fríggjadagur 22. februar 2013síða 42
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 22 · 22. februar 2013
2
VIKUSKIFTI
Hvonn Live
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Hestakjøt hevur verið í miðdeplinum í
stórari europeiskari matvørugølu sein
astu vikurnar. Høvuðsorsøkin hevur
verið, at merking av liðugtrættum hev
ur verið misvísandi og ikki boðað frá,
at hestakjøt hevur verið í lasanju og
øðrum kjøtrættum.
Men í útgangsstøðuni er einki galið
við hestakjøti, og onkrastaðni verður
hestakjøt roknað sum besti matur.
Moyr rossalundir ella saltað hestakjøt
eru sannar delikatessur í eitt nú Íslandi,
og tað eru eisini fólk í Føroyum, ið
halda hestakjøt verða krás.
Í sendingini Hvonn Live, sum Rás2
sendir beinleiðis av Hvonn leygar
kvøldið, verður tosað við fólkalívs
frøðing um, hví føroyingar ikki eta
meira rossakjøt. Hví verða summi
djór mannaføði og onnur ikki, verður
spurt.
Góður matur
Kokkurin Guðmundur Guðmundsson,
sum er ættaður úr Íslandi, men hevur
verið búsitandi í Føroyum í nógv ár,
fer eisini at gera nakrar rættir burtur
úr rossakjøti í sendingini.
– Rossakjøt er framúr gott kjøt, og
eg skilji ikki rættiliga, at føroyingar
ikki meira av tí, sigur Guðmundur
Guðmundsson, sum nógv fólk ival-
eyst kenna frá sjónvarpssendingini
Okkara kokkar. Seinastu árini hevur
hann verið kokkur umborð á Fagrabergi
eftir 25 ár sum kokkur á hotellum í
Føroyum.
Sum ungur var Guðmundur Guð
mundsson bóndadrongur nógv summ
ur í Lítlu Grøv á Skagafirði.
– Bóndin hevði fleiri hundrað seyðir
og 700 vill ross til at slakta. Rossini
fóru út við seyðunum og vórðu rikin
í rætt saman við seyðunum, greiðir
Guðmundur Guðmundsson.
– Eg eri uppvaksin við at eta rossa
kjøt, og tað er framúr góður matur,
sigur hann.
Í Hvonn Live leygarkvøldið fer
Guðmundur at gera nakrar smakki
royndir við rossalundum og saltaðum
rossakjøti, sum fólk sleppa at royna.
Hvonn Live verður at hoyra á Rás2
frá kl. 19.00 leygarkvøldið.
Bræv
bumban
Redaktørur: Eyðun Klakstein
Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo
Sniðgevi/umbróting: Pætur Eyðunsson Jensen, Sosialurin
Forsíðumynd: Oluffa Hansen / Mynd: Heinesen Myndir
klumman
Eyðun
Klakstein
– Rossakjøt er framúr gott kjøt, sigur kokkurin
Guðmundur Gudmundsson, sum leygarkvøldið fer at gera
smakkiroyndir av hestakjøti í Rás2-sendingini Hvonn Live
Modernaða brævbumban er ein rútabræv
bjálvi, sum verður borin tær í hendi av
postboðum. Tað kann til dømis verða ein
góðveðursdag í februar, tá ið lagið er gott. Tá
ið tú letur brævbjálvan upp, kemur bresturin.
Slakar 9.000 krónur fyri góðar 1000 litrar av
brenniolju. Gersovæl!
Tað er ikki serliga hugaligt at fáa olju
rokningina í hesum døgum. Oljuprísurin
hevur seinnu árini gingið upp og niður,
men tá ið hann fer í topp, er tað kontant
avrokning beinanvegin.
Men vit hava nú einaferð innrættað
okkum soleiðis, at vit eru prísgivin til brenni
evni – bæði tá ið vit eru heima, og tá ið vit
eru á ferð – og tí verða vit eisini noydd at
gjalda prísin, sum útboð og eftirspurningur
og spekulatión á altjóða marknaðinum áseta.
Onkur vildi so sagt, at tað er bara at fara í
eina kiosk og keypa ein fløsku av vatni. Har
verður liturprísurin, áðrenn tú veitst av, einar
25 krónur ella meira, og royn so og keyp
túsund litrar – av vatni.
Oljan er svarta gullið, sum ríkar fólk
og feløg upp, og tað er ikki so løgið.
Vit eru bundin at oljuni. Hon er ein av
grundsúlunum undir okkara samfelagi
og modernaða livihátti. Vit kunnu hava
nógvar góðar tankar um grøna orku av
vindi og vatni og sjóvarfalli, men framvegis
liva vit uppgongdini og niðurgongdini í
oljuprísunum. Húsarhald og vinna verða hart
rakt, tá ið oljuprísurin fer í topp, men kanska
skulu vit bara fegnast um, at vit ikki verða
noydd at fara í kríggj fyri at tryggja okkum
oljuna – tað gera onnur fyri okkum.
Og so mugu vit bara sita við endan og
gjalda prísin fyri svørtu droparnar!
So segði
hann...
Guðmundur
og hestakjøt
At tora at taka avgerðir, sum ikki altíð
fella í góða jørð, er neyðugt í starvinum sum
borgarstjóri. Og eg tori at taka tær av
gerðirnar, tá tær eru neyðugar.
Sonni á Horni, nýggjur borgarstjóri í Fuglafirði
Guðmundur Guðmundsson,
sum nógvir føroyingar kenna
frá matsendingini Okkara
kokkar, fer leygarkvøldið
at gera smakkiroyndir
av hestakjøti í Rás2-
sendingini Hvonn Live
mynd: Álvur Haraldsen