fríggjadagur 22. februar 2013síða 20
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 22. februar 2013 · Nr. 22
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
eitt nú eftir at innari marknaðurin
varð skipaður. Undantøk hava verið
frá
fríhandilsprinsippum.
Loft,
kvotur, avgjøld og avmarkingar hava
tarnað føroyskum útflutningi til
Europa. Sínamillum fiskaríavtalur
hava tó verið vanligar.
Aftur og aftur hava skiftandi
landsstýrir, meira ella minni hálv
hjartað, sagt seg vilja hava eitt
tættari samstarv og samband
við ES. Ferð eftir ferð eru álit og
frágreiðingar skrivaðar og síðani
lagdar í myrkar skuffur.
Ongin veruligur vilji og ongin
framdrift.
Heldur ikki, tá ið Løgtingið og
landsstýrið pikkaðu á dyrnar hjá
EFTA. Tann hurðin varð ikki latin
upp. Hetta vóru ikki røttu euro
peisku dyrnar at royna at lata upp.
Klandur og stríð
Tey 40 árini fevna eisini um stríð.
Hvør minnist ikki anti-dumping-
málið? Diskussiónina um avgjøld
á triðjalandsfisk?
Nú vit skriva 2013 liggja Føroyar
og ES í opnum stríði.
Eg leggi meg ikki út í, hvør
hevur ábyrgdina. Men tað er ein
sannroynd, at makreltrætan - og
nú eisini ósemjan um sildaveiðu -
bera í sær sera vánalig viðurskifti
við lond, sum vit frameftir skulu
samstarva væl við.
Er hetta tað optimala fyri okkum
sum land?
Eru klandur og stríð gevandi kós
fyri okkara samfelag?
Svarið kenna øll.
Hetta er ikki leiðin at ganga.
Nýggj kós má setast.
Myturnar liva væl
Føroyar fara eftirhondini at standa
rættiliga einsamallar uttan fyri
europeiska garðin, og tað er ikki ein
haldfør støða.
Tey, sum vilja fasthalda Føroyar í
altjóða isolatión, siga, at tað ber ikki
til at koma inn um garðin.
Summi siga, at ES er eitt trøll,
ið fer at dustsúgva okkara grunn
ar og taka ræðið á fiskivinnu
politikkinum.
Onnur siga, at vit fara at
"drukna" í Europa.
Uppaftur onnur halda, sum vant,
at onki ber til uttan loysing.
Myturnar hava tó lítið upp á
seg.
Ein røð av smálondum hava
nevniliga fyri langari tíð síðani
skipað seg væl innan fyri garðin.
Hygg at Guernsey, Isle of Man,
Jersey og Álandi. Tey liva væl
innanfyri. Hetland er nokk undan
takið, sum váttar meginregluna.
Hví skuldi tað ikki borið til hjá
Føroyum at vunnið somu góðu
støðu og rættindi sum hini?
Álendska modellið
Fyri Føroyar eru Álandsoyggjarnar
serliga áhugaverdar.
Áland fór upp í ES saman við
Finnlandi í 1994, og saman hava tey
bæði londini vunnið Álandi føst og
varandi undantøk í ES-skipanini.
Serskipanin hjá Álandi áset
ur m.a., at landið umsitur niður
seturættin, og at tað eru álendskir
myndugleikar, ið avgera reglurnar
um, hvør kann keypa og arva
fastogn í landinum.
Harumframt ásetur serskipanin
– og hetta er serliga fyri Føroyar
– at Áland hevur undantak frá
reglunum um óbeinleiðis skatt í
ES.
Harvið kann Áland varðveita
tollfría handilin, t.d. umborð á
álendskum ferjum, ið hevur av
gerandi týdning fyri búskapin í
landinum.
Tankin er, at ein føst og varandi
serskipan eisini kann fáast í lag
fyri Føroyar, so føroyskir myndug
leikar t.d. hava fult og heilt ræði
á fiskivinnupolitikkinum og um
sitingini av fiskatilfeinginum á
føroyskum sjóøki, tí hesi hava
avgerandi týdning fyri búskapin í
Føroyum.
Helst kunnu serskipanir eisini
gerast fyri onnur øki, ið hava ser
ligan týdning fyri Føroyar.
Í grundini hevur Áland lykilin til
Europa, sum Føroyar kunnu brúka.
