Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-19, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. februar 2013síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 20. februar 2013 · Nr. 21 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Pætur Albinus 29 ára gamli Símun Joensen er føddur og uppvaksin í Klaks­vík. Hann hevur tvey yngri systkin. Karsten er 24 og Ragnhild er 20. Hvørgin teirra spælir fótbólt, men beiggin spælir flogbólt við Mjølnir. Fótbóltur liggur ei­ heldur nær at familjuni, og orsøkin til, at Símun fór at spæla fótbólt, var, at vin­ menn hansara gjørdu tað. Vin­menn so sum Hjalgrím Elttør, Atli Danielsen og Kristian á Lakjuni. – Vit hava trýst hvønn ann­ an í ein annan mun enn fam­ iljan hevur gjørt tað, tí eing­in í familjuni spældi. Djúpu­ mýra var mítt spæli­pláss. Klaks­víkin var ikki størri enn so, at vøllurin var mitt í býnum og har savnaðust vit. Tað var ikki sum vit kenna tað í dag við øllum hes­um smærri vallunum, sigur Símun og hyggur út ígjøgnum vindeygað í íbúð­ini í vesturbýnum í Havn, har út­ sýnið er heilt eina­stand­andi. Hann trívir í ein serstakan kikara, sum pápi hansara, ið hevur siglt víða kring heim­ in, hevur keypt honum í Santander, Spania. Hann kik­ar langt út á fjørðin, har hann fær Norðlýsið í eygsjón henda vakra morgunin. Verið víða um Tað, at kika langt, hevur Símun ofta gjørt áður. Hon­ um dámar væl at taka alt upp við rót, eins og hann gjørdi tá ið hann fór úr Klaksvík til Havnar. Eitt nú hevur hann verið einsumallur før­oy­ingur á pílagrímsferð úr Suður­ frak­landi til Vestur­spania. Tá gekk hann 774km í 32 dagar. Sum tannáringur búði hann eis­ini í Amerika hjá einari AFS-familju. Har búði hann hin 11. septembur 2001, tá ið sorgar­leikurin kastaði eitt svart skýggj um allan heimin við yvir­gangsatsóknunum á World Trade Center í New York. Sjálvur búði hann langt burturi frá hendingini, nevn­ iliga í statinum Wiscounsin, men hetta var eitt hart slag fyri alt Amerika og hend­ ingina gloymir hann ongan­ tíð. – Eg var í skúla um 9-tíð­ ina um morgunin. Tað var frí­korter, og eg hoyrdi tveir dreing­ir tosa um, at eitt flogfar hevði rakt eitt háhús í New York. Eg spurdi ikki meiri um tað, og eg hugsaði at talan var um eitt lítið flogfar og at einki stórvegis var hent, greið­ir Símun frá, áðrenn søg­an av álvara byrjar. – So komu vit í tíma aft­ ur. Eg kom gangandi inn í flokk­in, og sjónvarpið var tendr­að. Tað valdaði tøgn og øll fataðu, at okkurt ræðuligt var hent. Lærarin greiddi síð­ ani frá, at eitt flogfar hevði rent á. Samstundis sum hann stendur har og tosar, síggja vit beinleiðis í sjónvarpinum, at eitt flogfar rakar afturat, sigur Símun, sum síðani varð nærm­ast búraður inni í skúl­ anum undir stranga eftir­lit­ inum í Amerika. – Øll skuldu verða verandi í skúlanum. Alt var so kon­ trollerað og strangt. Vit vóru har í seks tímar aftaná alt var hent, og høvdu tá fingið at vitað, at eitt flogfar eisini var dottið niður við Pentagon, for­telur Símun. Vegna stóra tíðarmunin á Amerika og Føroyum var klokkan farin at nærkast mid­nátt í Føroyum, áðrenn hann slapp til húsa at ringja heima til Føroya at fortelja fam­iljuni, at hann hevði tað gott. Hann kom sjálvur at merkja nógv øktu trygdina á flog­vallunum stutt eftir. – Mánaðin eftir skuldi eg flúgva til Slovenia, har eg skuldi á uppgávu við U19-landsliðnum. Tá sá eg reaktiónina hjá myndig­leik­ unum. Eg kom einsamallur á flogvøllin, hevði tasku á rygg­ inum og var útlendingur. Eg bleiv steðgaður heilar tríggj­ ar ferðir fyri at verða kann­ að­ur, greiðir Símun frá og vís­ir eisini á, at tá ið hann seinni hetta sama árið skuldi til Florida at halda jól, skuldu øll úr skónum á flogvøllinum. Hetta kom eftir at ein maður stutt framm­an­undan hevði havt speingi­evni krógvað í skón­um. Spælstýrari á miðvøllinum Símun Joensen hevur spælt við KÍ øll síni ungdómsár og bróðurpartin av hansara vaksnu lívsleið. Í dag kenna vit hann sum ein fastur fúsur á vinstra bakki, men hetta er nýliga íkomið hjá honum. Hann hevur nevniliga spælt á mið­vøllinum sum yngri. Vit biðja hann lýsa seg sjálvan sum fótbóltsleikara fyrr. – Eg var liðskipari á U18- lands­liðnum, spældi mitt á miðj­uni og var ein arbeiðs­ hest­ur. Eg rann nógv og strídd­ist øgiligt. Eg fekk nógv gul kort, gjørdi harðar takk­ lingar og hevði eina skrúvu leysa, um eg sjálvur skal siga tað. Eg hevði gott yvirblikk og havi lagt upp til nógv mál, sigur Símun og vísir á stikn­ ingar, sum honum dámdi væl at senda avstað til tann kvika Hjalgrím Elttør. Hann var ein spælstýrari á miðjuni og var sum yngri væl vaksin í mun til hinar. Hann stóð einki aftanfyri hin­ar á tekniska økinum. – Men tað geri eg kanska nú, flennur Símun. – Luftstyrkin og renni­ orkan er mín styrki nú, sigur hann. ítróttur símun joensen Yvirgangurin bankaði á dyrnar Hann er uppvaksin í Klaksvík við Djúpumýru sum sítt spælipláss. Hann er broyttur nógv sum fótbóltsleikari og hevur eisini upplivað nógv uttanfyri fótbóltsvøllin, helst meiri enn teir flestu fótbóltsleikararnir. Hann hevur verið sjómaður, verið á pílagrímsferð í stóra Evropa og var búsitandi í Amerika undir yvirgangsálopunum 11. septembur 2001. Honum dámar væl at skræða alt upp við rót og metir seg sjálvan duga væl at tillaga seg nýggjar umstøður. – Helst er tað tí eg eri fallin so væl til. Í grundini eri eg ovfarin av hvussu væl eg trívist her, sigur klaksvíkingurin Símun Joensen, sum nú hevur egna familju og bústað í høvuðsstaðnum Símun Joensen Føddur: 12. juli 1983 Bústaður: Tórshavn Starv: Læraralesandi Feløg: 2000-09: KÍ 2010- B36 Landsdystir: U17 (12) U19 (5)