Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-22, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. februar 2013síða 11

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Fríggjadagur 22. februar 2013 · Nr. 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 hæddir, fyri síðani at gevast í vinnuni, eru fleiri. Argumentið um, at ónor­ malu prísirnir drena pengar úr vinnuni, rína tó við vinnu­ lívsmannin: – Ja, eg havi ongan trupul­ leika við at brandskatta tey, sum selja seg burturúr vinn­ uni. Fyri tann skuld kann skatturin tá vera 80 pro­sent. Tað hevði so steðgað øvund­ ini, sigur Hanus Hansen og heldur fram við einum spurn­ingi: – Men um virðini blíva stór, skipini verða handlað fyri risa upphæddir og peng­ ar­nir verða brúktir til at skapa nýtt virksemi, hvat er so trupulleikin? Tá merk­ir tað væl fleiri pengar saman­ lagt inni í vinnuni, sigur Hanus Hansen. Argumentið um atkomu­ ligheitina, manglandi møgu­ leikarnar hjá nýggjum aktør­ um at koma inn í vinn­una, rínur tó ikki við vinnu­lívs­ mannin. – Vit hava fýra línuskip. Eitt verður høgt upp, tvey vera rikin við undirskoti, með­an eitt tjenar pengar. Tað er ikki dýrt at koma inn í línu­flotan í dag, tí hesin part­ur liggur tungt í sjónum júst nú. So atkomuligheitin er har. Spurdur, hví hann so tím­ ur at fáast við línuflotan, tá hann eftir øllum at døma ikki gevur pengar, er Hanus Hansen skjótur at svara: – Annars blívur vinnan burtur. Eitt línuskip gevur umleið 40 ársverk, um vit rokna alt avleidda virksemi við. Tí mugu vit halda lív í hesum, hóast tað ikki gevur pengar júst nú. Eygleiðarin Hanus Hansen var millum teir umleið 150 áhoyrarnar til fiskivinnupolitiska kjak­ fundin í skúlanum við Ósánna mikukvøldið. Lokali vinnu­lívs­maðurin nýtti høv­ ið at peila politikararnar av. – Eg trúgvi ikki, at út­ lendski kapitalurin verður ein trupulleiki politiskt. Snøgt sagt tí at okkara fiskivinna hevur tørv á útlendskari fígg­ing, um vit framhaldandi skulu gera íløgur í stór og fram­komin skip. Og so mugu dyrnar standa á glopp fyri at útlendingar kunnu eiga í vinnuni. Sleppa teir ikki tað, so drepur tú íløgu­hug­in. Hin­ vegin trúgvi eg, at ára­málið á loyvunum verður harða nøt­ in at knekka politiskt, metir Hanus Hansen. jonbrian@sosialurin.fo FISKIVINNUNÝSKIPAN av út­lendingum Jón Brian Hvidtfeldt Arbeiðið at smíða av­loys­ aran til lógina um vinnu­ ligan fiskiskap frá 1994 varð mikukvøldið flutt úr høvuðs­staðnum norður í fiskivinnuhøvuðsstaðin. Torradagarnir í Klaksvík vóru høvið, og karmarnir skúlin við Ósánna, nú landsins leiðarar skuldu kjakast um framtíðar fiski­ vinnupolitikkin. Breiða semjan er fram­ vegis somikið smøl, at einki lógaruppskot kemur úr Fiskimálaráðnum í løg­ tingið fyrr enn til heystar. Kjakfundurin mikukvøldið gav eisini sjónliga til kenn­ ar, at grundleggjandi spurn­ingarnir skulu vend­ ast nakrar ferðir aftur­at, áðr­enn til ber at tosa um breið­ar semjur um fram­ tíðar fiski­vinnu­politikkin. Útspælið frá lands­ stýris­manninum í fiski­ vinnu­málum er upp­ritið til nýggja fiski­vinnu­lóggávu. Men á fund­inum í skúl­ anum við Ósánna ásannaði Jacob Vester­gaard, at hetta verður ikki leisturin, tá avtornar. Hóast hann hugsjónar­ liga er ímóti gjøldum á vinn­una, so