fríggjadagur 22. februar 2013síða 10
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 22. februar 2013 · Nr. 22
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jón Brian Hvidtfeldt
– Tað verður ein katastrofa,
um útlendingar skulu burt
ur úr vinnulívinum. Hanus
Hansen
er
avgjørdur
í
spurninginum um útlendska
kapitalin í fiskivinnuni.
Vinnulívsmaðurin heldur
tað vera absurd at tosa um
eigaraskap fyri seg, og fígging
fyri seg. Nakað sum annars
ferð eftir ferð var ført fram
á fiskivinnupolitiska kjak
fundinum, sum var hildin
í skúlanum við Ósánna, nú
Torradagar eru í fiskivinnu
høvuðsstaði okkara.
– Tingini hanga saman.
Tú kann ikki tosa um eig
araskap sum eitt, og fígg
ing sum nakað annað. So
svartur og hvítur er heim
urin ikki. Sigur tú null eigara
skap í fiskivinnuni, so verða
sambondini flutt yvir á fígg
ingina, og føroyskir politik
arar sleppa also ongantíð inn
í ein útlendskan banka, sigur
Hanus Hansen.
Hanus Hansen er virkin
í fiskivinnuni, bæði á sjógvi
og landi, hann hevur tætt
samstarv við hollendingar og
hevur eisini virksemi í Grøn
landi. Tilsamans hevur hann
eini 700 fólk í arbeiði og selir
fyri 1,3 milliard krónur um
árið.
– Latum okkum taka sum
dømi, at útlendingar ikki
longur sleppa at eiga í fiski
vinnuni. Tað sum tá hendir
er væl, at partarnir fara inn
í ein útlendskan banka og
gera eina lánsavtalu, har
man skrúvar eitt sindur uppá
rentuna. So fær útlendski
íleggjarin sínar pengar tann
vegin, um tað er tað, sum er
málið, sigur Hanus Hansen.
Hann er fortørnaður inn á
retorikkin um útlendingar í
fiskivinnuni. Heldur at orða
skiftið er farið av sporinum:
– Tí mást tú eisini siga
null útlendsk fígging, um
tú sigur null útlendskur
eigaraskapur. Hitt er fjas,
sigur Hanus Hansen og gev
ur greitt til kennar, at hetta
er ikki hansara leistur fyri
framtíðar fiskivinnu í Føroy
um.
– Útlendingar koma sjálv
andi hendavegin fyri at tjena
pengar. Men teir koma eis
ini hendavegin fyri at taka
kjansir og skapa nakað. Og
við sær hava teir eisini vitan.
Tað mugu vit also sum sam
felag duga at síggja, sigur
Hanus Hansen og peikar á
sítt egna virksemi:
– Fyri okkum hevur út
lendski kapitalurin skapt
møguleikar, sum annars ikki
vóru har. Røkke kom henda
vegin, tí hann trúði uppá
Næraberg-projektið.
Hann
fíggjaði undirskotið og tað
kostaði honum kanska einar
300 milliónir krónur, tá av
tornaði. Men sum samfelag
fingu vit nógv burturúr og
framvegis livir verkætlanin
við útlendskum pengum í
rygginum. Hollendingar settu
pengar í virkið í Kollafirði, tá
eingin annar trúði uppá tað.
Teir hava brúkt 100 milliónir
uppá virkið, og í dag síggja
vit úrslitið, sigur Hanus
Hansen.
Vinnulívsmaðurin vísir á,
at eisini hjá øðrum av stóru
aktørunum í vinnuni hevur
útlendski kapitalurin havt
avgerandi leiklut.
– Normenn bóru triðingin
av íløguni, tá nýggi Christian
í Grótinum kom í 1997. Og tá
Krúnborg kom til landið, áttu
útlendingar eisini sín stóra
leiklut har. Hesi skip, saman
við Næraberg, vóru við til at
fiska okkum stór rættindi
av svartkjafti, soleiðis at
Føroyar tá avtornaði fingu
fjórðingin av samlaðu svart
kjaftakvotuni. Seinni hava
Vinnan í Gøtu og Framherji
í Fuglafirði, saman við ís
lendska
Samherja,
keypt
rovini eftir Faroe Seafood
og fingið gongd aftur á
virksemið har. Hetta eru alt
dømi um útlendskan kapital,
sum saman við føroyskum
kapitali hevur skapað stór
virði fyri okkara samfelag,
sigur Hanus Hansen.
Vinnulívsmaðurin hevur
hug at ilskast inn á vingluta
politikkin um útlendingar í
føroyskum vinnulívi.
– Tað ber snøgt sagt ikki
til at liggja á knøunum fyri
útlendingum, tá tað gongur
illa, fyri síðani at hirða teir á
dyr, tá tað gongur væl. Hetta
er beinleiðis pínligt fyri
okkum sum samfelag, sigur
Hanus Hansen.
