Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-22, síða 51
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. februar 2013síða 51

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 22 · 22. februar 2013 11 VIKUSKIFTI mynd: Álvur Haraldsen – Í Fótbóltssambandinum havi eg upp­gávur, sum víkja rættuliga nógv frá vanliga gerandisdegnum sum advo­ katur, sigur Christian Andreasen. Tá dagurin er fyltur við advokatvirki, FSF, kórsangi og náttúruni, so er ikki nógv tíð eftir til annað. Familian skal eisini hava sítt. – Tað er sjálvandi okkurt, eg kundi hugsað mær at havt betri tíð til, sigur Christian Andreasen. Men mesta tíðin gongur við advokat­ arbeiðinum. Arbeiðið sum FSF-forseti er meira at eitt nevndararbeiði. – Eg royni at leggja dent á ikki at blanda meg í dagliga raksturin hjá FSF, men heldur at verða við til at leggja tær yvirordnaðu linjurnar. Hettar er eisini høvuðsuppgávan hjá einihvørjari nevnd. FSF hevur góð starvsfólk. Aðalskrivarin og starvsfólkini hava fulla kompetensu til at leggja gerandisdagin til rættis, sig­ ur Christian Andreasen. FSF væl fyri – FSF stendur sterkt í dag. Vit hava fingið fíggjarligu karmarnar hjá FSF upp á pláss, búskapurin sær gott út, og vit hava tryggjað okkum fíggjarliga kom­ andi árini, sigur Christian Andreasen. Hann vísir á, at Fótbóltssambandið seinastu árini hevur gjørt nýtslu av teim­um møguleikum, sum liggja í okk­ ara altóða limaskapi í FIFA og UEFA. Hettar hevur eisini seinastu ár­ini skapt skapt ein øktan aktivitet hjá Fót­bólts­ sam­bandinum. – Vit hava júst selt sendirættindini fyri fýra tey komandi árini fyri 75 milliónir krónur, samstundis sum játtan­ ir­nar frá FFA og UEFA heldur vaksa enn minka. Hartil hava vit møguleika at út­vega okkum aðrar inntøkur, so aktivi­tet­urin hjá Fótbóltssambandinum fer eis­ini at økjast komandi árini, sigur Christian Andreasen. Afturvaldur Avbjóðingin hjá FSF er rættiliga greið. – Málið hjá okkum er fyrst og fremst at økja um áhugan fyri fótbólti í Før­oy­ um. Skal hetta eydnast skula vit eisini betra um kvalitetin av fótbóltinum, sig­ ur Christian Andreasen. – Tað ræður um at fótbólturin fram­ haldandi skal vera okkara tjóðarítrótt. – Tað ræður um at fáa so nógv fólk sum gjørligt at íðka fótbólt. Fyri at røkka hesum endamáli mugu vit stuðla tí sjálvbodna arbeiðinum, sum verð­ur gjørt úti í feløgunum. Serliga er tað um­ ráðandi, tá tað ræður um ung­dóms­ar­ beiðið. Menningin av fótbóltinum má fara fram úti í feløgunum. Karmarnir hjá feløg­unum mugu tí vera so góðir sum gjørligt, sigur Christian Andreasen. FSF skal hjálpa feløgunum við hes­ um. FSF skal vera samskipari og skapa góðar og tryggar karmar fyri feløgini. FSF tekur yvir, tá leikararnir koma á lands­liðið. – Tað ræður um at taka so breiðan hóp inn í okkara ungdómslandsliðsarbeiðið sum gjørligt. Herfrá kunna vit menna okkara ungdómslandsliðsleikarar upp til A-landsliðið, og tað eigur at vera hægsta ynski hjá einumhvørjum ung­ um fótbóltsleikara í Føroyum at verða upp­tikin til A-landsliðið, sigur Christian Andreasen. – Alt hetta krevur betri venjingar­ um­støður, longri venjingartíðir og fleiri útbíunar venjarar. Og vit hava lagt stóra orku í at menna leikararnar og betra um útbúgvingarnar, og nú verð­ur næstan vant alt árið. Vit hava eis­ini fingið graslíki á Tórsvøll, har ljós­ini efirhondini lýsa næstan hvørt kvøld. Tað ræður um at blíva betri og at koma longri upp á ranglistanum. Røkka vit hesum veksur áhugin fyri fót­bólt­inum og uppafur størri verður til­gongdin, sigur Christian Andreasen, sum leygar­ dag­in verður afturvaldur sum FSF-for­ seti fyri enn eitt fýraára skeið. Tað er sjálvandi okkurt, eg kundi hugsað mær at havt betri tíð til, Men mesta tíðin gongur við advokatarbeiðinum. Arbeiðið sum FSF-forseti er meira at eitt nevndararbeiði – Arbeiðið sum forseti í Fótbóltssambandinum er eisini við til at variera dagligdagin og virkar harvið eisini avstressandi, sigur Christian Andreasen, FSF-forseti, sum í dagliga yrkinum er løgfrøðingur