leggur lands­ stýris­maðurin tó upp til eitt tilfeingisgjald, ið bygg­ir á avlopið í vinnuni. Eitt modell, ið Janus Rein hevur verið talsmaður fyri. Uttanflokkatingmaðurin vil tó hava eina »gularót« ikki í modellið, soleiðis at virðis­øking av fiskinum skal loysa seg, eisini skatt­liga. Kaj Leo Holm Johannesen ynskir eisini eitt slag av tilfeingisgjaldi ella rentu. Á hinum bóg­ num eru Tjóðveldi og Javn­ aðar­flokkurin, sum sum heldur vilja hava peng­ ar­nar inn við kassa-1, við ein­hvørjum slagi av upp­ boðs­sølu. Eitt leistur, sum eisini Bill Justinussen og Miðflokkurin taka undir við. Úr sínum stóli staðfesti Kári P. Højgaard, at leist­ urin við tilfeingisgjaldi á uppsjóvarflotan í løtuni er einasta gongda leið. Keyp og søla av loyv­ um, sonevnda um­setilig­ heitin, varð eisini nógv um­rødd á fundinum. Lands­stýrismaðurin leggur upp til so fría umsetiligheit sum tilber, og løgmaður tykist rættuliga samdur. Aftur her eru Tjóðveldi og Javn­aðar­flokkurin ímóti, tí um­setiligheitin eftir teirra tykki førir við sær privatar handlar við fiskiloyvum, ið pumpa prísirnar upp og gera tað ómøguligt hjá nýggjum aktørum at koma inn í vinnuna. Her liggja smáu flokkarnir rættuliga tætt at sjónarmiðunum hjá and­støðu­flokkunum. Spurningurin um út­ lendska kapitalin í fiski­ vinnuni stendur sum ein kíli millum stóru sam­ gongu­flokkarnar. Meðan Fólka­flokkurin ynskir ein leist, har útlendingar als ikki skulu kunna eiga í før­ oysku fiskivinnuni, so er Sambandsflokkurin meira liberalur og vil fram­hald­ andi hava dyrnar á glopp fyri útlendingum. Í hes­um spurningi draga Tjóð­veldi, Fólkaflokkurin, Sjálv­ stýrisflokkurin og Janus Rein eina línu, með­an Javnaðarflokkurin, Sam­ bands­flokkurin og Mið­ flokk­urin draga eina aðra línu. Kjakfundurin gav til kennar, at her er talan um eitt av størstu, politisku mál­unum at loysa. Tí tóktust flokkarnir hava tað fínt við, at fiski­vinnu­ politikk­urin ikki kemur í løgtingið í vár. Neyðugt er snøgt sagt at brúka meira tíð at viðgera framtíðar fiski­vinnupolitikkin. At enda vóru flokkarnir bidn­ ir um at seta prosent á, hvussu nógv teir trúgva uppá, at teirra flokkar eisini verð­ur partur av semjuni um fiskivinnunýskipan. Svar­ini fullu soleiðis: Sam­bands­flokkurin 100 prosent, Fólkaflokkurin 100 pro­sent, Miðflokkurin 100 pro­sent, Tjóðveldi 80 pro­ sent, Javnaðarflokkurin 40 prosent, Sjálv­stýris­flokk­ urin 80 pro­sent og Janus Rein, uttan­flokka­mað­ur, 75 prosent. Poul Michelsen hevði fingið forfall, og tí var Fram­sókn ikki umboðað á fiskivinnupolitiska kjak­ fund­inum í skúlanum við Ósánna í Klaksvík miku­ kvøldið. jonbrian@sosialurin.fo fiskivinna Gildistíðin á fiskiloyvum, tilfeingisgjøld, umsetiligheitin og útlendski ognarparturin í fiskivinnuni vóru millum evnini á stóra fiskivinnupolitiska kjakfundinum í skúlanum við Ósánna í Klaksvík, sum hesa vikuna bjóðar til Torradagar Fiska eftir semjuni fellur fyri bróstið Hanus Hansen, vinnulívsmaður og reiðari, á fiskivinnupolitiskum kjakfundi í skúlanum við Ósánna mikukvøldið. Politisku útmeldingarnar um at útlendingar skulu út úr føroyskari fiskivinnu fella honum fyri bróstið, tí útlendski kapitalurin hevur skapt møguleikar, ið annars ikki vóru har Myndir: Dávur Winther