Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-22, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. februar 2013síða 23

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Fríggjadagur 22. februar 2013 · Nr. 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ur hjá konginum í Siam miðvikan 17. oktober Apan hjá 1. stýrimanni datt fyri borð og druknaði. Tað var kanska líka frætt fyri hana. Hon hevði utt­ an iva seinni farið sama veg, men tá við einum steini um hálsin! 21. oktober Eg havi lagt míni europeisku klæði at turka í sólini. Síðan verða tey pakkað í mína kistu. Tey eru fram­ vegis í so góðum standi, at eg kann fara til sjónleik í teimum, um so skal vera. 22. oktober Tá ið skiparin gevur okkum átalu, kalla vit tað at fáa eina sigar. [Hetta hevur eisini verið brúkt umborð á før­ oyskum skipum heilt til nýggja tíð]. Annars er arbeiðstíðin frá kl. 4 morgun til kl. 7 á kvøldi. Skip­ar­an­ um dámar einki, um vit taka okkum av løttum inn ímillum. 8. november Í dag eru fimm ár liðin, síðani eg fór úr Danmark til Føroya at arbeiða hjá abba. Ja, tað er ógvuliga ótakk­ samt at vera kokkur. Nøkrum menn­iskjum ber til at tekkjast, men við sama mati dag um dag kunnu øll gerast misnøgd. 15. november Í dag fara vit fram við kappan Góða Vón, sunnast í Afrika, men vit síggja tíverri ikki land. Nú eru vit komnir úr Indiska Havinum í Atlantshavið, landsynn­ ings passatvindurin er okkum til vildar. 16. november Skiparin er ein merkiligur maður. Hann hevur verið gronutur alla tíðina síðani vit fóru frá Siam, men seinastu vikuna hevur lagið verið av tí besta. Tað er munur á, sum tað er lættari á tann hátt. 12. desember Nú nærkast jólum, og tey fara vit at halda onkustaðni í Atlantshavinum. Men eg leggi einki í, hvar vit halda jól, bara eg sleppi at sita einsamallur og hugsa um heimið og tey fegnu systkin og foreldur sum hugna sær har heima. “Det er grumsomt at ligge paa Havet Maaned efter Maaned. Man savner alt, gode Mad og pæne Klæ­ der, ny og stor Omgangskreds, savn­ er kvindelige Væsener til Hygge og Opbyggelse.” Jólaaftan Neyðars sjómaður. Skiparin segði í dag, at hann hevur verið giftur í 16 ár men bara verið heima tvær ferðir jólaaftan. 30. desember Nú er annað svínið, sum vit hava umborð slaktað, og hetta hevur volt mær nakað av trupulleikum. Eg havi gjørt blóðpylsu fyrstu ferð í lívinum. So nú liva vit av svína­úr­ dráttum. Vit komu framvið oyggja­ bólkin Azorurnar í dag. Alt sum í minsta mun kann minna meg um Føroyar ger meg í góðum lag. Nú fer eisini at kølna í veðrinum og vit mugu lata okkum í eftir tí. At hugsa sær til, at eg enn eigi føroyskar sokkar og eitt noða, sum eg fekk frá mammu fyri fýra árum síðani! 7. januar 1895 Tað gongur smátt við skrivingini. Vit hava havt mótvind og stilli og lagið er ikki so gott. Tað er tó ein uggi, at vit eru ikki teir einastu í somu støðu. Vit signaliseraðu í gjár við eina enska bark, sum er komin frá Australia, og í dag við eina bark, sum kemur úr Suðuramerika. Vit liggja her og reka saman við 10 øðrum skipum, sum skulu sama veg sum vit. Í dag resta 16 stig í longd­ ini og fýra í breiddini til at røkka Queenstown. Vit kunnu náa hagar eftir fýra samdøgrum, um vit fáa vind. 8. januar Endiliga góður vindur, og hon siglir sínar átta míl. Í dag geri eg blóð­ pylsu. 