fríggjadagur 22. februar 2013síða 13
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Fríggjadagur 22. februar 2013 · Nr. 22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kjak
Føroysk ung roykja illa. Tey
drekka heldur minni enn
ung í okkara grannalondum,
burtursæð frá Íslandi. Og
tey brúka í sera lítlan mun
onnur rúsandi evni, so sum
hassj, doyvandi evni ella
sniffa. Hetta eru nøkur úrslit
úr eini altjóða kanning, sum
Føroyar eru partur av, har 35
lond luttaka.
Tað er gleðiligt, at rús
drekka- og rúsevnismisnýtsl
an hjá børnum og ungum
hevur verið frammi í fjøl
miðlunum í seinastuni. At
miðlar áhaldandi eru við til at
varpa ljós á evnið, er vónandi
viðvirkandi til, at misnýtslan
minkar. Tað er gott, at politi,
skúlar og foreldur koma við
merkingum, tí tað fær okkum
til at hugsa og kanska broyta
egnan hugburð. Tí vit eru øll
somul við til at uppala eitt
barn.
Fólkaheilsuráðið fylgir væl
við royking og rúsdrekka- og
rúsevnismisnýtslu hjá børn
um og ungum. Ráðið hev
ur saman við Deildini fyri
Arbeiðs- og Almannaheilsu
syrgt fyri, at Føroyar eru við
sum sjálvstøðugur partur
í eini altjóða kanning, har
35 lond luttaka. Kanningin
eitur ESPAD og verður gjørd
4. hvørt ár. Fimta kanningin
varð gjørd í 2011 millum øll 15
ára gomul og tølini vóru al
mannakunngjørd í 2012.
Nýtslan av hassji
Føroysk børn og ung nýta
sera lítið hassj samanborið
við børn og ung í londunum
kring okkum. Einans 5%
av teimum hava nakrantíð
roynt at roykt hassj. Sama
prosenttal er galdandi fyri
Noreg. Fyri øll hini Norður
londini í kanningini og serliga
í Danmark er nýtslan rættu
liga nógv hægri. Samanlíkna
vit okkum við Ísland í hesi
kanning, so roykja 10% av
teimum ungu í Íslandi hassj.
Sí talvu 1
Nýtsla av øðrum
rúsandi evni enn hassji
Eisini tá tað kemur til onnur
rúsandi evni enn hassj, so
hava børn og ung í Føroyum
eina lítla nýtslu samanborið
við okkara grannalond og
aftur nógv lægri enn meðal
talið fyri ESPAD londini.
Nýtslan er á leið tann sama
í Føroyum, sum hon er í
Noregi og í Finnlandi. Vit
liggja lægri enn Ísland og
væl lægri enn Danmark. Eftir
meðaltalinum fyri ESPAD
londini sæst, at Norðurlond
sum heild hava lægri nýtslu
av rúsandi evnum enn restin
av londunum.
Sí talvu 2
Rúsdrekka millum ung
Í mun til meðaltalið fyri
ESPAD londini, so drekka før
oysk ung minni enn meðal.
Vit drekka heldur meiri enn
tey ungu gera í Noregi og
Svøríki, men Ísland hevur
eina heilt serliga støðu, har
tey hava megnað, at fáa rús
drekkanýtsluna millum børn
og ung langt niður. Føroysk
ung drekka kortini nógv
minni enn donsk ung gera.
Tí ber til at frøðast um, at vit
ikki hava somu rúsdrekka
mentan sum danir.
Sí talvu 3
Royking
Hóast føroysk ung roykja
minni, enn tey hava gjørt
seinastu 15 árini, so roykja
tey enn alt ov nógv. 18,7 % av
teimum 15 ára gomlu roykja
hvønn dag og heili 30,5 % av
teimum roykja einaferð um
mánaðin ella oftari.
Sí talvu 4
Samanborið
við
okkara
grannalond, so er tað einans
Finland, sum liggur hægri
enn Føroyar. Eisini liggja vit
nakað omanfyri meðaltalið
fyri øll ESPAD londini.
Hagtølini
úr
Føroyum
vísa eisini, at tey ungu halda,
at tað er lætt at fáa fatur í
sigarettum.
Fleiri
neiligir
felagsnevnarar eru fyri børn
ini, sum roykja. Til dømis eru
tey vinir við aðrar roykjarar.
Nakrir, flestu ella allir teirra
vinir eru roykjarar. Eisini
er meiri sannlíkt, at ein
roykjari fær verri støðumet
í skúlanum, at hann/hon
skulkar oftari, og at hann/
hon
eisini
drekkur.
Tey
flestu, sum hava systkin, sum
roykja, roykja sjálvi. Eisini
føla roykjarar, at tey hava
trupult at fáa umsorgan frá
foreldrum. Kortini eru tey
væl vitandi um vandarnar
við royking.
Neiligu felagsnevnararnir
runt roykjarar vísa tíðuliga,
hvussu týdningarmikið tað
er, at vit øll kenna ábyrgdar
kenslu fyri teimum ungu. At
vísa umsorgan og at vera ein
fyrimynd – ikki einans fyri
okkara egnu børn men eisini
teirra vinum og vinum hjá
vinum.
Niðurstøðan
hjá ESPAD um
Føroyar í 2011:
Føroyskir næmingar
liggja lágt á 6 av 8 lykla
økjunum í ESPAD kann
ingini. Serliga eru tað
støði av hassjmisnýtslu,
sum liggur serliga lágt,
nevniliga á 5% mótvegis
einum ESPAD meðaltali,
sum er 17%. Nýtslan av
øðrum rúsandi evni enn
hassji, doyvandi evnum
og evnum at sniffa eru
eisini serliga nógv lægri
enn meðaltalið fyri
ESPAD londini.
Hinvegin, so er talið
fyri royking seinastu
30 dagarnar nakað yvir
meðaltalinum fyri øll
londini, og tað sama er
galdandi fyri rúsdrekka,
tá tey drukku seinast.
Kortini sær tað út til, at
nýtslan av rúsdrekka
eins og bingjudrekking í
Føroyum ikki kemur so
ofta fyri sum hjá hinum
ESPAD londunum í
meðal.
Sum heild kann sigast,
at Føroyar í ESPAD høpi
er eitt land, sum liggur
niðarlaga í hagtølunum.
Hvat er ESPAD?
Hesi lond eru í ESPAD:
Albania, Belgia, Bosnia
og Herzegovina,
Croatia, Cyprus, Kekkia,
Danmark, Estland,
Føroyar, Finnland,
Frakland, Týskland,
Grikkaland, Ungarn,
Ísland, Írland, Italia,
Lettland, Liecthenstein,
Littavia, malta,
Moldovia, Monako,
Montenegro, Noreg,
Póland, Portugal,
Rumenia, Russland,
Serbia, Slovakia, Svøríki
og Ukreina.
FÓLKAHEILSURÁÐIÐ:
Tað krevur eina heila
bygd at uppala eitt barn
Talva 1
Talva 2
Talva 3
Talva 4