týsdagur 19. februar 2013síða 28
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 20. februar 2013 · Nr. 21
28
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
lýsingartorg
Klaksvíkar Býráð hevur 11 býráðslimir og hevur m.a. hesar høvuðsuppgávur: virka sambært galdandi lóggávu – gerast betur
før fyri at veita borgarunum, stovnum, vinnulívi, mentanarlívi, myndugleikum og øðrum áhugabólkum eina góða tænastu –
samskipa umsitingina og raksturin hjá kommununi – verða betur før fyri at taka við nýggjum avbjóðingum í framtíðini – samskipa
íløgurnar – skapa betri karmar fyri øktum virksemi í økinum – og kommunan skal eisini menna samstarvið við allar áhugabólkar.
Í Klaksvíkar Kommunu eru 4.870 borgarar, íroknað Klaksvík og bygdirnar Svínoy, Árnafjørð, Ánirnar, Norðoyri, Mikladal og Trøllanes.
Starvsfólkatalið í kommunini er 200. Harumframt eru hesir stovnar o.o. knýtt at kommununi: skúlar, tónlistaskúli, kvøld- og ung-
dómsskúli, ungdómshús, bókasavn, svimjihøll, dagrøkt, barnagarðar, frítíðaransingar, læknamiðstøð, heilsusjúkrasystur, tannlæknar,
kunningarstova, ruskpláss, sløkkilið, eldrasambýlir, dagtilhald, eldraíbúðir, virkishús fyri eldri og serflutningsbussur. Kommunan hevur
eisini kommunalt samstarv við aðrar kommunur og myndugleikar.
TEKNISKUR STJÓRI OG
VINNU- OG MENTANARSTJÓRI
Størvini
Sum kunnugt hevur Klaksvíkar Kommuna sett kommunu-
stjóra, og sum ein framhaldandi liður í nútímansgerðini av
umsitingini eru nú tvey áhugaverd, spennandi og fjølbroytt
størv sum tekniskur stjóri og vinnu- og mentanarstjóri leys
at søkja. Stjórarnir verða partur av leiðslutoyminum og
koma at vísa beinleiðis til kommunustjóran.
Stjórarnir hava ábyrgdina av dagligu leiðsluni og menningini
á hvør sínum øki og verða í stóran mun við til at skapa
starvið umframt at menna umsitingina saman við leiðslu-
toyminum og starvsfólkunum.
Høvuðsuppgávurnar hjá stjórunum verða m.a. at:
• menna og betra tænastustøðið til avvarðandi áhuga-
bólkar
• ráðgeva og vegleiða í spurningum innan avvarðandi øki
• byggja upp eitt vælvirkandi og samskipandi leiðslutoymi
saman við kommunustjóranum
• byggja upp eina vælvirkandi umsiting innan avvarðandi
øki, sum bygnaðarliga verður skipað í samskipandi
toymir við tvørfakligum samstarvi
• fremja skilagott samstarv og samskifti við avvarðandi
áhugabólkar
• ganga á odda, soleiðis at umsitingin frameftir verður
í fremstu røð á avvarðandi ábyrgdarøkjum
Førleikakrøv til stjórarnar
Ynskt verður, at umsøkjarar hava:
• viðkomandi útbúgving frá lærdum háskúla ella aðra
viðkomandi útbúgving saman við royndum
• leiðsluroyndir frá tí almenna og/ella privata arbeiðs-
marknaðinum - er tó ikki ein treyt, men kann vera ein
fyrimunur
Umráðandi er, at teir umsøkjarar, ið verða settir, hava:
• leiðsluevni, sum skapa trivnað og menna starvsfólkini
• førleikar og royndir innan toymisleiðslu og toymis-
stamstarv
• royndir og tev innan fíggjarstýring
• góðar fyrisitingarligar- og málsligar førleikar
• gott strategiskt skil og eru slóðbrótarar í verkseting av
strategiskum arbeiði
• nýhugsandi tankagongd, eru virkisfúsir og duga at
seta greið mál og skapa úrslit
• góð evni at raðfesta, samskipa og avhanda uppgávur
• evni og vilja at taka avgerðir og standa við tiknar
avgerðir
• góð evni at lýsa sjónarmið fyri øðrum
• góð evni og vilja at menna samstarvið og samskiftið
við avvarðandi áhugabólkar
• eru tænastusinnaðir, diplomatiskir, sterkir og álítandi
Teir umsøkjarar, ið verða settir, skulu hava gott innlit í og
vitan um tær treytir, sum eru galdandi í einari kommunalari
umsiting. Tað er sera týdningarmikið, at umsøkjarar hava
vilja og hegni at ganga nýggjar leiðir.
Setanar- og lønartreytir
Størvini verða lønt í 36. lønarflokki hjá Tænastumannafelag
Landsins tó uttan at vera tænastumannastørv. Lønin er í
løtuni 40.796,19 kr um mánaðin, og harumframt verða 15%
goldin í eftirlønargjaldi. Talan er um áramálssett starv - 5 ár.
Umsókn
Umsókn við prógvum, lívsgongdarlýsing og øðrum við-
komandi skjølum skal sendast til:
Klaksvíkar Kommunu
Nólsoyar Pálsgøta 32
Postsmoga 2
710 Klaksvík
ella til t-post: klaksvik@klaksvik.fo
Umsóknirnar verða viðgjørdar í trúnaði, og umsóknin
skal verða Klaksvíkar Kommunu í hendi í seinasta lagi
mánadagin 11. mars 2013 kl. 12.00. Størvini verða sett frá
1. apríl 2013 ella eftir nærri avtalu.
