fríggjadagur 22. februar 2013síða 55
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 22 · 22. februar 2013
15
VIKUSKIFTI
– Eg skilji ikki, tá fólk siga, at tað
vildi verið ræðuligt at gjørt allar
gentur vakrar. Sjálvur haldi eg, at
tað hevði verið fantastiskt,
sigur James D. Watson, ið stuðlar
genetiskari screening av fostrum
og genetiskari viðgerð av hesum
Tað er eingin tilvild, at ílegugransking í Føroyum
er serstakliga áhugaverd. Fremsta orsøkin er, at
talið av føroyingum er ikki størri enn so, at til ber
at skráseta allar føroyingar í einum dátubanka.
Ílegusamansetingin hjá einstaka føroyinginum kann
so samkoyrast við alskyns dátuskráum – har setur
bara hugflogið markið, og tá massin samstundis
er nóg stórur til vera hagfrøðisliga álítandi, kann
ein slík dátuskrá veruliga gerast eitt mekka fyri
granskarar.
– Tað eru kanska fleiri, sum óttast, at vit við
hesum kunnu skráseta alt ov nógvar viðkvæmar
upplýsingar, men tað nýtist ikki at vera so, sigur
James D. Watson.
– Tí tað er eingin orsøk at uppgeva anonymitetin
hjá einstaka borgaranum av hesum ávum. Eitt nú
kunnu vit ímynda okkum, at vit hava skrásetingar
um blóðtrýst, diabetes, krabbamein og so víðari.
Eg rokni ikki við, at tað hevði verið nakar
trupulleiki at hildið hetta anonymt. Og tað er eisini
ein hugsandi loysn, at ein persónur, sum t.d. hevur
ílegur sum kunnu benda á ov høgt blóðtrýst, einki
fær at vita um hetta, um hann ikki ynskir tað.
Umframt Føroyar, so er Ísland eisini nevnt sum
eitt land við avmarkaðum fólkatali, har gransking av
sama slag kundi verið gjørd. Men Watson heldur, at
Føroyar eru enn meira upplagdar.
– Ísland hevur avgjørt sínar møguleikar, men
Føroyar eru lættari, tí tit eru færri. Byrjaðu vit
við hesum í dag, so kundi hvør føroyingur verið
ílegukannaður fyri á leið $1.000, og tað er einki
at tosa um. Tíðarætlanin fyri eina slíka verkætlan
hevði verið um trý ár, og tá høvdu vit havt eitt
framúr grundarlag til gransking.
– Og sík gransking kundi jú givið stór framstig
fyri Føroyar. Kundu vit við hesum staðfest einstøku
orsøkirnar, sum elva til sjúkur av ymsum slag, so
kundu vit eisini fyribyrgt nógvum av hesum. Og tað
vita jú øll, at tað er munandi bíligari at fyribyrgja
sjúkum, heldur enn at viðgera sjúk fólk,
sigur James D. Watson.
Eydnast tað hjá FarGen at skapa ein føroyskan dátugrunn við ílegum,
kann eitt slíkt projekt gjøgnumførast upp á trý ár. Og vinningurin fyri
føroyska samfelagið vildi verið stórur, heldur James D. Watson
Mekka fyri granskarar