fríggjadagur 22. februar 2013síða 50
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 22 · 22. februar 2013
10
VIKUSKIFTI
Samrøða
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Hann er gamal í garði í Fótbóltssambandi
Føroya, so tað er ikki heilt av tilvild,
at Christian Andreasen situr sum for
maður í FSF.
– Eg kom í nevndina í FSF á fyrsta
sinni í 1986 og havi sitið í skiftandi
tíðarskeiðum líka síðani. Eisini havi
eg í mong ár virkað sum advokatur
hjá Fótbóltssambandinum, so áhugin
hevur altíð verið har, sigur Christian
Andreasen.
Hann sat í FSF-nevndini frá 1986 til
1988, og so aftur frá 2002 til 2004. Og í
2010 varð hann so valdur til forseta.
– Eg fekk eina áheitan um at stilla
upp til forseta, og tá eg havi arbeitt
so nógv ár innan felagsskapin, kendi
eg hann innanífrá. Og tað sigur seg
sjálvt, at áhugin eisini var til staðar,
tí talan er um eitt spennandi arbeiði,
har eg sá nógvar møguleikar. Tí tók eg
av teirri avbjóðingini, sigur Christian
Andreasen.
Sjálvur hevur hann, eins og flestu
aðrir ungir dreingir, spælt fótbólt.
– Á yngri árum spældi eg nógv
fótbólt, men tað var í eitt lutfalsliga
stutt tíðarskeið. Tá eg fór niður at lesa
í 1980, gavst eg við at spæla fótbólt,
men áðrenn tað spældi eg sum málverji
við B68 heilt frá piltaliðnum, dreingja-
og unglingaliði, og onkuntíð eisini á
aðru deildarliðnum, sigur Christian
Andreasen.
Syngur í kóri
Men meðan Christian Andreasen gavst
við fótbóltinum, hevur hann eitt ann
að frítíðarítriv, sum hevur hingið betri
við.
– Eg havi sungið í kóri í nógv
Harrans ár. Eg byrjaði at syngja í kóri
sum blaðungur. Tá eg gekk í Hoydølum,
sang eg við kórinum har. Niðri sang eg
við Húsakórinum, og síðani 1998 havi
eg sungið við Tórshavnar Manskóri,
sigur Christian Andreasen.
Seinastu mongu árini hevur hann
eisini sungið við kórinum hjá Symfoni
orkestrinum.
Hann syngur annan bass og hev
ur altíð havt áhuga fyri sangi og tón
leiki.
– Ja, tað hevur altíð havt míin áhuga.
Tað hevur altíð verið nógvur tónleikur
har, sum eg havi verið. Eg havi eisini
spælt í orkestri og í hornorkestri. So
tónleikur og sangur hava altíð fylt
nógv, sigur Christian Andreasen.
Tað eru fleiri ymisk ting, sum draga
í kórsanginum.
– Tað er sjálvandi sangurin sjálvur,
sum dregur, men eisini tað sosiala í tí.
Og so avbjóðingin í tí, tí tað setur krøv
og ber avbjóðingar við sær at syngja í
kóri, sigur Christian Andreasen.
Og í serligan mun er eitt, sum
dregur.
– Tað eru upplivingarnar. Eg havi
verið fleiri ferðir uttanlands við Manns
kórinum, í Eysturríki og í fjør í Rus
landi, so tú fær eina rúgvu av uppliv
ingum í kórsanginum, sigur Christian
Andreasen.
Neyðugt at kopla úr
Um seg sjálvan sigur Christian
Andreasen, at hann arbeiðir nógv, fyrst
og fremst sum advokatur.
– Men eg havi serliga tey seinastu
árini lagt stóran dent á eisini at halda
frí. Fyri nógvum árum síðani gavst eg
at arbeiða í vikuskiftunum. Fyri yvir
høvur at kunna arbeiða í mínum tempo
er neyðugt eisini at hava onnur áhuga
mál, sigur Christian Andreasen.
Sum dømi nevnir hann kórsangin,
men hann hevur eisini onnur frítíðar
ítriv.
– Mær dámar sera væl at ganga í
náttúruni, og so havi eg eisini ein hest
standandi í Havnardali, so eg ríði eitt
sindur.
– Arbeiðið sum forseti í Fótbólts
sambandinum er eisini við til at
variera dagligdagin og virkar harvið
eisini avstressandi, sigur Christian
Andreasen.
Vit kenna hann sum dugnaliga sakføraran og sum hartarbeiðandi
formannin í Fótbóltssambandinum. Men tá hann skal stressa av, hugnar
Christian Andreasen sær við kórsangi ella gittarspæli til húsbrúk
Fótbóltur og
kórsangur eru
avstressandi
Tað er sjálvandi sangurin sjálvur, sum
dregur, men eisini tað sosiala í tí. Og
so avbjóðingin í tí, tí tað setur krøv og ber
avbjóðingar við sær at syngja í kóri