fríggjadagur 22. februar 2013síða 47
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 22 · 22. februar 2013
7
VIKUSKIFTI
Starv?
Klinikassistent á tannlæknastovuni í Dalatúni.
Hvat er tað besta við starvinum?
Tað, sum mær dámar best við starvinum, er fyrst og
fremst tey fittu starvsfólkini. Tað er ótrúliga deiligt at
møta á einum arbeiðsplássi, har man tímur at verða.
Harafturat møti eg nógvum fittum fólki gjøgnum
dagin, og so sleppi eg eisini at brúka mínar hendur.
Hvat ger teg í góðum lag?
Tey smáu tingini í gerandisdegnum gera meg í góðum
lag. Klemmið, tá eg komi eftir dóttrini í barnagarðinum.
Ein góður sangur í útvarpinum. Hugni um kvøldið
við stearinljósum. Gott selskap fær meg altíð í
gott lag og so ikki at gloyma dýnan um kvøldið.
A ella B-menniskja?
Uttan iva B
menniskja. Eg
býtti gjarna um
uppá dag og nátt,
um eg kundi!
Hvørjar ítróttargreinar dámar tær og hví?
Eg geri ongan ítrótt, men eg eri nokkso
trúgv uppi í Gundadali, tá B36 spælir.
Hvørjum tónleiki lurtar tú eftir?
Í løtuni er tað Lana Del Rey, sum koyrir á repeat. Áðrenn
var tað Room fløgan hjá Eivør. Eg dámi væl tónleik,
sum rørir meg, genran er so at siga undirorðnað.
Hvat er besta lag, sum er gjørt?
Tað er eitt sindur ringt at meta um. Nógvir føroyskir
tekstir og løg røra meg djúpt. Poul F og Anker Eli hava
skrivað fleiri. »Á kundi á tíðarhavi« og »Ljóðmynd« fyri
at nevna tveir føroyskar. Men ein sangur, sum hevur
koyrt í høvdinum seinastu tíðina, er »I cant make
you love me«. George Michael syngur sangin framúr,
men mær dámar eisini væl útgávuna hjá Bon Iver.
Hvussu eru tínir matvanar?
Eg havi serliga sunnar matvanar í byrjanini á
mánaðinum, tá pengarnir eru til tað. Seinni
út á mánaðin verður tað ofta til spaghetti og
havragrýn. Men matur er annars ikki nakað, eg
spari uppá. Eg eigi altíð frukt og grønt inni.
Hvør er tín fyrimynd?
Viss eg skal nevna nakran ávísan, sum
hevur ávirkað mína lívsáskoðan betýðiliga,
so er tað ein, sum eitur Esther Hicks.
Hvat gert tú í frítíðini?
Nógv av mínari frítíð fer við seyming og máling
og ymsum samstarvi við onnur kreativ fólk.
Hvat dámar tær at ferðast í egnum landi?
Í telti á hásumri; tað gerst ikki betri nakra
aðrastaðni enn í Føroyum. Tað verða vónandi til
fleiri túrar í ár! Við einum pápa sum ferðaleiðara,
átti eg eisini at komið eitt sindur runt í ár!
Hvør er tín lívrættur?
Mær dámar væl føroyskan mat! Riv er ikki at
forsmá (serliga tey av Økrum) og fisk dámar mær
ónatúrliga væl! Stoktan, kókaðan, ráan og turran.
Men eg eti sushi minst eina ferð um vikuna, so tað
má nokk verða tað, man kallar mín lívrættur.
Hvørjum hyggur tú at í sjónvarpinum?
Sjónvarpið hongur mest til pynt fyri tíðina. Men
tá eg tendri tað, so er tað fyri at síggja Dagur &
viku ella onkra dokumentarrøð. Beint nú er tað
»Livet efter livet« á DR2 hvønn sunnudag. Og
so dámdi mær eisini væl røðina hjá Anders Lund
Madsen á DR1 »Du skal dø«. Dokumentarsendingar
generelt fáa meg at tendra sjónvarpið.
Hvør bók liggur á náttborðinum?
Eg havi av góðum grundum einki náttborð fyri
tíðina, tað passar ikki so væl inn í hitt møblementið
í stovuni, og so strekkir tíðin seg heldur ikki til
tann stóra lesnaðin. Men tann síðsta bókin, eg las,
var Alkymisten hjá Paulo Coehlo, hon var fín!
Grillsteikt Hrossalund með
steiktum sveppum, béarnaise
eða pipar sósu – Grilled Horse
tenderloin with mushroom,
béarnaise or pepper sauce –
kr.4950.
Hetta er tikið beint av mat
seðlinum hjá væl umtóktu mat
stovuni Þrír Frakkar í Reykjavík.
