Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-22, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. februar 2013síða 44

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 22 · 22. februar 2013 4 VIKUSKIFTI Samrøða Rannvá G. Fossaberg rannva@sos.fo Hon kennir ein stóran part av føroy­ ing­um. Enntá við navni. Ferðandi før­oy­ingar kenna hana sum fryntligu flog­tern­una, ið bjóðar vælkomin um­ borð, greiðir frá trygdarútgerð og kem­ur trill­andi við vogninum umborð á Atlantic. Men skjótt verður henda mynd­in broytt, tí Oluffa Hansen hevur valt at gev­ast sum flogterna í komandi mán­aði. – Í nógv, nógv ár hevur so at siga øll tilveran snúð seg um Atlantic Airways, og tað hevur verið fínt, men nú vil eg hava stundir til at taka mær av løttum og njóta tilveruna saman við mann­ inum, sigur Oluffa Hansen. Flogterna av tilvild Tað lá annars ongantíð í kortunum, at Oluffa Hansen, sum er úr Skopun, skuldi velja eina lívsleið sum flogterna. – Eg havi ongantíð havt ein dreym um at gerast flogterna, men tað háttaði seg bara soleiðis, sigur Oluffa Hansen, sum hevur havt sína dagligu gongd á flog­vøllinum í Vágum í tilsamans 28 ár. – Eg byrjaði í trygdareftirlitinum mitt í 80unum, tá tað skuldi byrja at virka. Tá høvdu vit ikki somu tøkni, sum tey hava í dag, minnist Oluffa Hansen og heldur fram: – Tað kom fyri, at eg mátti biðja fólk um at stilla seg á eina vekt, fyri at vit kundu rokna út totalvektina á flog­far­ inum, sigur Oluffa Hansen og flennir. Hon var í trygdareftirlitinum í góð tvey ár og fór síðani at starvast hjá Flogfelag Føroya. Her arbeiddi hon í bókhaldinum og í innskrivingini. Seks ár seinni byrjaði føroyska flogfelagið Atlantic Airways at flúgva til og úr Føroyum. – Atlantsflog tók yvir alla handling, men ístaðin fyri at siga fólkunum í Flogfelagi Føroya úr starvi, blivu nakrar broyt­ingar gjørdar, soleiðis at vit fingu ar­beiðsuppgávur hjá Atlantic, greiðir Oluffa Hansen frá. Tann 30. marts í 1993 fekk hon prógv sum flogterna. Fyrstu árini minnist hon væl. – Vit arbeiddu nógv, heilt ótrúliga nógv. Men mær dámdi væl. Flogvøllurin var eisini so lítil tá, so tú kendi øll, og vit vóru um ein familja. Skikka sær væl umborð Nú tá Oluffa Hansen í komandi mánaði hevur sín seinasta túr sum flogterna, kann hon hyggja aftur á 20 ár við nógv­um ymsum upplivingum. Sum flog­terna hittir tú nógv fólk, og Oluffa Hansen sigur seg eisini kenna navnið á teim­um flestu, sum flúgva javnan. – Tú kemur at kenna kundarnar. Nøkur fólk sært tú so mikið ofta, at tú heilsar upp á tey við navni, tá tey trína umborð á flogfarið, sigur Oluffa Hansen. Henni dámar væl føroyingar sum ferðafólk. – Føroyingar eru nemmasta og fitt­ asta fólkaslag at hava við at gera. Nú havi eg eisini flogið ymsar charterferðir við øðrum nationalitetum, men tað skal eing­in ivi vera um, at føroyingar eru fitt­astu ferðafólkini, fortelur Oluffa Hansen og leggur afturat, at tað næstan ikki kemur fyri í dag, at manning­- in umborð á føroysku flogførunum møtir fólki, ið klaga ella havast at um einki. – Tað er líka Atlantic-bollin, sum vit hoyrdu nógv fyri ta einu tíðina, men eg haldi, at tað var nakað, sum tey flestu ferðafólkini hóast alt bara flentu eftir, sigur Oluffa Hansen. Tó dylir hon ikki fyri, at fólk eru ymisk, og tað upplivir tú hvønn dag sum flogterna. – Tað eru jú nógv fólk umborð á ein­um flúgvara. Sum heild eru fólk í góðum lag og skikka sær væl. Men tað kann koma fyri, at til dømis kann onkur illa sálarsjúkur er við umborð og følir seg innilæstan í flogfarinum ella onkur brádliga verður illur. Tá er so okkara uppgáva at sissa viðkomandi, so frægt vit kunnu, greiðir Oluffa Hansen frá og leggur afturat, at tey hava útgerð um­ borð til at passifisera persónar. – Men tað kemur næstan ongantíð fyri, tí fyri tað mesta uppliva vit at fólk hava tað gott umborð og hugna sær, sig­ur Oluffa Hansen. Ongantíð bangin Javnan hoyra vit fólk greiða frá túrum til Føroya, sum hava verið heldur buldr­utir og ógvusligir. Tá Oluffa Hansen lítur aftur á allar teir túrarnar, hon hevur verið á, minnist hon ongan keð­iligan túr. – Veðrið í Føroyum er soleiðis, sum tað nú einaferð er, men fyri mítt við­ kom­andi so er turbulensur ein komfort­ trupul­leiki. Eg havi altíð havt fult álit á – Eg havi havt nógvar ymsar upplivingar umborð á okkara flogførum øll hesi árini, men eg havi ongantíð verið bangin. Tað sigur 55 ára gamla Oluffa Hansen, sum eftir 20 ár sum flogterna hjá Atlantic Airways nú takkar fyri seg flýgur sín seinasta túr Oluffa – Nøkur fólk sært tú so mikið ofta, at tú heilsar upp á tey við navni, tá tey trína umborð á flogfarið