Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-04-14, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. apríl 2004síða 9

‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í EB/Streymi halda tey seg hava ri›i› skelkin av sær, sum ta› var, tá i› ta› frættist, at fleiri at stu›ulsspælarunum í fjør fóru í onnur feløg Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Ta› var ein stórur skelkur, tá i› ta› frættist, at tveir av stu›uls- spælarunum í fjør vóru fluttir í B36, og ta› kendist sum um stø›an gjørdist uppaftur torfør- ari, tá i› ein annar av front- figurunum fór til Fuglafir›ar. Í EB/Streymi fóru tey eitt sindur ivandi og trilvandi undir fyri- reikingarnar til n‡ggja fótbólts- ári›. Men tey knarra ikki, og nú ta› stundar til landskappingina siga tey seg ikki síggja so svart upp á tingini. At saknurin ikki var› so stórur komst eisini av, at Sonni L. Petersen er komin úr NSÍ og Fró›i Clementsen og Carl H. Høgnesen úr B36. – Ta› hevur gingi› væl hjá okkum í venjingardystunum. Spæli› hevur veri› á gó›ari lei›, og úrslitini hava veri› gó›. At vit taptu tepurt í Gundadali ímóti HB í fyrstu royndini í kappingini um løgmanssteypi›, var heldur ikki so gali›. Vit tosa vi› Hans Paula Samuelsen, sum er 19 ára gamalur mi›vallari. Saman vi› honum eru tríggir javnaldrar á li›num, og onkur er uppaftur yngri. Higartil hava Marni Djur- huus, sum nú er sentralur verjukendur mi›vallari, me›an Hans Pauli er meiri framrætt- a›ur, og verjuspælarin Gert Hansen og mi›vallarin Bár›ur Olsen veri› ungir og mettir millum teir mest óroyndu. Í fjør vóru ta› eitt nú Egil á Bø, Ronnie Samuelsen og Magni á Lakjuni, sum stó›u frarmman- fyri teir. Nú eru hesir burtur, og so eru ungu menninir fluttir eitt stig longri fram á li›num. Í hvussu so er tá i› ta› hevur vi› ábyrgdina at gera. – Vit f‡ra hava spælt saman sí›ani vit vóru heilt smáir. Vit vunnu FM í smápiltadeildini vi› Streymi í 1993, og vit hava hild- i› saman alt sí›ani. Summir okkara hava veri› fleiri ár á besta li›num og onkur kom afturat í fjør. Tá i› tú ert n‡ggj- ur spælari, so hugsar tú ikki so nógv um ábyrgd. Men tá i› teir, sum vóru royndir spælarar, tá i› tú komst á li›i›, fella frá ella fara a›ra sta›ni, so er ta› ein nátúrlig gongd, at man kennir størri ábyrgd. Pacek, Sorin Anghel og Jákup Martin Joensen, sum er n‡ggjur li›forma›ur, eru roynd- astu menninir á li›num, og Hans Pauli Samuelsen heldur, at blandingin millum ungar og eldri og spælarar, sum eru komnir a›ra sta›ni frá og teir, sum eru uppvaksnir í Sundalag- num og á Ei›i, er gó›. – Piotr er venjari, og okkum dámar hann sera væl. Ta› ræ›ur um at fáa gó›an felags- skap á li›num og gott lag, og ta› hevur venjarin eyga fyri. Vit hava vant fimm fer›ir um vik- una, men nú dystir eru á skrán- ni hvørja viku, venja vit f‡ra fer›ir. Venjarin hevur altí› bólt- in vi› í venjingunum, so ta› hevur veri› hugaligt, sigur framrætta›i mi›vallarin. Hon- um dámar væl, at hann hevur fingi› júst henda leiklutin í ár. – Vit hava broytt spælskipan- ina eitt sindur, um sammett ver›ur vi› í fjør. Tá høvdu vit stóra breidd á mi›vøllinum, og mín lutur var tann ytsti á mi›- vøllinum í vinstru ella í álop- inum. Nú eru Marni Djurhuus og eg mitt á mi›juni. Eg eri frammanfyri og hann aftanfyri, og so eru Bár›ur Olsen og Jákup Martin Joensen hvørju megin vi›, uttan at teir eru heilt í bor›unum. Piotr vil hava, at aftastu spælararnir flyta skjótt fram á vøllin, og ta› hava vit avgjørt einki ímóti. Í út- gangsstø›uni eru vit meiri framrætta›ir, enn vit vóru í fjør. Javnari kapping Á Mølini vóru teir væl nøgdir vi› sætta plássi› í fjør. Hóast stóra leikliga framgongd seinnu árini, so hava teir ikki