fríggjadagur 22. februar 2013síða 12
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 22. februar 2013 · Nr. 22
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jón Brian Hvidtfeldt
Eingin vil seta tøl á. Men
fyrsta dagin kemur frá
boðanin, ið sendir Føroyar
í kríggj. Sildakrígg. Lands
stýrismaðurin í fiskivinnu
málum arbeiðir við at út
vega sær heimild at áseta
Føroyum eginkvotu av norð
havssild. Næstsíðsta frígg
jadag ráðførdi hann seg við
Uttanlandsnevndina
hjá
løgtinginum, sum síðani tá
hevur vigað ætlaða, polit
iska útspælið frá landsstýris
manninum.
- Vit hava biðið lands
stýrismannin um fleiri tøl
og upplýsingar, ið lýsa málið
betri, sigur Jákup Mikkel
sen, formaður í Uttanlands
nevndini.
Nevndin
hevði
fund
fríggjadagin fyri viku síðani,
og skal ætlandi aftur á fund
mánadagin. Ráðførslur fara
fram í fullum trúnaði, og
eingin nevndarlimur fæst tí
at siga nakað um tað, ið fyri
ferst kring ráðførsluna um
norðhavssildina.
Greitt er tó, at Uttan
landsnevndin hevur fingið
nakað at hugsa um. Sam
bært vælvitandi keldum hjá
Sosialinum skjýtur lands
stýrismaðurin høgt, nú hann
skal áseta Føroyum egin
kvotu av sild. Somikið høgt,
at føroyska eginkvotan av
norðhavssild prosentvís skal
vera hægri enn makrelkvot
an, har Føroyar síðstu árini
ásett sær sjálvum 15 prosent.
Keldurnar vilja vera við, at
føroyska kravið nærkast 20
prosentum av heildarkvotu
ni.
Solutúrurin
Longu í fjørheyst stóð greitt,
at Føroyar fóru solo við kravi
um munandi meira enn tey
5,1 prosentini av heildar
kvotuni, ið strandalandaav
talan millum Norra, Russ
land, Ísland, ES og Føroyar
hevur givið í føroyska partin
síðstu árini. Í fjør merkti tað
smá 43.000 tons av eini heild
arkvotu á 833.000 tons.
ICES mælir tó til mun
andi lægri heildarkvotu í ár,
sammett við í fjør. Sildakvot
an eigur lækka úr 833.000
tonsum niður í 613.000 tons,
ljóða ráðini frá havrann
sóknarstovninum.
Velja
Føroyar at áseta sær egin
kvotu á 15 til 20 prosent av
ICES-tilmælinum, gevur tað
eina føroyska sildakvotu á
92.000 til 122.600 tons. Also
ein tvífaldan ella trífaldan
av tonsatalinum, og ein trí
faldan ella fýrafaldan av
kvotupartinum.
Síðani
Føroyar
fóru
solo og kravdu munandi
størri part av makrelinum
í Norðuratlantshavi, hava
støðugt fleiri røddir tosað
uppundir, at tað sama eigur
at vera gjørt við sildina.
Ikki minst stóra reiðaríið
Thor, sum hevur heimstað í
Hósvík, hevur verið íðin for
sprákari fyri hesum leisti.
Hinumegin standa ávaring
arnar um møgulig boykot av
Føroyum og føroyskum vør
um, umframt at Føroyar búra
seg inni og binda seg til at
fiska alt í egnum sjóøki. Ein
leistur, ið kann gerast dýrur,
um uppsjóvarfiskurin skiftir
ferðingarmynstur.
Býtið
Av teimum 43.000 tonsunum
av norðhavssild, sum fullu í
føroyskan lut í fjør, fór nógv
tann størsti parturin til upp
sjóvarflotan.
Nótaskipini
fingu tillutað 28.000 tons,
góð 5000 tons vórðu trekt
av fyri hjáveiðu í 2011, onnur
5000 tons fóru til hjáveiðu
hjá øðrum skipabólkum í
makrelfiskiskapinum, ídnað
arskipini fingu 2000 tons
og síðstu gott 2000 tonsini
vórðu latin Grønlandi. Sam
bært hagtølunum hjá Fiski
veiðieftirlitinum
vórðu
stívliga 25.000 tons av silda
kvotuni fiskað í føroyskum
sjógvi, 5000 tons vórðu fisk
að í altjóða øki og góð 3000
tons í norskum øki.
Sum heild søgdu skipini
frá nógvari sild í føroyskum
øki. Og tað kann koma at
vera avgerandi, tí tá Føroyar
áseta sær eginkvotu av sild,
verður eisini neyðugt at
fiska alt í føroyskum sjógvi.
Klondyke
Líkt er til, at uppsjóvar
fiskiskapurin fær uppaftur
meira ferð á, sammett við
undanfarin
ár.
