfone Samsung Galaxy Camera EK-GC100 Luksusvalið Niðurstøða Samsung megnar veruliga at sameina fyrimunirnar við einum kompakt myndatóli og funkurnar í eini snildfon til nakað, sum kennist sum eitt integrerað tól. Men tú mást framvegis gjalda fyri bæði, og tí verður talan um eina lutfalsliga dýra søga. Eitt bíligari alternativ – uttan Android – er Samsung WB850. Um tú nýtir dagarnir til at skjóta eftir øllum og næturnar til at leggja hetta á netið, so kann GC100 framvegis vera allar pengarnar vert. Tað er tó hampuliga stórt og tungt, og tær nýtist framvegis snildfonina, tá tú ikki fært ringt við myndatólinum. Myndagóðska ★★★★★★ Nýtsluvirði ★★★★★★ Brúkaravinarligt ★★★★★★ Góðskumeting ★★★★★★ Heildarmeting ★★★★★★ Nýtt Android Góður skíggi Dreymurin hjá gadget-fjepparum Dýrt Meðal myndagóðska Stórt og tungt Upploysn: 16 MP Myndasensor: 1/2,3" BSI CMOS Brennivídd: 23-483 mm 21x Blenda: f/2.8-5.9 Skíggi: 4,8" 1280 x 720 LCD Stýriskipan: Android 4.1.1 Geril: 1,4 GHz quad-core Minni: 8 GB + microSD Tráðleyst: Wi-Fi, Bluetooth 4.0, 3G Battarí: 340 myndir, 280 tímar standby Eins og Apple og Microsoft ætlar Google nú eisini at hava sína egnu røð av smásølum. Google vil fegið síggjast aðrastaðni enn á netinum, og samstundis vónar felagið, at tey kunnu geva enn fleiri brúkarum atgongd til Nexus- og Chrome-lutir. Tí arbeiðir alnetis-risin við ítøkiligum ætlanum um at opna eina røð av smásølum. Í fyrsta umfari verða hesar í stórum amerikonskum býum. Tað er 9to5google.com, sum ber tíðindini, og har verður sagt, at hetta fyrst og fremst er fyri at koma enn nærri endabrúkaranum við Nexus snildfonum og teldlum. Við egnum handlum kunnu Nexus-vørur og ikki heilt so kendu farteldurnar við Chrome OS stýriskipanini trýstast út á marknaðin, eins og servitan um vørurnar í størri mun kann savnast hjá serhandlunum. Seinnu árini hevur Google arbeitt við fleiri slóðbrótandi hugskotum, og hesi verða eisini at síggja í nýggju ketuni av smásølum. Eitt nú Project Glass, sum er ein roynd at sammeina app’ir og aðrar snildar funkur við brillur, og sjálvandi eisini teir føraraleysu bilarnir, sum nú eru mentir somikið nógv, at teir eru loyvdir í fleiri amerikonskum statum. Mongdirnar av tilfari, sum verður selt á alnetinum, eru mest sum ófatiligar. Apple boðar nú frá, at tað síðani byrjanina eru seldir fleiri enn 25 milliardir sangir úr teirra iTunes Store. Sangur nummar 25 mia var »Monkey Drums« (Goksel Vancin Remix) við Chase Buch, og var tað Phillip Lüpke úr Týsklandi, sum kepyti. Tá hann hevði gjøgnumført keypið, fekk hann samstundis eitt iTunes gávukort upp á €10.000. Samanlagt eru 26 mió sangir til sølu á iTunes, og atgongd til tænastuna fæst í 119 londum. Í meðal verða keyptir 15.000 sangir hvønn minutt! Google vil hava handlar Stór tøl hjá iTunes