Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-22, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. februar 2013síða 22

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 22. februar 2013 · Nr. 22 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 miðvikan Frants Restorff var kokk Frants Restorff var eitt kent bakaranavn í Havn í eini 100 ár. Hann var abbasonur gamla M.C. Restorff og byrjaði bakarí í 1902. Men undan tí hevði hann eitt ævintýrligt lív Frants hevur verið umrøddur í røðini Hendur ið Sleptu. Um hans­ ara lív verður greitt frá í Dimma­ lætt­ing í 1928: Bagermester Fr. Restorff, en af vore vidtberejste Landsmænd, af­rejdste for et par Uger siden til Dan­mark for at søge Rekreation paa Hareskovens Kuranstalt. Hr. Restorff har allerede i nogen Tid haft et svagt Helbred. Allerede i 15 Aars Alderen kom han i Lære hos Hofbager Olsen & Søn i København, og efter udstaaet Læretid var han hjemme paa Færøerne et Aars Tid. Rejste saa til Udlandet, hvor han fik en meget alsidig Uddannelse i Bagerfagets og Kokkefagets for­ skellige Afskygninger. I 11 Aar færdedes Hr. Restoff ude i Verden baade i Øst og Vest og fik set sig godt om derude. Han er saa­ledes en af vores mest berejste Mænd. En Overgang var Hr. Restorff Liv­kok hos den siamesiske Konge. Dette gik til paa den Maade, at Kong­en af Siam var paa Besøg i Europa, og Restorff fik Plads paa Konge­skibet. Han fulgte med Skibet til Siam, hvor han forblev et par Aar som Kok og Bager, dels paa Konge­ skibet, naar Kongen var til Søs, og dels paa Kongeslottet, naar Kongen opholdt sig i Land. Fra Siam kom Hr. Restorff hjem til England. Rejste senere til New York og derfra gennem Stat­erne til New Orelans. Hans arbejd­ede sig frem til Nicaragua i Mellem­ amerika, hvor han havde en Onkel. [Frants, pápabeiggi Jørgen Frants Jacobsen.] Onklen havde opsyn med en Del Bananplantager samt med hugst af kostbare Træsorter bl.a. Mahogni­ træer. Hr. Restorff blev nu Kok og Bager for de hvide Mennesker, der stod i Arbejde hos Onkelen, en ret eventyrlig Tilværelse, der varede det meste af et par Aar. Derpaa tog hr. Restorff Plads som Kok i Langfart. Og da Faderen, Købmand Andreas Restorff, døde, kom Hr. Frants Restorff hjem til Færøerne igen efter 11 Aars Rejseliv. Hr. Bagermester Restorff, der med rette kan kaldes en self made Mand, begyndte under ret beskedne Forhold at drive Bageri paa egen Haand. Men han har efterhaanden oparbejdet sin Forretning til den største af sin Slags herhjemme. 120 dagar úr Thailandi til Europa Frants fór aftur til Europa við bark­ ini Solveig, har hann var kokkur. Á hesi ferðini skrivaði hann dagbók. Henda Miðvikan er brot úr hesi dag­bókini, sum sigur eitt sindur um sjólívið tá í tíðini. Frants byrjar at skriva 20. 9 1894 eftir 12 dagar í sjónum . Hesa fyrstu tíðina hevur hann ikki upplivað nakað av týdningi. Hann er nóg illa komin at kenna teir, hann er saman við. Hetta er so stutt tíð, at ein ikki eingang kann læra seg sjálvan at kenna, sum hann tekur til. 23. september 1894 Í dag eru tvey ár síðani, eg fór úr gamla Keypmannahavn. Tá av­ gjørdi eg, at eg vildi ikki síggja býin aftur fyrr enn um trý ár, og henda av­gerðin stendur við, um vit ikki í Queens­town í Írlandi fáa boð um at fara til Keypmannahavnar. Eg siti í míni ”kabinu”, sum eg havi sama við Gottlieb, og hava vit beint spælt kort saman við nøkrum av manningini. 24. september Eg siti her og fái ikki tíðina at ganga. At sova tori eg ikki. Lutvíst tí at ”hinum gamla”, skiparanum, neyvan hevði dámt, at eg svav mitt á fyrra­partinum. Men eg má eisini ansa eftir bønunum yvir eldinum. Tær kunnu lættliga brennast. Eg kundi hugsa mær at telgt ein siamesiskan bát til beiggja mín, Johan. Men mær manglar træ og ein góðan knív, so tað má bíða. Hin gamli bað meg fara fórút at hála klyvaran inn. Tað eru so nógv æl her við vindi, og seglføringin skal broytast hvørja ferð. Nú eru 18 dagar síðan vit fóru úr Bangkok og enn liggja vit og krússa millum oyggjarnar her í Sundahavinum. 1. oktober Í dag er ein stór hending. Eg havi rakað yvirskeggið, tí eg síggi, at hinir gera tað sama. Eg føli meg nógv eldri og kenni illa meg sjálvan aftur í speglinum. Fyri trimum døgum síðani fóru vit um ”linjuna”, ekvator, á leiðini suður um Afrika. Hetta er fyrstu ferð hjá mær. Slapp tíbetur undan dópinum. Men vit koma um hana enn eina ferð. Tað var heppið, at eg slapp úr Bangkok. Tað var heldur ikki við tung­um sinni, at eg fór hagani. Eg fór hagar við teimum bestu vónunum um, at tað vildi ganga mær væl, og eg fór haðani í teirri góðu trúgv, at tað fer at ganga mær betri í Amerika. “Den dag vi rejste fra Kasichang var Vejret ogsaa stygt, en gruelig Regn og Mørke, saa jeg ikke engang kunde kaste et sidste venligt Blik paa Indineer Addesons hus, hvor jeg havde haft saa mange glade timer, eller mit Kjøkken, hvor jeg har lavet saa megen god Mad til Kongen og Kommandeuren og andre, og hvor jeg har arbejdet med Lyst og Tak­ nemlighed og faaet Utak derfor.” Hetta bendir á, at tað ikki bert hevur gingið eftir vild. 9. oktober Í fyrradagin komu vit úr Sunda­ strætinum og eru nú í ”passat­vind­ inum”. Tann góði og javni land­ nyrðingurin gevur skipinum eina góða ferð. Tað tók okkum ein mánað frá Siam til Sundastrætið. Tá ið vit komu mót strætinum, kom umborð ein rúgva av fólki, sum vildi handla við øllum møguligum. Her kundi fáast alt frá pappageyki, apikøttum, eina urketu og fruktir sum ananas. Hetta stóð uppá í tveir dagar. Vit lógu til akkers í eitt sam­ døgur, fingu vatn og reinsaðu utt­ an­borða. Frants Restorf (1871-1933) og Julina, kona hansara (1881-1961) Komin heim byrjaði Frants í 1902 bakarí og í 1906 byggir hann í Fransabrekkuni. Her var bakað í um 100 ár