gloymt, hvussu skjótt ta› kann vera at gerast partur av ni›urflytingar strí›num. Men teir halda sam- stundis, at um ta› lagar seg hampuliga væl, so kunnu teir lyfta sær eitt sindur hægri, enn teir vóru í fjør: – Sammett vi› onkur onnur feløg eru vit ikki so væl mann- a›ir, og ta› kann hava vi› sær, at ta› fer at kennast meint, um onkrir stu›ulsspælarar ver›a raktir av ska›um og leikbann- um. Vit rokna vi›, at talan ver›ur um javna kapping. Hetta skal skiljast solei›is, at vit rokna okkum at fara at ver›a í bólki saman vi› fleiri ø›rum feløgum, og tá kunnu ta› ver›a smálutir, sum fara at gera av, hvør fer at enda á fjór›a ella fimta plássinum og hvør fer at strí›ast fyri at sleppa undan ni›urflytingini, heldur Hans Pauli Samuelsen. Fleiri feløg hava mist fleiri spælarar sí›ani í fjør. EB/Streym- ur telist millum hesi feløgini. Men teir rokna vi›, at onnur feløg hava mist, uttan at hava fingi› so nógv afturfyri missin, sum teir í EB/S hava gjørt. Tí halda teir seg ikki í útgangs- stø›uni at vera so illa fyri. Nú fæst at síggja, hvussu ta› fer at roynast hjá ungu monn- unum, sum nú hava fingi› størri ábyrgd í EB/Streymi. Tá i› teir í 1993 vóru vi› til at vinna smápiltadeildina, og tá i› teir sum smádreingir luttóku í innandura kappingum, var› ofta tiki› til, hvussu ágr‡tnir teir vóru, hvussu væl teir dugdu at fara vi› bóltinum, og hvussu gott fótbóltsskili› hjá teimum var. Nú eru teir ábyrgdarmenn í fremstu rø›. Hans Pauli Samuelsen er far- in undir tri›ja ári› í bestu deild- ini. Bæ›i í fjør og í fyrraári› var hann vi› í øllum átjan lands- kappingardystunum. Bæ›i í fjør og í fyrraári› var hann sekstan av átjan fer›um millum teir fyrstu ellivu. Í fyrraári› skora›i hann eitt mál, og í fjør gjørdi hann fimm mál. Ta› var bara Sorin Anghel, sum fekk fleiri mál enn Hans Pauli í fjør. Sorin fekk níggju mál. Aftur í ár ver›ur Sorin Anghel rokna›ur sum besta álopsvápni› hjá EB/Streymi. Í álopinum saman vi› honum er Sonni L. Peter- sen. Hans Pauli er framrætta›- ur mi›vallari. Leikluturin hjá manninum í hesi ódnini er at leggja bóltin fyri føturnar á álopsmonnunum og eisini sjálvur at vera málsøkin. EB/STREYMUR FO-470 Eiði Tlf. 423185 / 423255 www.eb-streymur.fo STOVNAÐ: 23.01.1993 FORMAÐUR: Olaf Fríðheim MEISTARAR: Ongantíð. Besta úrslit, nr. 8 í 1. deild í 2001 STEYPAVINNARAR: Ongantíð GREIPUVINNARAR: Ongantíð Í 1. DEILD (5 ÁR): 1994 og 2001- Í EUROPA: Ongantíð Navn Í fjør Landsdystir áður spælt við Málverjar Gunnar á Steig 18/-36 (0–0) KÍ Sámal Johan Samuelsen Verja Gert Hansen 13/2 (0–0) Andrzej Pacek 10/0 (1–0) KÍ, B36 Ólavur Poulsen 3/0 (0–0) Jóhan á Stongum Høgni Hansen 1/0 (0-0) Hallur Hansen Sigfríður Abrahamsen Knút Vesturún HB Fróði Clementsen B36 Miðvøllur Bárður Olsen 17/0 (0–1) Marni Djurhuus 16/2 (3–0) Hans Pauli Samuelsen 18/5 (3–0) Jákup Martin Joensen 16/0 (1–0) Navn Í fjør Landsdystir áður spælt við Brian Olsen Carl H. Høgnesen B36 Álop Sorin Anghel 17/9 (1–0) Sonni L. Petersen NSÍ Tilgongd Sonni L. Petersen 17/6 (1–0) NSÍ Fróði Clementsen 13/0 (1–0) B36 Carl H. Høgnesen B36 Brian Olsen Fluttur upp Frágongd Marek Vierzbicki 18/2 (0-0) KÍ Magni á Lakjuni 17/2 (0-1) ÍF Ronnie Samuelsen 17/4 (2-0) B36 Egil á Bø 16/4 (2-0) B36 Venjari Piotr Krakowski (PÓL) Metingin EB/Streymur hevur mist fleiri av sínum stuðulsspælarum frá í fjør, men ungir menn eru klárir at taka við ábyrgdini, og roknast kann við at EB/Streymur odar seg upp ímóti miðuni 16 17 Eftir at fleiri lyklaspælarar frá li›num í fjør eru farnir a›ra sta›ni at royna seg, fara teir í EB/Streymi fyrst og fremst av strí›ast vi› spælarum, sum eru uppaldir í felagnum Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Ta› er