Álendski leisturin er fordømið, sum
Føroyar kunnu brúka fyri at sleppa
inn um garðin til hini londini og
fyrimunirnar.
Enn hevur onki føroyskt lands
stýrið viljað ella torað at lagt hesa
kós.
Kanska tí, at hesin leistur ber
til.
Onki fyri onki
Hinvegin fáast varandi serskipanir
neyvan fyri onki í ES-samanheingi.
Nærliggjandi er, at Føroyar mugu
lata nakað afturfyri.
Prísurin fyri eina serskipan
fyri Føroyar kann verða, at fiski
vinnusamstarvið við ES skal økjast,
men at Føroyar hava ræðið. Júst
sum við skattareglunum í Álandi.
Eins og Ísland í dag telvar við
ES, so skal prísurin fyri eina ser
skipan fyri Føroyar takast upp í
samráðingum við ES.
Munurin er tó, at Føroyar skulu
hava munandi betri treytir enn
grannarnir fyri norðan, tí at Føroyar
eru við í einum ríki, ið longu lutvíst
hevur ES-limaskap.
Vit skulu brúka danska ES-lima
skapin aktivt.
Kom nú í gongd
Her er bert eitt at gera, um Føroyar
skulu fáa lut í fyrimununum og
teirri øktu integratiónini, sum onn
ur smá lond njóta gott av.
Føroyska stjórnin má til arbeiðis
og leggja tey 40 árini væl aftur um
seg við nýggjari europeiskari kós.
Føroyskir leiðarar skulu hugsa
konstruktivt og brúka álendska
lykilin og flyta okkum øll inn um
garðin.
Føroyar mugu vera við, har ið
tað er spennandi at vera.
Laxalús lúsasex lúsavinna V-V
Trupulleiki
Laksalúsin, Lepeophtheirus
salmonis, er ein sonn plága
og stór útreiðsla hjá ali
vinnuni her á landi eins og
uttanlands.
Fyri
stuttum
varð nevnt í luftbornu miðl
unum, at kostnaðurin av at
halda lakslúsini niðri á ein
um ikki-skaðiligum støði í
føroysku alvinnuni er umleið
100 milliónir Dkr árliga. Ein
varislig
kostnaðarmeting,
gjørd í 2010 vísti, at laksa
lúsatrupulleikin kostar al
heimsalivinnuni
umleið
2,3 milliardir Dkr um árið.
Fleiri
avlúsingarevni
eru
uppfunnin og framleidd, og
granskað hevur verið nógv
í smittuvandanum frá ali
ringum til fríar fiskavertir og
øvugt. Men higartil er eingin
varandi loysn funnin uppá
laksalúsatrupulleikan.
Eftirleikur
Eftir fullgjørt verk vóru
sáðhylkini
fastlímaði
til
munnan á kvennskøpunum
og foraðu harvið næstu
ísáðing frá aðrari kalllús.
Vanliga hevur verið hildið,
at laksalúsajómfrýr makast
bert ta einu ferðina, men
nýggjar kanningar hava víst,
at í teimum fáu førunum har
límaðu sáðhylkini loysna,
har eru sædd tekin um end
urmaking. Lakslúsin kann
goyma sáðina og velja røttu
løtuna til sjálva gitingina,
har egg og sáð møtast og
sameinast. Aftaná tríggjatíma
longu post-copulara støðuna
og lokið verk er lúsakallurin
sæddur at leita eftir aðrari
jómfrú fyri at kanna eftir,
um viðkomandi kundi verið
egnað
til
nøringarmaka.
Vanliga, so er kvennlúsin
nógv støðufastari á laksi
enn kalllúsin. Kalllúsin er
tessvegna eitt týningarmál,
um ynskiligt er at steðga út
breiðsluni av laksalúsini.
Laksalúsavinna
Gransking á Havstovuni vísir
greitt, at eitt anticyclonisk
rák er kring føroyska land
grunnin, og at sjógvurin av
hesi orsøk er staðbundin í ein
ávísan mun undir vanligum
veðurviðurskiftum.
Tað
merkir, at smáverur, sum
flóta við streyminum, eitt
nú smittandi copepodidir
hjá
laksalúsini
kunnu
væntast at vera verðandi
eina tíð kring oyggjarnar.
