fríggjadagur 22. februar 2013síða 54
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 22 · 22. februar 2013
14
VIKUSKIFTI
Vísindi
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Milliónirnar standa væl á bankabókini.
Við nærum 85 árum her á fold og eini
50 ára gamlari Nobel-virðisløn skuldi
tíðin kanska verið komin hjá James D.
Watson at taka sær av løttum og bara
njóta ellisárini.
Men tað kemur ikki upp á tal hjá
vísindamanninum, sum framvegis
hevur sama eldhugan, sum í nógv ár
hevur hjálpt honum fram til stór úrs
lit. Somikið stór, at hann av nógvum
verður mettur sum tann mest týðandi
núlivandi vísindamaðurin, og tað er nú
ikki heilt einki.
Tað vóru annars ikki ílegurnar, sum
stóðu ovast á ynskilistanum, tá 15 ára
gamli James fyri 70 árum síðani byrjaði
lesnaðin á lærda háskúlanum í Chicago.
Fuglar høvdu hansara heilt stóra áhuga,
og eitt nú hevur hann sagt, at hann í
størst møguligan mun slapp sær burtur,
tá evnafrøði stóð á tímatalvuni.
Hann skifti tó linju á skúlanum,
og hóast bachelor-prógvið var innan
zoologi, so hevði hann tá skift linju
frá fuglafrøði til genetik. Eitt val, sum
líka síðani hevur merkt tilveru hans
ara.
Tað var undir ph.d. studium sínum,
at Watson veruliga gjørdist heims
kendur. Sum lesandi hevði hann stóra
virðing fyri arbeiðinum hjá Salvador
Luria, sum hevði fingið eina Nobel-
virðisløn fyri sítt arbeiði við genetiskum
mutatiónum.
Granskarar kring heimin vóru tá í
ferð við at finna útav, hvat ílegur veru
liga vóru fyri nakað, men rættiliga
tíðliga í hesi gransking var Watson
sannførdur um, at DNA var ein ílegu
borin molekyla. Seint í 1951 hitti hann
Francis Crick, tá teir báðir starvaðust
á University of Cambrigde, og hálvt
annað ár seinni stóðu teir báðir fyri tí,
sum nógvum verður mett sum eitt tað
størsta bragdið innan náttúruvísind
yvirhøvur. Nevnliga eina staðfesting
av DNA-strukturinum. Fyri hetta fingu
teir Nobel-virðislønina, og hóast ílegu
gransking er nógv ment seinastu hálvu
øldina, so byggir alt hetta á tað arbeiði,
sum Watson og Crick stóðu fyri.
Watson hevur í fleiri ár víst før
oysku FarGen-verkætlanini áhuga og
verður ein av høvuðsrøðarunum á al
tjóða ráðstevnuni FarGen Summit 2013,
sum verður á Hotel Føroyum 19. og 20.
september. Eisini har verður hátíðar
haldið, at 60 ár eru liðin, síðan arva
strongurin varð uppdagaður.
FarGen-verkætlanin varð sett í verk
2008. Hugskotið við henni er at kort
leggja ílegurnar hjá øllum føroyingum,
so skapt kann verða betri viðgerð og
fyribyrging í føroysku heilsuverkinum.
Føroysku úrslitini kunnu gerast sera
áhugaverd millum altjóða granskarar,
eins og vitjanin hjá Watson ber boð
um.
Tann mest týðandi núlivandi vísindamaðurin. Somikið stór
eru orðini, sum verða sett á James D. Watson, sum verður
gestarøðari á føroyskari ráðstevnu í heyst
Ein risi
innan
granskingina
Eins væl og Watson er virdur fyri sína
umfatandi og slóðbrótandi gransking. Eins
nógv hevur hann í løtum verið í fokus fyri
sjónarmið, sum ikki heilt sampakka við tað,
sum vanliga verður mett sum borðbært.
Tað eru longu nógv ár síðani, at hann
alment seg seg vera ateist – ikki trúgv
andi – og bæði innan átrúnað, politikk og
náttúruvísindi hava sjónarmið hansara
argað fjøldina meira enn tí einu ferðina.
Eitt nú hevur hann tíðum ført fram,
hvussu sjálvsagt tað eigur at vera, um vit
hava loyvi at selja og eta gen-viðgjørdar
matvørur. Watson er vitandi um vansarnar,
sum hetta kann hava við sær, men hann
heldur fast um, at fyrimunirnir eru nógvar
ferðir størri. Bart út sagt heldur hann, at
argumentini ímóti gen-viðgerð av mat
vørum eru óvísindalig og skilaleys.
Fleiri ferðir hevur hann eisini alment
stuðla genetiskari screening av fostrum og
genetiskari viðgerð av hesum. Eitt nú hevur
hann ført fram, at tey »býttastu« 10% av
fjøldini áttu at verið tikin sum fostur, og at
øll konufólk áttu at verið genviðgjørd, so
tær vórðu vakrar.
– Eg skilji ikki, tá fólk siga, at tað vildi
verið ræðuligt at gjørt allar gentur vakrar.
Sjálvur haldi eg, at tað hevði verið fan
tastiskt, hevur hann sagt um hetta.
Og heldur ikki hevur hann stórvegis gott
at bera feitum fólkum.
– Tú kennir teg illa, tá tú hevur feit fólk
til setanarsamrøðu, tí tú veitst, at tú ongan
tíð fer at geva teimum starvið, er hann
millum annað endurgivin fyri at siga.
Eisini er hann ákærdur fyri at royna at
rættvísgera antisemitismu, at vilja avmarka
talið av fólkum í ávísum átrúnaðarligum
og etniskum bólkum, fyri at siga at litt
fólk genetiskt eru latari enn onnur og fyri
at siga, at tað er í lagi at drepa brekaðar
nýføðingar.
Í samrøðu við BBC hevur Watson ført
fram, at vit sum menniskju mugu átaka
okkum ábyrgdina fyri framtíðina við at
útvelja og verja bestu genini hjá okkum.
Hetta sigur hann vera eina avleidda sjálv
fylgju, tá náttúrliga útveljingin ikki longur
er serliga sterk hjá menniskjuni.
Vit kunnu skapa betri menniskju