trongligt á fótbóltskort- inum í mi›sta›arøkinum. Hetta hevur vi› sær, at kappingin um spælararnar er stór. At hetta er ein veruleiki, hava teir í EB/Streymi í ríkt mát kent svi›an av, sí›ani lok var› lagt á kappingarári› í fjør. Í fjør rukku teir besta úrslit- inum nakrantí›. Sí›ani tá hava teir mist fleiri at lyklaspælar- unum. Egil á Bø og Ronnie Samu- elsen, sum var li›forma›ur í fjør, eru farnir til B36, og Magni á Lakj- uni er farin til Fuglafir›ar. Marek Vierzbicki er farin aftur til Klaks- víkar. Hesir f‡ra eru millum teir átta, i› vóru oftast á li›num í fjør. Hóast EB/Streymur í fjør rakk sætta plássinum vi› 24 stigum – sama stigatal sum KÍ á fimta plássinum – so høvdu teir ikki so ógvuliga brei›an hóp. Tí sigur ta› seg sjálvt, at ta› kennist sum dyggur smeitur, at f‡ra av stu›ulsspælarunum eru burtur, og at onkrir, sum vóru vi› í fjør, eru farnir til skips. Ta› er ney›ugt so at siga at fara undir at byggja n‡tt li› upp, og teir í EB/Streymi ver›a heilt væl nøgdir, um ta› fer at eydnast at endurvinna endastø›una frá í fjør. Fyrst og fremst ver›ur talan um strí› at var›veita plássi› í bestu deildini, sum EB/Streymur hevur átt tr‡ tey seinastu árini. Piotr Krakowski er anna› ári› á ra› venjari á Ei›i. Ta› er vor›i› eitt av a›aley›kennunum hjá pól- verjanum, at hann er ábyrgdar- ma›ur hjá li›um, sum ikki hava bestu manningarligu fyritreytirnar at standa seg. Og ta› hevur ofta eydnast væl hjá Piotr at fáa væl burturúr, hóast ta› í fyrstu syftu ikki sá so bjart út. Hjálpin a›ra sta›ni frá er kær- komin á Mølini. Gunnar á Steig fer›ast framvegis úr Klaksvík og um Leirvíksfjør› at venja og spæla, og Sorin Anghel úr Ru- menia er sera væl l‡ddur og dugnaligur álopsspælari. Andrzej Pacek, sum í fjør var nógv burturi frá orsaka av skur›vi›ger›, er aftur í ár komin úr Póllandi og til Ei›is at hjálpa til. Og so hevur ta› eydnast at fáa onkrar at fer›ast úr Havnini og nor›ur eftir fyri at hjálpa til. Talan er um Fró›a Clementsen, sum í meiri enn helminginum av dystunum í fjør var í B36 mi›verjuni, og Carl Her- up Høgnesen, sum fyri nøkrum árum sí›ani var sí›uspælari á besta B36 li›num, og sum nú tyk- ist vera troyttur av bara at spæla á næstbesta B36 li›num. Hóast hesir bá›ir sí›st nevndu ikki hava veri› rokna›ir at fáa serligar møguleikar í høvu›ssta›num, so er eingin ivi um, at teir ver›a kærkomnir styrkir hjá EB/Streymi. Men ungu spælararnir, sum eru uppaldir í felagnum, ver›a hesa fer› mettir at skula gerast álitismenn. Sí›ani teir hava veri› bla›ungir hava Hans Pauli Samu- elsen, Marni Djurhuus og Bár›ur Olsen spælt á besta li›num. Í fjør stríddi Gert Hansen stríddi seg til fast pláss í mi›verjuni, og í ár er hann vongverji. Brian Olsen hevur veri› nógv vi› higartil í ár. Teitur Joensen og Esmar Ei›isgar› hava ikki enn veri› til venjingar. Hin fyrri hevur inntil hondbóltsári› var li›ugt lagt alt í spæli› innan- dura. Sí›ani EB/Streymur kom í bestu deildina, hava allir heima- dystirnir veri› spældir á Mølini. Ta› er ein fótbóltsvøllur í Streym- nesi, men hann hevur ikki veri› n‡ttur naka› serligt, sí›ani gras- líki› var› lagt á vøllin á Mølini. Hetta seinasta ári› hevur veri› tosa› nógv um, at graslíki› skal leggjast á vøllin í Streymnesi. Enn er ikki greitt, um heimavøllurin hjá EB/Streymi skal skifta millum Ei›i og Streymnes, tá i› graslíki ver›ur lagt á vøllin í Streymnesi. Gjøgnumtrekkur á Mølini Ungu spælararnir, sum eru uppaldir í felagnum, ver›a hesa fer› mettir at skula gerast álitismenn hjá EB/Streymi Mynd: Álvur Haraldsen Ábyrgdin løgd á nýggjar herðar Framrætta›i mi›vallarin, Hans Pauli Samuelsen, dámar væl, at hann hevur fingi› júst henda leiklutin í ár Mynd: Álvur Haraldsen