fríggjadagur 22. februar 2013síða 21
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Fríggjadagur 22. februar 2013 · Nr. 22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tað er tú, sum tekur endaliga avgerð um tína útbúgving,
men nú kanst tú fáa svar upp á spurningar um lestur her
í Sosialinum. Holger Arnbjerg, sum starvast á Altjóða
Skrivstovuni við Fróðskaparsetur Føroya, og Bjørg Róin, lærari
á Føroya Studentaskúla í Hoydølum, vegleiða teg um tínar
møguleikar innan útbúgving og um tey fíggjarligu viðurskiftini.
Holger og Bjørg arbeiða dagliga við at vegleiða fólki, sum ætla
sær undir útbúgving í Føroyum ella uttanlands, antin tað er
styttri ella longri útbúgving, verklig ella ástøðilig.
Tú kanst senda spurningar um útbúgvingar til post@sosialurin.
fo, og so svara Holger og Bjørg tær her í Sosialinum.
Frá sumri 2013 eru allar gymnasialu
útbúgvingar í Føroyum broyttir. Ein
gymnasial útbúgving er fyrst og fremst
ein almennandi útbúgving og ein
fyrireiking til hægri lestur og ikki ein
útbúgving, sum gevur atgongd til eitt
ávíst yrki.
Tú kanst taka eina gymnasialu
útbúgving á eina av seks ymiskum
breytum. Tær eru :
Búskaparbreyt
(Føroya Handilskúli í Tórshavn og
Føroya Handilsskúli á Kambsdali)
Tilfeingisbreyt
(Fiskivinnuskúlin í Vestmanna)
Tøknibreyt
(Tekniski Skúlin í Klaksvík)
Fyrireikingarbreyt
(Studentaskúlin og HF-skeiðið í
Eysturoy, Klaksvíkar HF-skeið og Føroya
Studentaskúli og HF-skeið)
Hugbreyt
(Studentaskúlin og HF-skeiðið í Eysturoy,
Miðnámsskúlin í Suðuroy og Føroya
Studentaskúli og HF-skeið)
Náttúrubreyt
(Studentaskúlin og HF-skeiðið í Eysturoy,
Miðnámsskúlin í Suðuroy og Føroya
Studentaskúli og HF-skeið)
Allar breytir eru trý ára breytir, tó
er Fyrireikingarbreytin ein tvey ára
breyt, ið serliga er ætla tilkomnum
næmingum.
Á øllum breytum eru felagslærugreinar,
breytalærugreinar og vallærugreinar.
Felagslærugreinar eru kravdar
lærugreinar uttan mun til breytaval.
Breytalærugreinar eru kravdar
lærugreinar, sum eyðkenna einstøku
breytirnar.
Vallærugreinar eru lærugreinar, sum
næmingurin kann velja eftir egnum
áhuga, tó við serstøkum avmarkingum á
einstøku breytunum.
Allir næmingar á framhaldsdeildunum
í 9. og 10.flokk eiga at hava fingið
kunningarhefti um nýggju
skipanina. Annars kann hetta
kunningarhefti fáast við at venda sær
til ein av framhaldsdeildunum, til ein
miðnámskúla ella til Mentamálaráðið.
Harumframt kunna teir
gymnasialu miðnámsskúlarnar
um teirra útbúgvingar, antin eru
kunningarfundir á miðnámsskúlunum,
ella fara lestravegleiðararnir
frá miðnámsskúlunum út á
framhaldsdeildunum at kunna.
Á www.breyt.net ber eisini til at lesa
um nýggju skipanina, og her kann eisini
umsóknarblað takast niður. Freistin at
søkja til eina gymnasiala útbúgving er
15.mars, og umsóknin skal avleverast til
tann miðnámsskúlan, sum man søkir
inn á sum 1.prioritet.
N.B. Á Føroya Studentaskúla og HF-
Skeið (Hoydalar) skulu umsøkjarar, tá
søkt verður, bert velja hugvísindabreyt
ella nátturubreyt og ikki fak. Tá
upptøkan er liðug fyrst í apríl, fáa
næmingar, sum eru sloppin inn, bræv,
hvar skúlin greiðir frá, at nú skal veljast
lestrarleið innan fyri ta breytina, sum
søkt er inn á.
Leiðinar í Hoydølum eru :
Lestraleiðir á hugbreytini
•
Málleið
•
Samfelagsleið
•
Listaleið
•
Almennleið
Lestrarleiðir á náttúrubrytini
•
Scienceleið við evnafrøði
•
Scienleið við alisfrøði
•
Lívfrøði- og ítróttarleið
•
Samfelagsleið
Á heimasíðuna hjá skúlanum ber til at
lesa meira um hesar leiðir.
Almen kunningarfund um breytir
og leiðir fyri komandi næmingar
og foreldur teirra verður á Føroya
Studentaskúli og HF-skeið hóskvøld
7.mars 2013 kl.19.00.
Gymnasialar útbúGvinGar í Føroyum Frá auGust 2013
SpurnarSíðan
Spyr og fá svar um útbúgvingar. Allar. Allastaðni.
Spurningur 1
Hvat er ein »kvotu 2 umsókn«, og hvussu fái eg nakað at vita um tað?
2'arin
Hey 2'arin
Hóskvøldið 28. februar á Østrøm á Skálatrøð er almenn kunning um kvotu 2 kl 19 um kvøldið.
Kunningartiltøk um útbúgvingarnar og kvotu 2
Fríggjadagin 15. mars er umsóknarfreist til at søkja inn til lestur á Fróðskaparsetur Føroya
og í Danmark eftir kvotu 2.
Kvota 2 er møguleikin hjá teimum, har miðaltalið í gymnasiala miðnámspróvnum ikki er nóg
gott ella har umsøkjari hevur annað javngott prógv á sama stigi ella hægri. Tá verða eisini
aðrir førleikar enn gymnasialt miðnámsskúlaprógv tiknir við í metingina.
Í hesum sambandi verður skipað fyri kunning um útbúgvingarnar á Setrinum. Í ár er
møguligt at søkja inn á 7 ymiskar bachelorútbúgvingar á Setrinum. Hesar eru:
• Lærari
• Námsfrøði
• Sjúkrarøktarfrøði
• Sosialvísindi og samfelagsplanlegging
• Politikkur og umsiting
• Søga
• Føroyskt
Eisini verður kunnað um kvotu 2 umsóknir til upptøku í Danmark.
Vh - Bjørg og Holger
Spurningur 2
Hvussu kann eg útbúgva meg til jarðamóður í Íslandi?
YYY
Svar til YYY
Tað einfalda svarið er, at íslendingar fyrst taka eina bachelor í sjúkrarøktarfrøði upp á
trý ár, og síðani søkir tú inn á Háskúla Íslands - www.hi.is <http://www.hi.is> - til eina
masterútbúgving til jarðarmóður, sum tekur tvey ár upp á fulla tíð. Útbúgvingini er ókeypis.
Útbúgvingin skal góðkennast av donskum myndugleikum fyri at kunna brúkast í Føroyum.
Tú kanst fáa SU úr Danmark til uppihald undir útbúgvingini eftir umsókn hjá SU-stýrinum
í Danmark.
Vh Bjørg og Holger