fríggjadagur 22. februar 2013síða 46
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 22 · 22. februar 2013
6
VIKUSKIFTI
TIPS FRÁ barbaru
barbara@sosialurin.fo
Hvítt frá høvur til tá
Hvítt verður tann stóri liturin í summar. Alt frá blondum til
leður í hvítum verður nógv at síggja, og meginreglan í hesum
rákinum er, at tú kanst vera ílatin í hvítum frá høvur til tá.
Festligt
neon
Neon litirnir koma
sníkjandi inn á
marknaðin við jøvnum
millumbili, og nú eru
teir aftur at síggja.
Ljósareytt, gult,
grønt, ja allir teir
lekrastu neon litirnir
eru nú aftur ein partur
av mótamyndini. Tú
kanst samanseta
hetta sum tú vil, og
mær dámar allarbest,
tá ið gult og grønt
verður sett saman,
tí tað onkursvegna
vísir hvussu ógvu
sligur hesin stílurin
kann vera.
Orientalskur íblástur
Eins og neonlitirnir megnar orientalski stílurin at vinna fram um
okkara leiðir við jøvnum millumbili. Nú er ein nýggj variatión av
orientalska stílinum komin fram, sum ikki er so ógvusligur, og tí
lættur at nýta. Dámar tær væl hendan stílin, so kanst tú lata teg í
skógvar við tjúkkum silkibandi (eins og á myndini), leystsitandi buksur
við prenti ella jakkar ella troyggjur við nógvum gimsteinum á.
Svart og hvítt
Mær hevur altíð dámt væl at seta svart og hvítt
saman, tí tað er onkusvegna rættiliga rátt og
samstundis stílfult. Lat teg inspirera av hesum
stílinum, sum er sera einfaldur at nýta.
Móta
uniformar
Tað er ikki bara
militerjakkar og litir, sum
eru at síggja innan hesa
sjangruna í summar.
Eisini aðrir uniformsjakkar
sleppa frama í summar.
Fá íblástur frá
mótaheiminum
Nú summarið nærkast í hvørjum, hava mótarisarnir eisini
tikið støðu til, hvørji rákini skulu vera í summar. Tað kann
vera trupult at fylgja við tí mótanum sum herjar, men her er
eitt yvirlit yvir, hvat verður mest at síggja í vár og summar