Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-04-14, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. apríl 2004síða 9

‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 70 - 14. apríl 2004 Nr. 70 - 14. apríl 2004 17 Internetið og sjónvarpið hvørva. Teldutøknin verður hjástødd allastaðni. Eingin yvirlivir uttan kunning, tí í hvørjum króki verða tól, sum tosa saman. Preben Mejer, stjóri í TDC, kagar inn í framtíðina á ársins KT- stevnu PERVASIVE COMPUTING Fyrst var teldan. Síðan kom in- ternetið. Og nú er triðja tøkniliga bylgjan á veg oman yvir okkum. Pervasive computing, kalla fak- fólk tað. Preben Mejer, sum er menning- arstjóri hjá TDC í Danmark, fer at tosa um hetta hugtakið á KT- stevnuni í ár. – Júst tí, at vit nú hava telduorku fyri ongan pening og samskiftið allastaðni, ið byggir á internetið, eru vit á veg yvir í ta triðju bylgj- una. Vit kalla hana pervasive computing. Kunningartøkni í øll- um. Pervasive merkir "sum er allastaðni". Telduorka og sam- skifti fer at vera í einum stórum parti av teimum tólum, sum vit hava uttan um okkum hvønn dag, sigur hann. Menningin fer at standa í fullum blóma umleið 2010, tá ið 500 milliónir tól, sum eru útgjørd við eftirgjørdum viti og evninum at samskifta, verða send á markn- aðinum hvørt ár, metir Preben Mejer. Tekniskur bókahandlari Hann verður marknaðarførdur í Danmark sum tann besti teldu- heilin og KT-spámaður. Hann er útbúgvin bókahandlari, men ein- aferð í 80-árunum gjørdist hann greiður yvir, at tað var størri framtíð í at selja teldur. Í 1983 byrjaði hann DanaData, ið gjørdist størsti IBM-handlari í Danmark, sum seldi flest teldur. DanaData gjørdist ein milliard- handil, sum Tele Danmark keypti í 1994. Hann varð settur menn- ingarstjóri og stutt eftir setti hann á stovn TDC Internet, sum er størsti útbjóðari av interneti í dag við 1200 starvsfólkum. Preben Mejer er fullkomiliga bitin av kunningartøkni, interneti og "pervasive computing". Hann hevur stovnað Innovation Lab Katrinebjerg, ið hevur sum mál at mynda menningina innan kunningartøkni í Danmark. – Menningin gongur ótrúliga skjótt, og eingin tekin eru um, at ferðin verður sett niður. Tvørtur- ímóti. Um nøkur fá ár fara vit hvønn dag at brúka tól, sum eingin ella heilt fá hava hugsað um í dag. Tað er serliga galdandi fyri KT-økið. Nýggj vitan og nýggj tøkni verður ment hvønn dag, og kend vitan verður sett í nýggjan samanhang. Stórir handilsligir møguleikar liggja í at hava rættin til sína vitan og ta tøkni, sum tú hevur ment, sigur Preben Mejer. Internetið hvørvur Áhugavert er at merkja sær, at internetið, sum í dag er alla- staðni, fer at hvørva sum sjálv- støðugur miðil og partur av okk- ara hugaheimi um bert fá ár. – Internetið hvørvur, tí tað verður eins sjálvsagt fyri okkum, sum 220 volt eru í dag. Vit hugsa ikki um, at vit hava streym í stikk- dósunum. Á sama hátt fara vit at hava internet allastaðni uttan at tosa um tað. Vit fara í staðin at tosa um, hvat vit brúka tað til, sigur Preben Mejer. Teldan, ið næstan finst í hvørjum heimi, fær eisini ein nýggjan leik- lut. Teldan verður eitt bústaðar- portur - "residental highway", kalla tey tað - sum situr við end- an av okkara breiðbandsam- bandi inn í heimið. – Vit fara at hava nógv tól í heim- inum, sum samskifta gjøgnum hetta portrið. Onkur teirra fara at hava eginleikar, ið líkjast telduni, sum vit kenna hana í dag. Men tað fara at vera nógv onnur. Sjónvarpið hvørvur, og