Harafturat
kundi
eisini
hugsast, at streymbornar lýs
uttanífrá ikki so lætt skuldu
funnið vertir í lutvíst lokaðu
oceanisku streymskipanini
kring oyggjarnar.
Naupliiur I og II ham
skiftast eftir fáum døgum
til smittandi copepodidir.
Tilveran sum planktoniskar
naupliir I, II og smittandi
copepodidir kann varða í 5
til 15 døgn, alt eftir tempera
turinum. Vanliga, so mugu
smittandi
copepodidirnar
finna ein vert innan 10 til 15
dagar, tí annars doyggja tær.
Kanningar uttanlands vísa, at
laksalýs kunnu ferðast 11 til
45 km frá klekingarstaðnum
í 5 til 15 døgn. Hesar upp
lýsingar tiknar saman við
lutvíst staðbundna sjónum
á føroyska landgrunninum
kundu givið ta fatan, at
laksalúsin kring oyggjarnar
er ein staðbundin stovnur
við avmarkaðum streymi
av
fremmandum
ílegum.
Greitt er ikki, um laksalúsa
stovnurin kring oyggjarnar
er serføroyskur ella ikki.
Er tað soleiðis, at laksalúsa
stovnurin er staðbundin og
avbyrgdur, og at kvennlúsin
er monogam í stóran mun,
so átti tað at borið til at
hildi hesum lúsastovninum
niðri við vælmenta SIT geld
ingarháttinum. Stóra avbjóð
ingin er at framleiða heilt
stórar nógdir av sterilum kall
lúsum og sleppa teimum leys
um á alistøðunum ella tætt
við. Syntetiseraðir kemiskir
attractantar ella framkomnir
lívtøkniligir hættir kundu
verði nýttir til at savna og
avbyrgja geislingargeldu og
gyrndafullu kalllýsnar við.
Megna vit ikki uppgávuna
sjálvi her á landi, so kundu
vit søkt um samstarv við
næstu grannalond okkara
eins og fleiri alheims stovnar.
FAO (Food and Agriculture
Organization), WHO (World
Health Organization), IFAD
(International
Fund
for
Agricultural Development),
UNDP
(United
Nations
Development Programme) og
IAEA (International Atomic
Energy Agency) kenna til
geislageldingartøknina,
og
hava verið góðir stuðlar. Sum
er, so kostar lúsatrupulleikin
millum 2 og 3 milliardir Dkr
í heimshøpi. Fáa vit eina
framleiðslu av geislageldum
laksakalllúsum í lag fyri 200
til 300 milliónir Dkr og kunnu
selja hesar geldkokkarnar
bíliga, eitt nú fyri 1 milliard
Dkr, so er talan veruliga um
eina lønandi framleiðslu fyri
ikki at siga eina lukrativa
vinnu. Ikki er óvist, at henda
lúsaframleiðsla við marknaði
innan- og uttanlands kundi
vorðið til eina týðandi vinnu
her á landi, um rætt verður
atborið.
Fróðskaparsetur
Føroya kann gera mun
Við einum fíggjarliga sterkum
væl skipaðum virknum og
innovativum náttúruvísinda
ligum umhvørvið her á landi,
so er lítil ivi um, at saman
við alivinnuni, útlendskum
samstarvspartnarum, FAO
og IAEA hevði borið til at
loyst laksalúsatrupulleikan
á ein granskingargrundaðan,
umhvørvisvinarligan
og
burðardyggan hátt.
Laksalús
– Lepeophtheirus salmonis
kjak
Hóraldur
joensen
tíðargrein
Framhald av síðu 19
SAMANDRÁTTUR
Laksalúsin er ein afturvendandi trupulleiki hjá
alivinnuni og avlúsingarevni og strev at beina fyri
henni kostar nógvan pening. Umráðandi er at kenna
laksalúsalívfrøðina eins og nøringarhátt fyri at
kunna finna fram til alternativar týningarhættir.
Geislagelding er ikki ókend tøkni í samband við
skordýr, men er als ikki roynd í samband við laksalús.
Fæst hesin lívssøringarháttur at virka kann hann
verða til mikið fíggjarligt og vinnuligt gagn. Ein
fortreyt fyri skjótari menning er eitt fíggjarliga sterkt
væl samskipað og innovativt granskingarumhvørvið.