Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-19, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. februar 2013síða 27

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Mikudagur 20. februar 2013 · Nr. 21 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 L æ r L i n g u r t i L F í g g j a r m á L a r á ð i ð Starvslýsing Vit vænta, at tú hevur miðnámsprógv, at tú dugir væl at skriva og rokna, og ert tú teldusnillingur, so er tað bara ein fyrimunur. Ert tú ágrýtin, hevur tú góð samstarvsevnir, dugir tú at arbeiða sjálv støðugt eins væl og í bólkum, ert tú tann, vit sóknast eftir. Vit bjóða tær eina góða útbúgving í einum spennandi, stundum rokaligum umhvørvi. Tú luttekur í fjølbroyttum uppgávum , og tú lærir at nýta allar hentleikar, sum hoyra einari nútímans skrivstovu til. Lærutíðin er 2 til 3 ár, alt eftir um tú hevur students- ella HH-prógv ella bert FHS prógv Skúlagongd er í tilsamans 13 vikur. Lønin er sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. Lærlingurin verður at seta skjótast gjørligt. Um ráðið Høvuðsuppgávan hjá Fíggjarmálaráðnum er at veita landsstýrismanninum ráðharratænastu á teimum málsøkjum, sum landsstýrismaðurin umsitur, m.a. at ráðgeva landsstýrismanninum á fíggjarpolitiska, búskaparpolitiska, skatta- og avgjaldspolitiska, peninga- og kredittmarknaðarpolitiska og lønarpolitiska økinum, soleiðis at landsstýrismaðurin kann taka vælgrundaðar avgerðir. Um Lønardeildina Lønardeildin hevur ábyrgd av landsins arbeiðs gevara- heimildum, ið viðvíkja lønum og setanartreytum. Lønardeildin hevur við lønir, sáttmálar og sáttmála- trætur at gera, eins og Lønardeildin kemur í nær um allar krókar í almennu fyrisitingini og hevur við allar samfelagsbólkar at gera. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Birnu Bærentsen ella Súsannu í Stórhúsi, tlf. 352020. Umsókn saman við prógvum, royndum og møguligum viðmælum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi tann 22. februar 2012 klokkan 12:00 Fíggjarmálaráðið, Kvíggjartún 1, Postsmoga 2039, 165 Argir, fmr@fmr.fo Fíggjarmálaráðið, ið umsitur fíggjar, búskapar og skattamál, veitir landsstýrinum ráð, tryggjar haldgott grundarlag og ger hugskot til veruleika. www.fmr.fo Fíggjarmálaráðið søkir eftir skrivstovulærlingi til ráðið og Lønardeildina í ráðnum FíggjarmáLaráðið M i n i s t r y o F F i n a n c e K v í g g j a r t ú n 1 P o s t b o K s 2 0 3 9 F o - 1 6 5 a r g i r t e l 3 5 2 0 2 0 F m r @ F m r . F o w w w . F m r . F o