í staðin koma fleiri svartir kassar og flatir skíggjar, sum hanga ymsastaðni á veggjunum, sigur Preben Mejer. Lættari lív Við tøknini hangandi allastaðni kring okkum, slepst ikki undan at gerandislívið broytist. Spurn- ingurin er bara, um tað fer at fremja tað góða lívið, sum øll søkja eftir. - Vit fara at arbeiða smidligt, har tað er gagnligt. Í einum fundar- høli, á skrivstovu, í gongum, hjá kundum ella á kaffistovuni. Vit fara at hava ein dynamiskan ger- andisdag, har vit eru í samband við hvønn annan allastaðni, tá ið tørvur er á tí. Allastaðni verða vit umgird av tólum við eftirgjørdum viti, sum hjálpa og stuðla okkum, uttan at vit merkja tað. Okkara lív verður á mangan hátt lættari. Men tað er ikki vist, at tað verður betri, sigur Preben Mejer. Fyrilestur í Útvarpshøllini fríggja- dagin 23. apríl kl. 14.30 BLÁBÓK Preben Mejer er menningarstjóri í TDC. Hann var fyrsti danski IBM-forhandlari í 80-árunum og byrjaði størsta danska veitaran av borðteldum, DanaData. Fyri TDC byrjaði hann fyrstu og størstu internet-fyritøkuna í 90- árunum, TDC internet. KT2004 síðurnar Tøknin verður allastaðni Tann besti telduheilin, verður sagt um Preben Mejer, sum fer at spáa um framtíðina á KT2004. Í hesum og komandi bløðum setir Sosialurin sjóneykuna á stevnuna KT2004, sum verður í Norðurlandahúsinum 22. og 23. apríl. Fyrilestrar verða umrøddir og virkini verða lýst Fyritøkan, ið verður vald, tá ið tú skalt hava serstakar dygdarloysnir. Fyritøkan, hvørs stóra styrki er vitan- arstøði. Og fyritøkan, ið legg- ur dent á at hava væl útbúgv- ið fólk til allar uppgávur. Atlants Tøkni hevur funnið sær sítt pláss millum allar hinar føroysku KT-fyritøkur- nar Skalt tú hava serstakar og dygd- argóðar KT-loysnir, ið verða bygdar av fólkum við hollari vitan og útbúgving, so er Atlants Tøkni á Bryggjubakka 4 í Havn eitt gott mið at royna. Og ikki kann sigast annað enn at tað, teir higartil hava framt í verki, hevur givið teimum góð skotsmál frá KT-fólk- um og fólkum innan eitt nú al- mennu fyrisitingina. Starvsfólkini á Atlants Tøkni hava hollan kunnleika til administrativ- ar skipanir, og tað eru landsins fíggjarlóg og roknskapur góð dømi um. Fíggjarlógin, ið áður var ein ørgrynna av spjaddum upplýsingum, er nú samansjóðað í eina fíggjarlógarskipan. Lands- roknskapurin verður eisini fram- leiddur úr somu skipan. Hesa uppgávu hevur Atlants Tøkni loyst og hevur við hesum víst, at tú kanst reka KT-vinnu allastaðni. Eisini í Føroyum. Krav- ið er bara, at tú hevur tey røttu fólkini, og tey hevur Atlants Tøkni. Atlants Tøkni byrjaði sítt virksemi í 2001, og í dag starvast seks starvsfólk har. Virkið hevur alla- tíðina lagt dent á at hava fólk við sera hollari útbúgving. Á virkinum starvast tveir datalogar, tríggir sivilverkfrøðingar og ein data- matikari. Tveir teirra hava ph.d. Umframt at hava vælútbúgvið fólk er fyritøkan eisini eyðkend á annan hátt. Teir selja ikki tól- búnað ella lidnar vørur, men ar- beiða burturav við at menna rit- búnað, sum er lagaður serliga til tørvin hjá kundanum. Menningar- umhvørvið er Microsoft ella Oracle, og arbeiðsøkið fevnir um alt frá smærri virkisportalum til samansettar tryggingar- og avrokningarskipanir. Í byrjanini var útflutningur størsti parturin av virkseminum hjá At- lants Tøkni, men nú er megin- parturin av virkseminum á før- oyska marknaðinum. Í løtuni situr eitt av starvsfólkunum í Dan- mark, har hann - saman við ein- um av fremstu