Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-22, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. februar 2013síða 18

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 22. februar 2013 · Nr. 22 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kjak SEV er lívæðrin í samfelagnum SEV er lívæðrin í føroyska samfelagnum og eingin ein­ stakur aktørur man vera týdningarmiklari enn SEV í okkara samfelag. Sambært lóg hevur SEV veit­ingarskyldu: - tað er at veita álítandi streym alt samdøgrið fyri ein samhaldsfastan prís, og haraftrat hevur SEV eisini m.a. eina aðra skyldu: - tað er at arbeiða fyri, at sum mest av el-fram­ leiðsl­uni er úr varandi orku­keld­um. SEV er ein non-profit fyri­ tøka, t.v.s., at hon hevur ikki loyvi at hava vinning ella at leggja pening til síðis. SEV hevur ongan annan at lýta á enn egnan mátt og megi – SEV má tí til eina og hvørja tíð vera ført fyri at lofta sær sjálvum og okkum øllum, tí Føroyar eru ikki knýttar at nøkrum altjóða el-neti. Onnur lond kunnu í eini neyðstøðu dúa uppá eitt nú grannarnar, t.d. kann Danmark í slíkari støðu fáa streym úr Týsklandi ella Svøríki. Fráfarandi nevnd er fyrsta nevndin í SEV, eftir at tað fyri 4 árum síðani varð farið frá tí gamla stirvna leistinum við umboðsráði og einum stýri. Núverandi leistur er ein partafelagslíknandi skip­an við eini 7-manna nevnd og einum aðalfundi við eigar­ unum sum hægsta myndug­ leika. Og nú er tað ikki longur komm­unurnar sjálvar, sum hefta fyri skuldini hjá SEV, og m.a. tí er vorðið nógv tor­ førari at fáa bíligar fígging. Øll 7 ið vórðu vald í nevnd­ ina í SEV fyri 4 árum síðani vóru nývald. Tað hevur verið ført fram, at hetta er ikki rætti mátin, at tilvildarligir bý- og bygdaráðslimir ella leikfólk skulu sita í eini so týdningarmiklari nevnd. Ført verður fram at rættast var, at nevndin var samansett av væl skikkaðum nevndarlimum til at geva leiðsluni mótspæl. Hesum eri eg ikki heilt samd í, og vit í nevndini hava í ríki­ligt mát givið leiðsluni av­bjóðingar, fyri ikki at siga grá hár í høvdið. Nevniliga tí, at vit vóru leikfólk, úr øllum pørtunum av landinum, ið gevur fjølbroytni og eina mynd av samfelagshópinum,– hetta er týdningarmikið eftir mínum tykki. Tó er eitt men, og tað er at kvinnurnar eru undirumboðaðar bæði í nevnd og millum eigarnar. Fyrstu tíðina í nevndini varð ikki tosað um annað enn Víkavatn – sagt varð, at vatn­orkuútbygging, ja, hana kenna vit, nakað dýr sum íløga, men bílig í rakstri. Nevndin var álvarsom, varin, hugs­unarsom, trilvandi og lat leiðsluna bíða eftir sær – nevndin sat jú yvir av ser­ kunn­leikanum. Sum hálv Sunda­lagskona havi eg so mangan verið har norðuri og ikki minst verið hugtikin av Fossá. Men Víkavatn, har hevði eg ongantíð verið – legði so avstað ein sunnu­ morgun, einsamøll, regn og mjørki var. Finn Jakobsen, tekniski stjórin, hevði greitt mær frá, hvussu eg kom nið­an ígjøgnum eina kluft norð­an fyri Fossá. Eg kom niðaná, men vegna mjørka mátti eg halda meg til ánna; gekk og gekk; var við at geva skarvin yvir, tí einki sást til nakað vatn. Men so kom eg loksins til Víkavatn. Taka vit Víkavatn, taka vit ikki bara Fossá, men eisini allar áirnar hinumegin fjallarøðina t.v.s. í Saksun – dugi ikki at ímynda mær Saksun uttan áirnar! Mín niðurstøða var greið, latið okkum útbyggja vatnorkuna meira, har vit longu hava gjørt inntriv í náttúruna, við m.a. at brúka vatni umaftur. Nevndin trýsti á stand by knøttin. Samanumtikið kann eg siga, at vit í nevndini vóru ikki samd um alt, langt frá tí. Men tó samd um at verja borg, at verja SEV, hesa so týdn­ingarmiklu lívæðr í sam­ felagnum, at seta ferð á at út­ byggja varandi orkukeldur, at verja tí samhaldsføstu skip­anina –. Landspolitikkarar eiga, heldur enn at brúka tíð og orku uppá m.a. hvussu tey skulu yvirtaka SEV, at nýtt sína orku uppá at stuðla SEV við útbyggingini av varandi orku. T.d. við at veðhildið fyri lántøku, soleiðis at SEV hevur møguleika til lagaliga fígging; at avtikið MVG og oljugjaldið á streymprísinum, tí tað verður heilt vist neyð­ugt við enn fleiri prís­hækk­ingum. Alt hetta tilsamans hevði lætt nógv um at fíggja út­ bygg­ingina av var­andi orku­ keldum. Eitt samt Løgting samtykti ein veðurlags­poli­ tikk, men hvat skulu vit brúka ein einsamallan poli­ tikk til, tá ið landið einki ítøki­ligt útinnir á økinum og ongan pening setur av til enda­málið. Ikki fleiri turrlagdar áir soleiðis hissini kring land­ið. Men vit vilja hava var­andi orku, og tá eru vind­myllur, og ivaleyst eisini sjóvar­ falsturbinur við, eitt gott alternativ. Mín áheit­an skal vera á lands­politikk­ararnar: síggið álvar­semið í hesum, og tað er í tøkum tíma, at tit gera eina yvir­skipaða ætlan um, hvørji økir kunnu leggjast av til vindmyllulundir, har atlit m.a. verður tikið til ábarheit, útsýnið og náttúruna. Farið tí til verka beinanvegin, gerið eina lóg, sum verjir náttúruna og landið; og har hava vit tørv á, at tit m.a. eisini hugsa fagurfrøðiliga. Verða vindmyllur spjaddar fyrilitarleyst kring allar oyggjarnar, kunnu vit koma í ta støðu, at vit missa meira av náttúru, enn vit vinna í varandi orku – Burðardyggd og margfeldni eigur at vera ein sjálvfylgja í øllum okk­ara gerðum, verkum og lutum - at vera okkara skjaldra­merki. Slík lóggáva hevði eisini skapt tryggar og álít­andi karmar fyri eitt nú orku­vinnuna, ið SEV er aktørur í. Farið væl við leiðsluni og starvsfólkunum í SEV – tey eru sera dugnalig, og teirra samleiki er eitt við SEV. Tey halda samfelagshjólini gang­ andi, og tey hava virðismiklar royndir at menna SEV enn meira fram á leið. Og í SEV er trygdin altíð í hásæti móti starvsfólki og borgarum. Bý- og bygdaráð hava nú valt síni umboð í SEV nevndina. Tórshavnar býráð hevur aftur valt meg at umboða seg; og hesa ferð tvey tey síðstu árini av skeiðinum, t.v.s árini 2015 og 2016. Um lív og heilsa verður, gleði eg meg til enn einaferð at átaka mær hesa stóru avbjóðing. Fari at ynskja nevnd, eigar­ um, leiðslu og starvsfólkum góðan byr. Sambært orðabókini, sum Sprotin gevur út, verður sagt, at ein vaðskítadagur er ein dagur tá maður drepur ikki livandi. Og at draga vaðskít er at draga snørið upp við ongum fiski á. Hugtakið verður av føroyingum eisini brúkt um annað virksemið enn fiskiskap, sum gongur illa. Vit føroyingar hava einki ímóti vaðskítum. Vit sláa manngarð um teir, um onkur hættar sær at seta spurnartekin um teirra virksemið. Men, tað løgna er, at vit føroyingar sjáldan sláa manngarð um teir, ið hava framt avrik, sum ganga væl og eru til frama fyri teir, ið avrikið hava framt, og samfelagið annars. Hví gleðir tað ikki føroyingar, tá ein vinnufyritøka vinnur nógvan pening? Hví hava føroyingar lyndi til at verja eina vinnufyritøku, sum er farin á heysin og elvt til stór tap hjá bæði privatum og tí almenna? Í hesum døgum verða almannakunngjørdir ársroknskapir hjá vinnufeløgum fyri árið, sum fór. Sjáldan, fyri ikki at siga ongantíð, er ein viðurkennandi ella eggjandi viðmerking at síggja frá almenninginum, tá fyritøkan boðar frá góðum úrsliti. Hinvegin síggjast ofta viðmerkingar um, at so eigur felagið at lækka prisin á vøruni ella tænastuni, tað selur. Vit hava í hesum blað lisið um vinnufyritøkur, sum eru farnar á húsagang og elvt til stór tap hjá landskassanum fyri miss av mvg, sum fyritøkan hevur kravt inn og havt í varðveitslu fyri ta almenna, men sum fyritøkan hevur brúkt til at rinda sínar egnu útreiðslur við, heldur enn at bera landskassanum. Enn havi eg ikki sæð persónar, sum hava havt leiðsluna um hendi í hesum vinnufeløgum, alment biðið um umbering, men mangan sæð teir givið til kennar, at teir kenna seg órættaðar av slíkari skriving. Og Ikki sjáldan sæst, at føroyingar sláa ein verjandi manngarð um fyrrverandi leiðslurnar av slíkum vinnufeløgum. Uttan í heimi verða góð úrslit hjá vinnulívinum lovprísa og tey, sum standa á odda fyri slíkum fyritøkum skapa virðing millum manna. Í botn og grund er hetta ikki annað enn natúrligt, meðan verjan av vaðskítaavrikum er ónatúrlig. So, góðu landsmenn, er tíðin ikki komin til sjálvrannsakan? Er tíðin ikki komin at taka í egnan barm og ynskja teimum tillukku og góðan byrð framyvir, sum duga at fáa virksemi at rigga og geva avlop? Gott vikuskiftið. Eyðfinnur Jacobsen advokatur EYGA MÁLIÐ Vaðskíta­ mentan Marin Katrina Frýdal Tjóðveldi býráðslimur fyri Tórshavnar býráð Viðmerkingar og lesarabrøv til Sosialin skulu sendast til teldupostadressuna: post@sosialurin.fo