fríggjadagur 22. februar 2013síða 48
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 22 · 22. februar 2013
8
VIKUSKIFTI
Samrøða
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Tá ið hann var fýra ára gamal, byrjaði
hann at raka røttu tangentarnar á
klaverinum, sum mamma hansara
hevði standandi. Nú er hann blivin 65
ára gamal, syngur framvegis sum ein
eingil, og ferðast kring allan heimin
og hevur konsertir.
Bobby Kimball, sum er víðagitin
sum sangari í rockbólkinum Toto, vitj
ar um vikuskiftið í Føroyum, og hóast
hann sigur seg hava verið í hvørjum
króki í heiminum, hevur hann ongan
tíð vitjað í Føroyum áður. So tað er
upp á tíðina, heldur hann.
Bakgrundin hjá Bobby Kimball
er í Louisiana í USA, har hann vaks
upp í fimtiárunum. Mamman skapti
fyrsta áhugan fyri tónleikinum og var
onkurvegna við til at føra hann inn á
lívsleiðina sum tónleikari.
– Mamma mín hevði »perfect
pitch«. Um hon hoyrdi ein sang í út
varpinum ella á einari plátu, so kundi
hon seta seg niður og spæla sangin
tóna fyri tóna. Eg plagdi at lurta eftir
henni spæla á klaverið, og hon lærdi
meg eisini fyrstu akkordirnar, greiðir
Bobby Kimball frá.
– Og so tá eg hoyrdi Ray Charles,
hendi nakað. Hann var ein stórur
íblástur til mít tónleikalív.
Lívligt í Louisiana
Í sekstiárunum var Louisiana eitt
paradís fyri tónleikarar, tí tað var sera
lívligt har norðuri í statinum.
– Eg búði í Louisiana beint sunnan
fyri markið til Texas, og støðan var
tann, at í Louisiana var aldurs-
markið fyri at keypa rúsdrekka 18 ár,
og í Texas var tað 21 ár, so tað komu
túsundtals ungfólk suður um mark-
ið um vikuskiftini fyri at sleppa í
býin.
– Tað vóru eini 15 stórir náttklubbar
har í økinum, tann minsti hevði pláss
fyri 1.500 fólkum og tann størsti 5.000
fólkum, og á hasum náttklubbum
spældi eg nógv. Tað var fantastiskt,
tí hvørja einastu ferð, vit spældu, var
tað fult hús, og ofta stóðu fólk í lang
ari kø fyri at sleppa inn, sigur Bobby
Kimball.
Tá ið Bobby Kimball var blivin 26
ára gamal, flutti hann til Kalifornia at
búgva og spæla tónleik, og har hitti
hann menninar, sum seinni mannaðu
bólkin Toto. Tá ið teir, sum tóku stig til
Toto, skuldu velja sangara, fall valið
á Bobby Kimball.
– Toto var ein ótrúligur bólkur
fyrstu árini. Ein høvuðsorsøk til tað
var Jeff Porcaro, sum stýrdi bólkinum
tá. Hann var sjálvandi ein framúr
trummusláari, men hann tók eisini
nógvar rættar avgerðir fyri bólkin.
Hann visti, hvat skuldi til, og hvat
vit skuldu gera fyri at vinna upp á
toppin, sigur Bobby Kimball.
Og upp á tindin vunnu teir sann
iliga. Útgávurnar hjá teimum vóru
bestseljararar, teir vunnu óteljandi
Grammy og aðrar heiðurslønir, og teir
spældu fyri stórum áhoyrarafjøldum
allastaðni, har teir fóru á pall.
– Tað var fantastiskt at spæla við
Toto. Ikki minst tí, at tað vóru so nógv
fólk, sum søgdu við okkum, at okkara
tónleikur hevði broytt teirra lív. Tað
er fantastiskt at hava góða ávirkan á
fólk, og tað er eisini ein av høvuðs
orsøkunum til, at eg elski at verða
tónleikari, sigur Bobby Kimball.
Ferðast allatíðina
Eftir fýra útgávur sum frontmaður í
Toto fór Bobby Kimball úr bólkinum.
Ósemja millum tónleikararnar undir
upptøkunum til fimtu útgávuna hevði
við sær, at Kimball varð biðin um at
fara úr bólkinum. Men hetta steðg
aði ikki yrkisleiðini hjá honum sum
tónleikari. Hann var partur av Far
Corporation í fleiri ár, og eisini sum
solistur fór hann at geva tónleik út
og framføra live. Og tað ger hann
framvegis.
– Orsøkin til, at eg havi verið tón
leikari alt mítt lív og framvegis eri
tað, er heilt einfalt hon, at tónleikur
ger meg glaðan. Tað besta, eg veit, er
at síggja fegin fólk, tá ið eg spæli.
– Tað, sum eg ynski í mínum lívi
restina av lívinum, er at vera glaður,
og eg verði glaður av at spæla tón
leik.
Bobby Kimball ferðast støðugt við
tónleikinum. Í vikuni spældi hann í
Budapest, seinni gongur leiðin til
Las Vegas at hava eina konsertrøð,
og hann skal eisini hava drúgva kon
sertferð í Suðuramerika í mai. Men
soleiðis hevur lívið altíð verið, og so
leiðis verður tað eisini frameftir.
– Eg spæli sera nógv, og seinastu
fýra mánaðirnar havi eg bara verið
heima í nakrar fáar dagar. Ikki tí, tað er
fínt at verða heima, men mær dámar
sera væl at ferðast við tónleikinum. Eg
havi ferðast um allan heim, verið so at
siga allastaðni, og sæð nógv fantastisk
støð. Tónleikurin hevur givið mær
møguleikan at uppliva ting, sum eg
annars bara kundi droymt um, sigur
Bobby Kimball.
– Eg havi eisini havt møguleikan at
hitta nógvar dugnaligar tónleikarar og
spæla saman við teimum. Nú í vikuni
var eg á palli við millum annað Al
De Miola, sum hevur verið vinmaður
hjá mær seinastu fimtan árini. Eg eri
glaður fyri tey mongu fólkini, sum eg
havi hitt og eri komin at kenna gjøgn
um tónleikin, sigur hann.
Men fyri ein tónleikara nú á
døgum, er tað eisini avgerandi, at
hann spælir konsertir.
– Tónleikavinnan er ikki tað, hon
einaferð var. Nú hevur piratkopiering
gjørt, at tónleikarar forvinna nógv
minni pengar av fløgusølu, enn teir
plagdu at gera, og tí er neyðugt hjá
tónleikarum og bólkum at fara út at
spæla live. Og eg haldi, at eg forvinni
minst líka nógvar pengar – ella meira
– nú, enn eg gjørdi í Toto.
Og leygarkvøldið verður Bobby
Kimball so á fyrsta sinni á palli í
Føroyum.
– Hóast eg havi ferðast til øll
hugsandi lond í mínum lívi, havi eg
ongantíð verið í Føroyum, og eg eri
sera spentur at sleppa at vitja tykkum.
Eg havi ein framúr góðan svenskan
bólk við mær til Føroya leygardagin,
og eg kann lova tykkum fyri, at tit
fáa eina framúr konsert leygar
kvøldið.
– Tað, sum eg ynski í mínum lívi restina av lívinum, er at vera
glaður, og eg verði glaður av at spæla tónleik, sigur amerikanski
rocksangarin Bobby Kimball, sum vitjar í Føroyum um vikuskiftið
Eg vil bara vera
glaður