donsku serfrøð- ingunum innan tryggingar- støddfrøði - arbeiðir við at menna nýggjar tryggingarloysnir fyri eitt stórt tryggingarfelag í Danmark. Á hendan hátt víðkar Atlants Tøkni um sítt virkisøki. Atlants Tøkni er virkið, har bert tær bestu loysnirnar eru nóg góðar. Og har bert tey bestu starvsfólkini eru nóg góð. Úrslitini eru hareftir. Fakta um Atlants Tøkni Stovnað: 2001 Starvsfólk: 6 Virkisøki. At menna serstakar KT-loysnir til tað almenna og privatar fyritøkur Ítøkiligur politikkur er settur á víðsjónirnar. Bitland bjóð- ar fram tænastuveitingar, og nú ræður um at fáa sátt- málar í hús við føroyskar fyritøkur. Málið er at fáa eyguni hjá útlendingum upp fyri Føroyum Samanborið við stórhavið eru Føroyar sum eitt sandkorn á gólvinum í einum veitsluskála, skrivaði okkara heimskendi Willi- am Heinesen. Men sæð undir sjóneyku er sandkornið ein heil- ur heimur við fjøllum, húsum og fólkum. Eitt heilt land, sum hevur eitt virkið vinnulív, streymandi samskifti, víðfevnt vegasam- band og eina politiska skipan, har stutt er millum borgarar og politikarar. Hesar fyrimunir kann føroyskt vinnulív gagnnýta. Vit kunnu bjóða altjóða tøknifyritøkum hendan vegin og fáa samstarv í lag, sum báðir partar kunnu gera sær dælt av. Útlendingar fáa eina royndarstovu, og føroyingar skapa vøkstur og útflutning við nýskapan. Hetta er víðsjónin Bitland, sum nú eisini er vorðin ein fyritøka. Stjórin eitur Ólavur Gregersen, og hann vónar, at KT-stevnan fer at virka við til, at Bitland fær gjørt nakrar tænastusáttmálar við føroyskar fyritøkur. Á ein hátt er tað ein royndarsteinur hjá Bitland. Tað er ikki nóg mikið, at fólk halda, at Bitland er ein góð hugsjón. Føroyskar fyritøkur mugu taka undir við tí, annars gevur Bitland onga meining. Til ber at stovna tvey sløg av tænastusáttmálum. Annar kost- ar 10.000 krónur, og hin kostar 60.000 krónur um árið. Fyri 10.000 krónur kemur tú í Bit- klubban, sum gevur atgongd til ta vitan, sum Bitland fær. Tú fært eisini avsláttur til øll tiltøk, sum Bitland skipar fyri, og avsláttur av ráðgeving. Harafturat kemur tú við í ein førleikabólk. Fyri 60.000 krónur fært tú meira. Tú fært sjálvandi alt tað, sum limir í Bit-klubbanum fáa, men harum- framt fært tú ókeypis ráðgeving, sum einamest snýr seg um at fáa eina ítøkiliga verkætlan at koyra. Bitland, ið byrjaði sum ein verk- ætlan, er sostatt vorðin ein fyri- tøka, sum bjóðar fram tænastu- veitingar til føroysk virki. Tæn- astuveitingarnar skulu birta ný- skapan og stuðla undir altjóða- gerð. Bitland fer harumframt at fáa nakrar Bitland-ambassadør- ar, sum skulu skapa netverk og breiða kunnleika um Bitland uttanlands. Somuleiðis verður ein ráðstevna fyriskipað í Føroy- um í august-september, sum hevur til endamáls at lýsa ný- skapan sum lykil til búskapar- ligan vøkstur. Bitland arbeiðir út frá sjónar- miðinum, at við fyrimyndarligari gagnnýtslu av tøkni kunnu før- oyingar skapa virði, bæði fyri seg sjálvar og onnur. Bitland hevur stungið í kortið nøkur fokusøki, sum verkætlanir í Bitland-høpi skulu halda seg innanfyri. Tey eru: Sporføri, e- learning, infotainment, fiski- vinnutøkni, biotøkni, orka og umhvørvi, talgildar undirskriftir, elektroniskar patientjournalir og e-government. Stovnað: 2003/04 Stjóri: Ólavur Gregersen Virksemi: Tænastuveitingar til KT-fyritøkur við tí endamáli at eggja til nýskapan og altjóða- gerð KT-loysnir fyri kræsnar kennarar Bitland skal standa sína roynd C M Y K 17 16