13. januar Barometrið vísir meira enn ork­an, men enn merkist einki til nak­að. Springarar fylgja skútuni í hundr­ að­tali. Nú hava vit loddað. Dýpið er 100 favnar. Himmalin er ljótur, og manningin óttast veðrið, ið er væntað. 14. januar Endiliga eru vit í havn og sluppu undan illveðrinum. Barometrið stend­ur enn lágt. Suðurendin av Írlandi er vakur við uppdyrkaðum bøi. Loðsurin kom umborð kl. 10, og kl. 12 ankraðu vit eftir at hava verið í sjónum í 124 dagar. Skómakari og skraddari hava verið umborð, og eg havi keypt einar stivlar, einar buksur, trý pør av sokkum, sápu, ein pípu og ein knív. Skiparin er í landi. Kanska kemur hann umborð við brøvum. Eg hoyri, at russiski keisarin er deyður. Ein onnur norsk bark, sum fór úr Bangkok 14 dagar undan okkum, er ikki enn framkomin. Tað liggja fleiri stór seglskip á redini. Enn eru eingi boð komin og eingi tíðindini heldur. 20. januar Nú hava vit skjótt ligið her av­ byrgd­ir í eina viku, men enn havi eg ikki verið í landi. Øll hini skipini eru farin úr havnini, men enn hava vit eingi boð fingið um, hvat skal gerast. Tað er vist ikki nógv at síggja her. Hin gamli, skiparin, hevur gron og klagar um alt, sum fyrr var í lagi. Eg haldi, at vit báðir hava ynski um at skiljast frá hvørjum øðrum sum skjótast. Eg veit nú ikki, hvat ið hann hevur ímóti mær. Eg havi brúkt hýruna fyri ein heilan mánað at keypa neyðug klæði, ja, pengarnir rulla. Eg havi gjørt butterdeiggj, og haldi at hetta er eins leskiligt, sum tá ið eg arbeiddi í Keypmannahavn, men gamla orðið ”hvad man i Ung­ dom­men nemmer, man ikke i Alder­ dommen forglemmer” hevur víst seg at standa sína roynd. 24. januar Ì morgun lættu vit akker at fara til Newcastle í Onglandi. Har skulu vit lossa, og eg skal fara í land. Eg fekk ikki sæð so nógv av Írlandi. Queenstown er mótsatt so nógvum øðrum enskum býum fríur fyri kolroyk, men býurin er ikki serliga vakur. 26. januar Í morgun kl. 4 fóru vit framvið Dover. Hetta er aðru ferð í lívinum. Tað gekk væl og skjótt at koma gjøg­num Ermasund, men dekkið er avkavað. 27. januar Tað er stuttligt at síggja allar slupp­ irnar, sum liggja her og fiska. Hetta vekir gomul minni. Tær eru einar 20 í tali. Her frystir, men eg toli væl kuldan og eri væl fyri. Hervið er henda frásøgnin liðug við komuna til Newcastle So til Amerika Henda ferðin hevur nú til sam­ans vart í hálvan fimta mán­að. Nú fer Frants til Keyp­manna­havn­ar. Hað­ ani fer hann við ferða­manna­skipi til New York, og haðani heldur ferðin fram til mammu­beiggjan Frants í Nicaragua. Tað er fyrr greitt frá hes­um í Miðvikuni. Frants kemur heim aftur í 1901 og giftist við Julinu úr Bø, systir Zakaris Heinesen, sum var giftur við Karolinu, systir Frants. Frants hevði verið nakað vátligur, men nú gjørdist hann virkin fráhalds- og missiónsmaður, sum saman við Linu var kendur fyri gávumildni og rættsinni. Frants var ein teirra, sum tók stig til sjómansheimið í Havn. Frants doyði í 1933, 62 ára gamal. Komandi partur Í komandi parti verður greitt frá manni, sum hevur verið á sjónum í 60 ár. Frants var í tveir ár í Bangkok, har hann var kokkur hjá sjálvum konginum Her endaði drúgva ferðin hjá Frants í New Castle Tað var við eini slíkari bark, at Frants var kokkur, teir hálvan fjórða mánaðan ferðin úr Siam til Europa vardi