Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-22, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. februar 2013síða 45

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 22 · 22. februar 2013 5 VIKUSKIFTI mynd: heinesen myndir flog­skip­arum og hinum stavsfeløgunum umborð, og tí kann eg erliga siga, at eg havi ongantíð verið bangin umborð, sigur Oluffa Hansen. Men hon veit, at tað eru summi ferða­fólk, sum veruliga óttast at flúgva. Og teimum skal hædd eisini takast fyri. – Tað kemur meir enn so fyri, at fólk eru ikki meir enn innkomin í flogfarið, tá tey fortelja okkum, hvussu bangin tey eru fyri at flúgva og spyrja okkum, hvussu veðrið fer at verða á túrinum. Tá eri eg altíð erlig og sigi sum er. Tað er jú eisini okkara uppgáva at sissa tey og fáa tey rólig, soleiðis at túrurin verð­ur góður, hóast veðrið ikki er av tí besta, greiðir Oluffa Hansen frá og heldur fram: – Mann skal minnast til, at fólk, ið eru bangin at flúgva, tey uppliva alt rættiliga ógvusligt. Eg havi upplivað, at eg havi hoyrt ferðafólk, sum hava verið á sama túri, siga heilt ymiskt frá um flúgvi­túrin. Meðan ein hevur havt ein góðan og róligan túr, kann hin hava verið hjart­kiptur. Make-up er krav Arbeiðið sum flogterna verður av fleiri ungum gentum hildið at vera rættiliga ljósa­reytt. Tað hevur Oluffa Hansen upp­livað mangan, tá hon hevur lært nýggj­ar, ungar flogternur upp. – Eg veit ikki hvat tað er, men tað virkar, sum summar gentur halda tað verða luksuslív at arbeiða umborð á ein­um flogfari. Men tað er tað als ikki. Flog­ternur eru fyrst og fremst umborð á flogførum orsakað av trygdini. Alt hitt, so sum at borðreiða mat og drekka, kemur í aðru røð, sigur Oluffa Hansen. Hon vísir tó á, at tað kanska kann síggja út sum eitt lekkurt og ljósareytt ar­beiði, tá tær ganga íklæddar uniformi, reyðum varrum og kinnareytt. – Tað er krav, at vit ganga í uniform­ inum, soleiðis at allar eru eins. Uni­ form­urin er rættiliga vanligur og er ikki endiliga nakað, sum skal fylgja tí nýggj­asta nýggja innan móta. Tað skal vera behagiligt og síggja pent út. Og smink­an er somuleiðis eitt krav. Ljósið inni í flogfarinum ger húðina óvanliga bleika, so tí brúka vit nokkso fitt av make-up, greiðir Oluffa Hansen frá. Sjálv heldur hon, at flogternuyrki er eins og onnur yrki, har tú arbeiðir í skift­andi vaktum. – Arbeiðsdagarnir kunnu vera ógvu­liga langir og strævnir, og til tíðir er rætt­iliga nógv at gera. Hinvegin er hetta eitt spennandi starv, har tú sleppur víða um og hittir nógvum ymisk­um fólkum. Og tað er nokk tað, sum mær hevur dámað best við hesum ar­beið­inum, sigur Oluffa Hansen. Gift við Atlantic Seinastu nógvu árini hava gerandis­dag­ arnir hjá Oluffu Hansen í stóran mun snúð seg um Atlantic Airways – upp á fleiri mátar. Tað var nevnliga eis­ini á ar­beiðs­plássinum at hon fann mann­in, Hans Hansen, ið var flogovasti og part­ ur av leiðsluni í felagnum, nú áðr­enn hann fór á pensión í 2006. – Tú kanst næstan siga, at eg havi verið gift við Atlantic, sigur Oluffa Hansen, flennir og leggur afturat: – Alt snúði seg um Atlantic, men tað bilar einki, tí vit hava bæði tvey ver­ið góð við felagið og stórtrivist á arbeiðs­ plássinum. Men sjálvandi hevur prátið heima hjá okkum eisini í stóran mun verið um arbeiðsplássi, fortelur Oluffa Hansen. Atlantic Airways hevur skyldu at syrgja fyri sjúkraflutningi, eitt nú tá álvars­liga sjúkir føroyingar skulu flyt­ast til Danmarkar. Av tí at maður Oluffu Hansen var flogskipari og flog­ ovasti bleiv ofta ringt heim til teirra, tá sjúkra­flutningur var. – Eg havi upplivað at staðið í køk­ inum jólaaftan og tikið ræst kjøt úr grýtuni, tá tað hevur verið ringt eftir okkum um at syrgja fyri sjúkra­flutn­ ingi. Eg minnist serliga væl ein jóla­ morgun, tá eg sat umborð á flogfarinum saman við einum sjúklingi og teimum avvarandi og gav teimum heimabakað breyð við røstum kjøt sum viðskera, sum eg hevði tikið við heimanfrá, minn­ist Oluffa Hansen. Hóast Atlantic ikki longur verður fastur partur av gerandisdegnum, eins og tað hevur verið seinastu 28 árini, fer Oluffa Hansen ikki at keða seg, heldur hon. – Orsakað av skeivum arbeiðstíðum og longum arbeiðsdøgum, hava eg og maðurin ikki altíð havt so nógva tíð sam­an, so nú skulu vit njóta lívið sam­ an, sigur Oluffa Hansen, sum fer frá luft­ini niður á havið. – Vit hava ein seglbát, so nú ætli eg mær, at vit skulu gera fleiri túrar við honum og annars bara njóta til­ ver­una. Flogternur eru fyrst og fremst umborð á flogførum orsakað av trygdini. Alt hitt, so sum at borðreiða mat og drekka, kemur í aðru røð – Hetta er eitt spennandi starv, har tú sleppur víða um og hittir nógv ymisk fólk. Og tað er nokk tað, sum mær hevur dámað best við hesum arbeiðinum, sigur Oluffa Hansen