Føroyska
sildakvotan
verður
mill
um 92.000 og 122.000 tons,
ið skulu býtast út úr Fiski
málaráðnum til føroyska
flotan. Og hartil kemur so
makrelkvotan, sum eisini
verður ásett í Fiskimálaráð
num. Tøl eru ikki sett á enn,
men leisturin verður alt ann
að líka hesin: Eginkvotan frá
2012, minus niðurskurðin í
ICES-tilmælinum fyri 2013,
pluss avlopskvotan frá í 2012.
Tað gevur eina makrelkvotu
á umleið 126.000 tons, um
framt 30.000 tons, ið eru flutt
yvir frá í fjør.
Svartkjafturin,
sum
í
mong ár varð fiskaður óskip
að við eginkvotum, er síðstu
árini komin í fasta legu.
Stovnurin er í vøkstri, og
tað sæst aftur í kvotuni fyri
2013. Sambært strandalanda
avtaluni fáa Føroyar 154.000
tons av svartkjafti í ár. Av
hesum hava Føroyar longu
latið 75.000 tons til Russland
afturfyri tosk í Barentshavi
num. Eftir eru tí stívliga
80.000 tons til føroysk skip
at fiska.
Politikkurin
Higartil hevur landsstýris
maðurin í fiskivinnumálum,
Jacob Vestergaard, fingið
fullan stuðul fyri at áseta
Føroyum egna makrelkvotu.
Um sama ger seg galdandi
viðvíkjandi norðhavssildini,
fæst væntandi at vita fyrst
í næstu viku, tá Uttanlands
nevndin hjá løgtinginum
eftir ætlan er liðug at viðgera
ráðførsluna og gevur lands
stýrismanninum eitt svar.
Ráðførslur eru í trúnaði,
og nevndarlimirnir binda
seg tí til at halda tætt. Men
í tíðindaskrivi síðsta sunnu
dag skrivar Framsókn millum
annað soleiðis: ”í næstum
verður føroyska sildakvotan
fleirfaldað. Tá má politiska
skipanin tryggja eitt býti,
har fleiri sleppa framat og
ikki bara nøkur fá politiskt
og
planbúskaparliga
út
vald.” Formaður og einasti
tinglimur
fyri
Framsókn
er
sum
kunnugt
Poul
Michelsen. Hann er limur
í Uttanlandsnevndini hjá
løgtinginum, og hann var
á fundi 7. februar, tá lands
stýrismaðurin í fiskivinnu
málum var í ráðførslu hjá
nevndini,
og
hann
var
eisini á fundi 15. februar,
tá Uttanlandsnevndin við
gjørdi ráðførsluna.
Jacob Vestergaard, lands
stýrismaður í fiskivinnumál
um, sigur seg bíða eftir svari
úr Uttanlandsnevndini hjá
løgtinginum, áðrenn hann
ásetir sildakvotuna.
jonbrian@sos.fo
fiskivinnunýskipan
Sildakvotan fleirfaldast
FISKIVINNA Lagt er upp til, at makrelævintýrið síðstu árini verður endurtikið
við norðhavssildini. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum arbeiðir við at
útvega sær heimild at krevja 20 prosent av samlaðu sildakvotuni
FAKTA
Í næstum verður føroyska sildakvotan fleirfaldað. Tá má
politiska skipanin tryggja eitt býti, har fleiri sleppa framat
og ikki bara nøkur fá politiskt og planbúskaparliga útvald.
- Brot úr tíðindaskrivi hjá Framsókn, 17. februar 2013.
FAKTA
Brot úr tíðindaskrivi frá Fiskimálaráðnum 23. januar
2013, eftir enn eitt úrslitaleyst samráðingarumfar um
norðhavssildina:
Á fundinum í London í dag endurtóku Føroyar sína støðu
til býtið av norðhavssild sum órættvíst og kundu tískil
ikki góðtaka, at hildið verður fram við verandi býti.
Hinvegin vóru Føroyar til reiðar at fara undir samráðingar
um eitt nýtt býti, ið leggur upp fyri stóru útbreiðsluni av
norðhavssild á føroyskum havleiðum, sum fiskiskapurin
higartil eisini hevur prógvað.
Eftir hetta tóku hini strandarlondini seg saman um eina
nýggja semju um norðhavssild fyri 2013, har Føroyar
ikki eru partur. Í semjuni tilskila londini sær sama part
av heildarkvotuni sum undanfarin ár. Niðurstøðan má
sostatt vera, at hini strandarlondini eru ikki sinnað fyri at
samráðast um eitt nýtt býti av norðhavssildini fyri 2013.
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, fer væntandi um
stutta tíð, eftir politiska viðgerð í Føroyum, at áseta
føroysku sildakvotuna fyri 2013.
Myndir: Dávur Winther