týsdagur 19. februar 2013síða 31
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Mikudagur 20. februar 2013 · Nr. 21
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Sanniliga hevur
hann renniorku.
Tað hevur
hann prógvað
aðrastaðni
enn á fótbólts
vøllinum.
Hann er nevn
iliga gamal
FM-vinnari á
bæði 5km- og
10km-tein
unum.
Til Havnar og B36
Kappingarárið
2008
var
ikki nakað minniligt ár hjá
Símuni. Hann varð raktur
av einum drúgvum skaða og
valdi at fara til skips. Hann
sigldi fýra túrar við Skála
bergi frá á sumri 2008 og eitt
ár fram. Komin í land aftur
var hann sloppin av við skað
an, men tá tók hann eina av
gerð, sum broytti nógv. Hann
søkti inn á Føroya Lærara
skúla í Havn, og hann slapp
inn. Fyrsta árið búði hann í
Klaksvík og ferðaðist nógv
við bili aftur og fram, men
hetta gjørdist honum stríggið
og hann hevði hugsanir um
at búseta seg í Havn. Tá kom
B36 inn í myndina.
Hann hitti eitt umboð fyri
B36 og spurdi seg fyri, men
hann vildi ikki krevja nakað
serligt afturfyri. Alt, hann
hugsaði um, var, at tað vegna
lesnaðin var lættari at búgva
í Havn. Síðani gekk tað
skjótt, og Símun skrivaði
undir sáttmála við
B36 stutt aftaná.
Hann
fekk
sítt debut fyri
B36 hin 27.
mars
2010,
tá ið hann
varð inn
skiftur tíð
liga í seinna
hálvleiki
í
1-0-sigrinum
á HB í steypa
ka p pi n g i n i .
Tað
skuldi
ganga heili átta
dystir
áðrenn
Símun fekk sítt
fyrsta tap í B36-
troyggjuni.
Happaður
av KÍ-arum
Longu næsta árið
Símun spældi við
B36, gjørdist hann
føroyameistari við
metnógvum
stig
um og er tað hans
ara størsta ítróttar
liga
uppliving.
Tá
dámdi honum væl at
minna sínar vinmenn í heim
býnum á, hvør júst var blivin
meistari. Tað mátti hann
gjalda fyri í fjør, tá ið KÍ var
frammanfyri B36.
– Eg tordi ikki norður ta
tíðina, tá ið teir høvdu 30
stig. Eg fekk nógv sms tað
kvøldið, teir løgdu seg á odda
í Effodeildini. Men tað dámar
mær væl, eg gjørdi tað jú eis
ini sjálvur í fjør, skemtar
Símun.
Í Klaksvík ganga tey helst
upp í fótbóltin meiri enn
tey flestu, og stundum fáa
leikarar prik, tá ið teir fara
úr felagnum. Símun kennir
seg tó bara væl viðfarnan av
bygdafólki sínum.
– Tá ið eg hevði skrivað
undir við B36, var tað eingin
øvund mótvegis mær úr
Klaksvík. Kenslurnar kóka
ofta tá ið tað kemur til fótbólt
í Klaksvík, men eg slapp und
an. Øll skiltu tað, nú eg las í
Havn, sigur Símun.
Stórtrívist í Havnini
Símun hevur nú búsett seg í
Havnini saman við unnust
uni, Elsu Wraae. Hon eigur
fimm ára gomlu Sophiliu, og
sum familja stórtrívast tey
í høvuðsstaðnum. Sophiliu
dámar væl at vera við Símuni
í Klaksvík á vitjan hjá for
eldrum hansara.
Tað er í grundini líka við,
at hann kallar seg havna
mann, men tá er hann skjótur
at rætta seg sjálvur.
– Nei, klaksvíkingur í
Havn. Tað eri eg í øllum før
um. Í byrjanini var eg nógv
í Klaksvík, men nú eri eg
sjáldan har norðuri eftir
mínum mátistokki. Tað man
vera tí eg trívist væl í Havn.
Tað kanst tú skriva, heilt
ótrúliga væl! Í grundini eri
eg ovfarin av hvussu væl eg
trívist og eg eri ordiliga fallin
til, sigur Símun og fegnast
um, at hann hevur nógv vin
fólk í Havn. Eitt nú hevur
hann kent Heina í Skorini í
nógv ár og eru damurnar hjá
teimum báðum eisini góðar
vinkonur.
– Tað eru eisini nógvir
klaksvíkingar, sum búgva í
Havn. Eg hitti tey á læraskúl
anum, í B36 og frá øðrum við.
Í løtuni arbeiði eg í einum frí
tíðarskúla og eg hitti dagliga
nógv fólk. Tá ið tú spælir við
B36, so er tað altíð eitt evni at
tosa um, sigur Símun.
Fastur vinstri bakkur
Sum nevnt, so er Símun
Joensen ikki gamal í garði
á vinstra bakki, men heldur
ein
frávaksin
miðvallari.
Hann hevði ikki spælt fótbólt
regluliga í úti við eitt ár, tá
ið hann á fyrsta sinni fekk
møguleikan í B36.
Tú kemur til Havnar at
arbeiða teg inn á besta liðið
í einum stórum felagi. Tú var
nærmast ein tilvildarligur
klaksvíkingur, hevði hvørki
meistaraheiti ella eitt stórt
navn at peika á. Hvørjar
styrkir heldur tú sjálvur tú
komst við, soleiðis at tú nú
brádliga er fastur maður á
meistaraliðnum?
– Kanska tí at eg ikki
síggi meg sjálvan sum ein til
vildarligan klaksvíking, svar
ar hann næstan illsliga – tó
flennandi.
– Eg vildi gjarna royna
kreftir í Havn. Eg møtti bara
upp, fekk eitt pláss í skifti
rúminum, klæðir at venja í
og so royndi meg bara. Teir
manglaðu ein á vinstra bakki
og eg vildi gjarna royna tað
og venja meg við tað. Tað
var eitt nýtt pláss fyri meg,
hóast eg hevði roynt meg eitt
sindur har áðrenn. Tað gekk
ikki so væl fyrsta árið. Eg
fekk tvær fipurspreingingar,
men eg kom fyri meg aftur.
Og kappingarárið 2011 var, ja.
Símun hevur ikki orð at seta
á tað.
Seinasta
kappingarár
gekk ikki eins væl hjá Símuni
og B36, sum endaðu á einum
6. plássi í Effodeildini.
Tað er greitt, at Símun
Joensen aftur í ár spælir við
B36.
albinus@sosialurin.fo
ítróttur
Í grundini eri eg ovfarin av hvussu væl
eg trívist í Havn, eg eri ordiliga fallin til
Mynd: Álvur Haraldsen