mikudagur 14. apríl 2004síða 8
‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 70 - 14. apríl 2004
15
14
Nr. 70 - 14. apríl 2004
Fríggjadagin, 16.
apríl, letur Hilmar J.
Højgaard í Saltnesi
listaframsýning upp í
Smiðjuni í Lítluvík.
Framsýningin verður
opin fram tll 21. apríl.
Sosialurin hevur
verið inni á gólvinum
hjá Hilmari og tosað
við hann um hansara
bakgrund og arbeiði
sum listamaður
SAMRØÐA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Hetta verður fyrstu ferð,
Hilmar sýnir fram síni lista-
verk í Smiðjuni Lítluvík,
men kortini er hann ikki
ókendur á Skálafjørðinum
og í Eysturoynni. Hann
hevur verið við á flestu ella
øllum páskaframsýningun-
um hjá Lions C Eysturoy í
Runavík, og hann var eisini
við á Lions-framsýningini
á ólavsøku í fjør. Umframt
hesar luttøkur, hevði Hilm-
ar sýnt fram í Piddasa-
handli í Runavík og í høl-
unum hjá arbeiðarafelagn-
um, Hæddini, í Saltangará.
Við sær á framsýningini í
Smiðjuni hevur Hilmar eini
25 listaverk, sum øll eru
málaði við acryl-máling.
Á sambýli
Sosialurin hitti 45 ára
gamla listamannin seinna-
partin leygardagin í Salt-
nesi, har hann hevur bygt
eitt snotuligt atelier ella
eina verkstovu niðan úr
húsunum. Atelierið er stív-
liga 30 fermetrar vítt, og
høgt er uppí ovasta enda.
Veggirnir eru ljósir, og
ljósskipanin inni er lagað til
endamálið.
Dagliga
arbeiði
hjá
Hilmari er at vera um
tríggjar menn við autismu,
sum búgva á sambýlinum á
Líknagøtu í Saltangará.
Ein liður í hesum arbeiði
er at ganga túrar við bú-
fólkunum, og tað er ikki
minst á hesum ferðum eftir
vegnum og úti í náttúruni,
at Hilmar fær íblástur til
listarligu avrik síni.
Hilmar hevur verið sjó-
maður. Hann sigldi hjá
Vaktar- og Bjargingartæn-
astuni í 13 ár, men gavst at
sigla í ár 2000, tá ið hann
fór at arbeiða við fólki við
autismu. Síðan hann gavst
at sigla, hevur hann gjørt
Sum listamanni sigur summarið mær næstan einki
meira við listina, og serliga
seinastu árini hava verið
gróðrarrík í so máta.
Altíð teknað
– Mær hevur altíð dámað
væl at teknað, og sum smá-
drongur sat eg nógv inni og
teknaði. Sum 13 ára gamal
tók tekningin næstan yvir-
hond. Eg kundi sita og
tekna út á næturnar, soleið-
is at eg illa orkaði uppaftur
í skúla.
Tá ið Hilmar var 17 ára
gamalur í 1975, hevði hann
teknað eina stóra tekning
av Gjógv á eitt pappír.
– Pápi mín, Kjartan Høj-
gaard, helt, at eg skuldi seta
litir á hesa tekning. Tá var
ikki so lætt at fáa fatur á
litum, tí her á leiðini fekst
hvørki lørift ella máling til
slíkt.
Hilmar sigur, at henda
fyrsta tekningin, sum hann
setti litir á, er til enn.
– Litirnir, eg keypti, vóru
ætlaðir
til
máling
av
modell-flogførum.
Enn kann Hilmar undrast
yvir, at pappírið, hann setti
litir á, ikki rukkaðist.
– Men tað gjørdi tað ikki.
Hilmar ivast ikki í, at tað
hevði sín týdning fyri hann
sum listamann, at pápin á
sinni mælti honum til at
seta litir á tekningina av
Gjógv.
– Jú, eg vil siga, at hetta
var byrjanin. Eftir hetta
teknaði eg minni og minni
og fór í staðin at fáast við
motivir og litir. Eg byrjaði
soleiðis at mála við litum í
1975.
Pápi Hilmar, Kjartan,
doyði árið eftir av krabba-
meini, bert 54 ára gamalur.
Mamman, Hildigerð, livir
enn og hevur tað gott. Hon
býr framvegis í Rituvík og
fyllir 80 á ólavsøku.
Skeiðvirksemi
Sum so mangur annar, ið
seinni gjørdist kendur lista-
maður, hevur Hilmar í sín-
ari tíð eisini gingið á kvøld-
skúla hjá Jóannesi S. Han-
sen í máling og list.