Rossalundir, hvat tá?
Serliga útlendingum dámar
væl hesa matstovuna. Sjálvur
havi eg ofta etið har, tó ikki ross,
men eitt annað tabudjór, hval,
tvøst í whiskysós.
Harragud, harra formaður,
sum løgtingsmaðurin segði, hvat
bagir rossakjøti?
Tá eg búði í Íslandi fyri hálv
ari øld síðani, fingu vit rossakjøt
til døgurða eina ferð um vikuna.
Saltsprongt rossakjøt. Á forseta
garðinum var tað, so tað var
neyvan politiskt ókorrekt. Helt
tó ongantíð, at tað smakkaði so
øgiliga væl, rossakjøtið, nakað
seigt, kanska. Men tað var eingin
gøla at eta ross til døgurða. Og
eingin hevði skræpuna aftaná.
Hví er rossakjøt verri enn
annað kjøt? Fólk, sum annars
eta allan lort, standa skelkað
uttan fyri handlar, sum hava selt
lasanju, sum er nakað helvitis
svans, við ella uttan rossaflavour.
Havi sæð skelkaðar kundar
í donskum sjónvarpi, tí tey,
kanska, hava etið rossakjøt, sum
tey hildu vera neytakjøt.
Spikafeit við rotnum tonnum
eru tey sjónliga sinnisrørd, tí tey
hava keypt og etið rossakjøt í
einari junklasanju.
Voxpop eitur hetta slagið av
journalistiskum undri. Hálovaða
vanliga fólkið verður spurt um alt
møguligt, sum tey avgjørt einki
sum helst skil hava fyri og enn
minni vita tað allarminsta um.
Bara tey eru skelkað og øtast.
Tí journalistar hava ikki
somu rættindi sum Palleba og
Marsanna Joensen. Journalistar
eiga ikki at hava og enn minni
siga sína egnu hugsan. Tí hava
tey uppfunnið voxpop, so onnur
kunnu koma við øllum sannleik
unum, dómunum og niðurstøð
unum.
»Er tað ov dýrt at búgva
í Føroyum?« »Ja, alt ov dýrt.
Eg havi eina dóttur, sum býr í
Danmark, og har kostar ein litur
av mjólk fimm krónur.«
»Eg havi ikki ráð til døgurða
hvønn dag.«
Tilgjørdir rættir eru sjálvandi
eisini nógv bíligari í Danmark,
sama hvat er í teimum.
Fólk, sum eta slíkt sum
tiðnaða lasanju úr ES, hava uppi
borið at verða lumpað, rætt og
slætt.
Men fólk eiga at fáa at vita,
hvat er í tí, tey eta. Gamaní,
hvussu nógv vita, hvat E305 er?
Annars er rossakjøt líka gott
ella vánaligt sum annað kjøt,
bara tey minnast at taka saðilin
av, áðrenn rossið fer í kvørnina.
Skógvarnir kunnu fara við. Teir
eru úr jarni, og jarn er gott fyri
heilsuna.
Og hví kann hestahalasúpan
ikki vera líka góð sum neytahala
súpan?
Vónandi er italska mafian ikki
uppi í hasari rossagøluni, tí so
endar gamli pávin sum haldevni í
lasanju ella pitsa.
Eg reið mær av stað at keypa
inn...
Bara tað ikki er rossamakrelur,
vit eta í okkara makrelguffi, so no
bad feelings hiðani.
Ókey, onkur hevur fingið
rottukjøt í hamborgara.
Har er markið, tað et-iska
markið. Elle sum FCK-fjepparin
segði um hálvleikspylsurnar í
Parkini. Hon segði, at tær eru: det
klammeste klamme med klam på.
Eru rossini líka fitt sum
hvalur? Tí mugu vit ikki eta tey?
Sjálvur haldi eg, at ein kúgv
er nógv meira blíðsnýðug enn ein
ryssa. Og smálombini og gásar
ungarnir. Tey enda øll í ovninum
ella í pottinum.
Ross eru harafturat ikki, tey
føroysku undantikin, latið okkum
endiliga ikki eta tey, ross eru ikki
hótt. Tað ber væl til at eta nøkur
burtur av uttan at stovnurin
minkar.
Dagsins rættur: Sum ryssa
yvir sjálvdeyðum fyli í lasanju
við neytasmakki.
Umafturafturum
høgni djurhuus
Móðurmálsviðursløn 2012
Durita Hansen
lagt til rættis: Rannvá Gaard Fossaberg
Sjónvarpið
hongur til pynt
Heima hjá Duritu Hansen er sjónvarpið so
mikið sjáldan tendrað, at tað verður næstan
einans brúkt sum pynt. Dokumentarrøðir
eru tó eitt must at síggja
Rossaflavour