Ynskja tygum fleiri upplýsingar, kunnu tygum ringja til Tummas
Eliasen, kommunustjóra, á tlf.: 410000. Víst verður eisini til
heimasíðuna hjá Klaksvíkar Kommunu: www.klaksvik.fo.
Klaksvíkar Kommuna sóknast eftir tveimum dugnaligum, ágrýtnum og framskygdum
stjórum at standa á odda fyri tekniska økinum og vinnu- og mentanarøkinum
www.klaksvik.fo
Akfør
OPEL ASTRA SPORT TIL SØLU
OPEL ASTRA SPORT 2HURÐAR
2.0, Í GÓÐUM STANDI TIL SØLU
25000KR. BILBARNASTÓLUR,
BILANNLEG, KATALISATOR.
MÁLA,PUSSA,STOYPA,GRAVA,SMÍÐA
V.M FLITIGÓÐS
224910
Arbeiði
Húsasmíð
Eg átaki mær ymiskt innan húsasmíð
og -umvælingar.Ring og vit kunnu tosa
nærri. Terji húsasmiður
585585
Barnaútgerð
Tvíburda vognur
Svartur emaljunga tvíburda
kombineradur barna og koyristólur vid
tveimun koyriposun til sølu
510052
Býli í Føroyum
Íbúð á Argjum
til leigu frá 1. marts. Køkur, gongd, bað,
stova, tvey kømur, 55m², 5000,- v/hita
Tel 515253
Hús í Miðvági
Tormansgøta 1, klár at flyta inn í 1.
mars. Leiga tey fyri 4.000 kr/mð ella
keyp tey fyri uml. 5.000 kr/mð (+ ljós
og hita). Tosa við bankan.
Tlf 533100
Íbúð ynskist í Havn.
Vit eru eitt par við einum smábarnið,
vit hvørki roykja ella drekka. Íbúðin má
helst hava 2 kømur og má ikki kosta
meir enn 5500 kr við øllum.
599397
Hús til leigu í miðbýnum
Nýístandgjørd hús í miðbýnum til leigu.
Miðhædd: Inngongd, køkur, stovu
og trappuuppgongd. Onnur hædd:
hjúnarkamar, 2 barnakømur, toilet/bað
og gangur
220660
Stór, ljós og góð íbúð
í vesturbýnum í Havn til leigu. 2 stovur,
3 kømur, altan, vaskikjallari, hjallur.
Við blindveg nær miðbýnum og góðum
útsýni.
21 79 42
Kamar til leigu á Argjum
Stórt kamar til leigu, við egnari
inngongd og baðiverilsi áhugaði kunnu
ringja
262315
KAMAR TIL LEIGU
Kamar til leigu í Eysturbyin, Essálag
260196
Hús / íbúð ynskist til leigu í Tórshavn
Par ynskir hús til leigu í Tórshavn, helst
nýtt og tætt við miðbýin. Vit hugsa um
8000-10000 um mánan. Helst skjótast
gjørligt
239614
Hugnalig íbúð mitt í Havn
Køkur, stova, 1 kamar, baðirúm
og gangur. Íbúðin er 44 fermetrar
og atgongd er til vaskimaskinu og
turkitrumlu. 4500 kr. + el (ca. 230 kr.)
289669
Stór íbúð mitt í Havn
140m², 4 kømur + vaskirúm, køkur
stova í einum
212345
Fundir
Aðalfundur hjá Hjartafelagnum
Aðalfundur verður í MBF húsinum
týsdagin 19 mars kl.19:00. Skrá
sambært lógum felagsins.Rudi
Kollslíð,hjartalækni hevur fyrilestur um
Hjartasvíkjan.
313422-213422
AÐALFUNDUR
Frá Eldraf.Nón Saltangará. Árligi
aðalfundurin verður í hølum felagsins,
týsdagin 5 mars, kl 19,30 Skrá
sambært lóg felagsins. Heilsan nevndin
Innbúgv
TANN Penga-/brandskáp
mát í cm: h:67 b:59 d:53 Bíliga til sølu
vegna flyting.
215307
Sjavs
Sjavs
Rimmar sjavskapping verður í
Róðrarnestinum á Argjum sunnudagin
24. februar kl 15. Nógvir góðir vinningar
m.a flogferðaseðlar frá Atlantic Airways
og ferðaseðlar til sjavstúrin við Norrønu,
ræstkjøt og nógv annað gott. 100 kr at
luttaka. Eisini lutaseðlar. Øll vælkomin
Fyrireikatnir
Út- & Sjónvarp
LEIGA FLATSKERM
SO HEVUR TÚ ALTÍÐ EITT TÓL SUM
VIRKAR.ÓKEYPIS TÆNASTA OG
ÚTKOYRING.EINKI DEPOSITUM.
RADIOVERKSTAÐIÐ TLF 251160
Ymiskt
AFTURKVARV
Føroyingar ið vóru í Frederikshåb/
Holsteinsborg í Grønlandi 1969 - 1974.
Stuttligt at møtst aftur til hugnakvøld
í summar. Um áhugi boði frá sum
skjótast á e-mail:dania-ludvig@hotmail.
com ella á
tlf 373626/259076
Maskinbindi treff
Um áhugi er, verður maskinbindi treff
í Kvívík vikuskifti 8. og 9. mars. Byrja
verður kl 19 fríggjakvøldi og kl 10
leygamorguni. Kostnaður 100 kr. At
hava við lampu, okkurt pálegg ella kaku
og tað góða lagi. Tekning við at ringja
og skriva hvat tit hava við.
Tlf 227701
Páskareggjatombola
PÁSKAREGGJATOMBOLA við uml 500
páskareggum, verður í Glæmuni í Kvívík
sunnudagin 3 mars kl 16. Kaffi og køkur
til sølu. KFUM skótarnir í Kvívík