– Nú í vetur var Jóannes
so saman við næmingum
sínum úr Fuglafirði og av
Strondum her úti í Saltnesi
og vitjaði meg í mínum
listarliga umhvørvi, sigur
listamaðurin.
Á sumri ár 2000 og 2003
var Hilmar á skeiði á lista-
háskúlanum í Holdbæk í
máling og list.
– Hetta er eitt ógvuliga
læruríkt skeið, sum varar í
14 dagar. Tað er eitt sindur
torført at sleppa á hesi
summarskeiðini, tí tey eru
so nógv eftirspurd. Eg havi
søkt um at sleppa niður
aftur í summar, men standi
á bíðilista.
Hilmar hevur eisini søkt
um at sleppa á skeiðið onn-
ur ár, men er ikki sloppin
framat.
– Á skeiðnum lærir tú
ymiskt, sum tú hevur brúk
fyri í arbeiðinum sum lista-
maður.
Spurdur, um hann á hes-
um skeiðum, hevur málað
donsk motivir og danska
náttúru, sigur Hilmar:
– Jú, eg havi roynt at mál-
að donsk motivir, men hes-
um fái eg lítið burtur úr og
tími tað heldur ikki. Á
skeiðunum havi eg í størri
mun hildið meg til okkara
egna umhvørvi. Í aðrar
mátar fáa vit eisini ymiskar
bundnar uppgávur á einum
slíkum skeiði.
Hilmar sigur, at tá ið tú
ert í Danmark og skal mála
donsk motivir, ásannar tú,
hvussu vakurt, okkara egna
land er.
Svarti báturin
Listamálarin
í
Saltnesi
málar náttúruna, bæði uppi
og niðri, eitt nú landsløg,
bygdaløg,
neyst,
bátar,
grindadráp og fólk.
– Í løtuni dámar mær
ógvuliga væl at mála opnar
bátar og menn, sum standa
á lendingini. Aftanfyri er
landslagið og havið. Svartir
bátar hugtaka meg. Teir
hava eina søgu at siga okk-
um, sum vit ofta ikki
kenna.
Hann sigur, at bygdirnar,
Nes, Æðuvík og Rytuvík,
hava givið honum stóran
íblástur til slíkar málningar.
Hilmar sigur, at honum
dámar ógvuliga væl at mála
bygdirnar, Gjógv og Eldu-
vík og landslagið norðan-
fyri við Kallinum.
– Hesar bygdir eru motiv
til nógvar málningar hjá
mær, sigur hann.
Hilmari dámar best at
mála naturalistiskt.
– Tað haldi eg meg duga
best. Eg havi roynt meg við
at málað abstrakt, men mær
dámar hetta einki serligt. At
mála abstrakt, sigur mær ov
lítið sum er, sigur hann.
Listamálarin í Saltnesi
málar bara við acryl. Hann
hevur áður málað við olju-
máling, men gavst við hes-
um fyri einum seks árum
síðan.
– Eg haldi, at acryl-
málingin vindur meira og
meira uppá seg millum
listafólk. Hon tornar skjót-
ari og er reinari at arbeiða
við, tí neyðugt er ikki at
brúka terpentin, sum neyv-
an er serliga gott fyri heils-
una.
Hilmar ásannar tó, at
oljumálingin kann hava sín-
ar fyrimunir við tað, at hon
tornar seinni, og tí ber til at
arbeiða longri við henni.
Heystið og várið
– Mær dámar best at mála
heystið og várið, tá ið ljósið
og litirnir eru so skiftandi
alla tíðina. Tað er so
fantastiskt at ganga úti í
náttúruni hesa tíðina av
árinum. Summarið sigur
mær næstan einki sum
listamanni, tí tá er ljóst alla
tíðina, og litirnir skifta ikki
í sama mun sum um heystið
og várið. Annars er summ-
arið ein deilig tíð, og tað
ber saktans til at mála
heyst- og vármyndir um
summarið
eisini,
sigur
Hilmar Højgaard at enda.
Hilmar J. Højgaard við
einum av sínum frálíku
málningum
Mynd: Vilmund Jacobsen
Her dámar Hilmari væl at standa við penslinum. Men ymiskt er, hvat kemur burtur úr. Summar dagar gongur væl. Aðrar dagar
kemur einki burtur úr, sigur hann.
Mynd: Vilmund Jacobsen
Umstøðurnar eru góðar í nýggju verkstovuni, hann hevur bygt sær uppí húsini. Høgt er til loft og vítt til veggja
Mynd: Vilmund Jacobsen
C
M
Y
K
14