Bankin bindur
Vinnulívsmaðurin úr Klaks
vík heldur tað vera fjas at
tosa um eigaraskap og fígg
ing sum tvey heilt ymisk ting
í føroyskari fiskivinnu. Form
liga kanska, men í praksis er
tað utopi.
– Øll fiskiskip, sum hava
lán, eru so ella so bundin av
sínum fíggingarstovni. Eingin
reiðari sleppur at selja nakað
fiskiloyvi undan sínum skipi,
til tað eru bindingarnar til
bankan alt ov stórar, sigur
Hanus Hansen.
Hansara uppáhald er tí, at
sjálvt um eigaraskapurin á
pappírinum gerst 100 prosent
føroyskur, so vil stýringin
framhaldandi liggja hjá tí,
sum fíggjar. Hanus Hansen
fer í lokalu søgubøkurnar
eftir einum dømi:
– Vit minnast væl, tá
Kjølbro í 1992 fór á heysin, alt
sum tað var. Sundaberg og
Skálaberg blivu keyptir burt
urúr, partapeningurin var
hálvonnur millión, meðan
lánini vóru 150 milliónir
krónur. Øll fíggingin kom úr
Norra, og vit minnast tíðind
ini um, at norski bankin setti
sum krav, at Svend Thulesen
skuldi vera stjóri. Var tað
kanska ikki dømi um, at fígg
ingarstovnurin stýrir, spyr
Hanus Hansen retoriskt.
Alivinnan er ofta tikin
fram sum stóra sólskins
søgan í føroyskum vinnulívi
síðstu árini. Størsti aktørurin,
Bakkafrost, er skrásettur á
keypsskálanum í Oslo, og
stórur meiriluti av parta
brøvunum eru á útlendskum
hondum.
Herfyri
brúkti
Bakkafrost møguleikan at
tekna hálva milliard í nýggj
um lánsbrøvum.
– Eg hevði ikki sæð
nakran trupulleika í at eitt
stórt, føroyskt reiðarí bleiv
skrásett á keypsskálanum.
Tað
hevði
givið
øllum
møguleika at seta pengar í,
og hevði givið reiðarínum
nýggjar møguleikar at útvega
sær kapital, sigur Hanus
Hansen, sum í sama viðfangi
undirstrikar, at hann ongar
slíkar ætlanir hevur við
sínum virksemi.
Virðini
Á fiskivinnupolitiska kjak
fundinum varð eisini ført
fram, at mongu handlarnir
í fiskivinnuni hava við sær
ónormalar prísir, at fiskiloyv
ini pumpa prísirnar upp.
– Hví er tað ein trupulleiki,
at virðini í fiskivinnuni økjast,
spyr stóri vinnulívsmaðurin
heldur provokerandi, fyri síð
ani at svara sjálvur:
– Tað burdi bara verið gott,
tí tað førir pengar inn í vinn
una. Hetta er einki ónormalt.
Eitt skip sum Gadus hevði
óivað havt fleirfalt virði, um
tað var selt í Norra, heldur
enn í Føroyum. Karmarnir
kring vinnuna avgera prísin,
sigur Hanus Hansen.
Dømini um skipasølur
síðstu árini, har reiðarar hava
selt síni skip fyri stórar upp
FISKIVINNUNÝSKIPAN
Følsk ræðumynd
fiskivinna Tað ber ikki til at liggja á knøunum
fyri útlendingum, tá tað gongur illa, fyri síðani
at hirða teir á dyr, tá tað gongur væl. Tað sigur
vinnulívsmaðurin Hanus Hansen og vísir á, at
fyri hansara virksemi hevur útlendski kapitalurin
skapt møguleikar, sum annars ikki vóru har
»Sjálvur haldi eg, at eingin útlendingur skal
kunna eiga í ella hava avgerðarrætt ella ávirkan
í feløgum, sum eiga føroysk fiskiskip. Tí ætli eg
mær at skjóta upp, at kravið frameftir verður, at
feløg ella einstaklingar, sum eiga fiskifar undir
føroyskum flaggi skulu vera heimahoyrandi,
skrásett og hava høvuðssæti í Føroyum… Her
skal viðmerkjast, at broytingarnar helst ikki
koma at ávirka íslendskar ríkisborgarar, sum eiga
í ella ætla at leggja pengar í føroysk fiskifør, tí
í Hoyvíkssáttmálanum hava partarnir bundið
seg til ikki at seta í verk nýggjar skipanir, ið gera
mun á føroyskum og íslendskum borgarum.«
Brot úr uppritinum hjá Jacob Vestergaard til
landsstýrisfund um at broyta fiskivinnulóggávuna