Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-22, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. februar 2013síða 43

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 22 · 22. februar 2013 3 VIKUSKIFTI Kom á Hvonn og lurta ...ella hoyr alt á Rás2! Leygarkvøldið kl. 19.00 23. februar 2013 KimbaLL eLsKaR tónLeiKin Hann hevur brúkt alt sítt lív til at syngja fyri fólki, og um vikuskiftið hevur hann sína fyrstu konsert í Føroyum. bobby Kimball greiðir frá, hvat er so hugtakandi við tónleiki og at ferðast, áðrenn hann fer á pallin í høllini á Hálsi seinni leygarkvøldið. CHRistopHeR synguR Hann er eitt av stjørnuskotu­ num í donskum popptónleiki. Hevur hittað við sangum sum against the odds, mine mine mine og Colours. um vikuskiftið spælir hann á Rex, og hann kann eisini upplivast í Hvonn Live, har hann fer at greiða frá lívinum í spotlight­ inum og fer at framføra ein sang live. HoLgaR & tóRFRíð tey eru úr Vágum. Hann ein royndur tónleikari, sum hevur spælt í fleiri bólkum, og hon ein ung songkvinna við eini frálíkari rødd. seinastu tíðina hava tey havt framførslur saman, og leygarkvøldið spæla Holgar & tórfríð tveir sangir live í sendingini. HVí eta Vit iKKi HestaKjøt? Hestakjøt hevur verið í miðdeplinum í matvørugølu í europa, men hestakjøt er góður matur, hóast vit í Føroyum hava gjørt lítið av at eta hestakjøt. Vit spyrja fólkalívsfrøðing, hví vit ikki eta meira hestakjøt, og íslendski kokkurin guðmundur guðmundsson fer at bjóða smakkiroyndir av hestakjøti. gRandma’s basement LiVe teir eru festligir og populerir, og fyri kortum góvu teir nýggja fløgu út. millum væl umtóktu sangirnar hjá teimum eru Hon Fær ongantíð nokk, gay og gluggasníkurin. grandma’s basement úr Klaksvík verða gestir í Hvonn Live hesaferð, og teir spæla nakrar sangir live. Sosialurin 341800