Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-22, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. februar 2013síða 19

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Fríggjadagur 22. februar 2013 · Nr. 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Edmund Joensen Fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin Tórbjørn Jacobsen Jóannes Eidesgaard Hans Pauli Strøm Hergeir Nielsen Jógvan Sundstein Edmund Joensen Álandsmodellið er lykil Føroya til Europa Orðaskiftið um støðu Føroya í Europa er dovnað. Tað er hugstoytt. Tí tess meira vit í Føroyum tiga, bíða og nokta at taka okkara náttúrliga pláss millum onnur lond í Europa, tess truplari kann tað gerast at fáa betri atgongd til marknaðin, har ið meira enn 500 milliónir brúkarar eru avtakarar av føroyskum vørum. Og tess meiri vit í fiskivinnu­ politikkinum stríðast við onnur lond, tess verri verður at fáa normal viðurskifti við tey, sum vit frameftir skulu gera týðandi avtalur við. Myndaliga talað er klokkan er tíggju minuttir í tólv. Vit hava seinasta útkall fyri at gera tað rætta fyri Føroyar í europa­ politiskum samanheingi. Henda tíðargrein lýsir, hvussu umráðandi tað er at koma í gongd við tann seriøsa europapolitikkin, har ið Føroyar málrættað fara eftir at sleppa inn um ES-garðin. Greinin er eisini ein útpurring til politisku skipanina. Í áravís hevur framfýsin europa­ politikkur verið ógjørligur at reka. Hetta er politikkurin, sum m.a. kann: • vaksa um marknaðin hjá før­ oysk­um fyritøkum • skapa búskaparvøkstur • fjøltátta vinnulívið • tiltrekkja væl útbúgvin fólk til Føroya • seta ferð á tann altavgerandi fólka­vøksturin í landinum Spurningurin er: skulu Føroyar fram­vegis - eftir 40 ár uttan fyri europe­iska garðin - avnokta Europa? Skal strategiin vera eitt stríð við grannalondini? Ella skulu føroyskir leiðarar hugsa kon­struk­ tivt og brúka europeiska lykilin, sum Áland hvønn dag kann njóta gott av? Meiri europeisk integratión Myndin av Europa í dag er fyrst og fremst merkt av búskaparligu kreppuni. Støðan í Grikkalandi, Italia og Spania hava leingi sett dags­ skránna. Fíggjarliga og búskaparliga upp­ ruddingin, serliga í Suðureuropa, hevur sett stjórnir undir trýst og kravt gott tol millum skattgjaldarar aðra­staðni í Europa. Ongin kreppa varar tó í allar ævir. Einaferð hasar búskaparkreppan av, og so verður aftur gerandis­ dagur. Hvat slag av Europa man reisa seg, tá sjógvurin slættast? Helst verður talan um eitt megin­land og ein felagsskap av londum, sum í størri mun enn áður fara at samstarva og samansjóa síni áhugamál og virksemi. Longu nú hava europeisku londini fyrireikað eina felags fram­ tíð, har ið samstarvið og saman­ haldið verður upp aftur sterkari enn áður. Sum vera man, sæst europeiska integratiónin serliga væl á fíggjar­ liga og búskaparliga økinum. ES- lond vilja hava skil á aftur eftir skrædlið í bankaheiminum. Tí er ætlan løgd um eitt nógv sterkari og meiri samskipað fíggjarligt og búskaparligt samstarv. Eisini innan handil er ein sterk dagsskrá. ES leggur dent á multilateralu spælireglurnar fyri handil í WTO-samanheingi, men stórt fokus er á at gera sínamillum avtalur við einstøk lond. Eitt nú er ein sera framkomin avtala fyri stuttum gjørd við Suðurkorea, og hana fara fyritøkurnar í Europa at njóta gott av frameftir. Endamálið er at skapa stabilitet, øktan handil, búskaparvøkstur, nýggj arbeiðspláss og størri sosial­ an tryggleika og trivnað fyri europe­arar. Við øðrum orðum: Europa dubb­ ar seg til nýggjar og spennandi tíðir eftir búskaparkreppuna. Smálond vilja økta europeiska integratión Júst ta øktu integratiónina og framtíðarætlanirnar hjá ES hevur okkara grannaland, Ísland, sett sær fyri at fáa lut í. Longu í ár er sannlíkt, at sam­ ráðingarnar um íslendskan ES- limaskap nærkast endanum. Fer Ísland upp í ES, so fær land­ið fyrimunir, eitt nú kunnu fyri­tøkurnar tá selja vørur inn í ES undir munandi betri treyt­um enn føroyskar fyritøkur. Vans­ar eru sjálvandi eisini, men í sam­ ráðingunum verða teir avmarkaðir sum mest. Áhugin fyri at gerast partur av europeiska felagsskapinum er stórur. Í bíðirøðini standa eisini Kroatia, Turkaland, Montenegro og Makedonia. Væntandi er eisini, at smálond í Europa - San Marino, Adorra og Monaco - fara at knýta seg støð­ ugt tættari at europeiska felags­ skapinum. Høgur garður Myndin er, at ein høgur garður verður reistur millum ES-lond og ikki-ES-lond. Innan fyri garðin - á tí ovurstóra markn­aðinum og tí sterka felags­ skapinum - eru fyrimunir, øktur handil og vøkstur. Uttan fyri garðin gerast av­ bjóðingarnar støðugt størri við harðnandi kapping, verri treyt­ um og færri europeiskum sam­ starvsmøguleikum. Lond, sum vilja ta spennandi framtíðina fyri borgarar og vinnulív, knýta seg upp í øktu europeisku integratiónina. 40 ár uttan fyri garðin Spurningurin er, hvørju megin europeiska garðin, Føroyar vilja standa? Svarið er ógreitt, tí í løtuni verður ongin europapolitikkur førd­ur í Føroyum. Søgan vísir tó, at Føroyar í júst 40 ár hava staðið uttan fyri garðin, ið nú gerst støðugt hægri. Í 1973/1974 tóku Føroyar støðu. Landið vildi ikki fylgja restini av ríkinum inn um garðin. 40 ár seinni sæst, at Føroyar mugu umhugsa hesa avgerð av nýggjum. Hon er snøgt sagt ikki í tráð við tíðina og serliga menningina, ið Føroyar á mongum økjum hava brúk fyri. Júst sum Ísland og onnur smálond í okkara heimsparti. Hyggja vit at teimum 40 árunum, so er høvuðsmyndin, at skiftandi handilsavtalur hava verið við EF/ES, Í eini tíð, har ið Europa verður alt meiri sameint politiskt og búskaparliga, er átroðkandi, at Føroyar taka støðu til sín leiklut og støðu í europeiskum samanheingi: skulu Føroyar framvegis - eftir 40 ár uttan fyri europeiska garðin - avnokta Europa? Skal strategiin vera eitt stríð við grannalondini? Ella skulu føroyskir leiðarar hugsa konstruktivt og brúka europeiska lykilin, sum Áland hvønn dag kann njóta gott av? Framhald á næstu síðu tíðargrein