mánadagur 25. februar 2013síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 25. februar 2013 · Nr. 23
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
- Vit eiga at ansa sera væl
eftir, at vit ikki fáa ov nógvar
útlendingar til Føroya
Tað heldur Hans Joensen,
formaður í Havnar Arbeiðs
mannafelag.
Í morgin hevur Løgtingið
aðalorðaskifti um útlending
ar í Føroyum og í tí sambandi
ávarar Hans Joensen ímóti,
at vit Føroyum gera saman
mistak sum tey hava gjørt
í øðrum londum, sum hann
málber seg.
Hann heldur, at vit eiga
ikki at gera tað so lætt hjá
útlendingum at koma higar,
at vit vera yvirfloymd av
fremmanda fólki við fremm
andum mentanum.
- Tað skal vera mín áheit
an á okkara politikarar,
sigur formaðurin í Havnar
Arbeiðsmannafelag
- Samstundis eiga vit at
seta útlendingum, sum koma
higar, púra greið krøv, og teir,
sum ikki halda lógina, ella
klára at laga seg til føroysk
viðurskifti
og
føroyska
mentan, skulu sendast av
aftur landinum.
Tora ikki út
Formaðurin í Havnar Ar
beiðsmannafelag
heldur,
at vit eiga at hava lært av
londunum rundan um okk
um, at tað summastaðni er
farið heilt av sporinum.
- Onkustaðni tora fólk ikki
út fyri dyr í sínum egna landi
og ta støðu mugu vit ikki
koma í, sigur hann.
Hann dylir ikki fyri, at
hann hugsar fyrst og fremst
um fólk við víðgongdum
sjónarmiðjum og mentanum,
sum eru púra fremmand fyri
okkum, tí at hann ikki vil
seta navn á.
- Vit eiga at vera serstak
liga varin, at vit ikki lata so
nógv fremmanda fólk ko
ma higar, við víðgongdum
mentanum, sum tey síðani
fara at royna at kroysta nið
uryvir høvdið á okkum, so at
okkara egna mentan verður
forkomin um eitt ættarlið
ella tvey.
- Vit skulu ikki hava
útlendingar higar, sum hal
da, teir skulu fortelja okk
um, hvussu vit skulu liva
og krevja, at vit skulu laga
okkum til teirra mentan og
siðir. Tvørtur skulu útlend
ingar, sum koma higar, koma
higar upp á okkara treytir
og teir skulu laga seg til før
oyska mentan.
- Vit eiga eisini seta teim
um treytir um at læra seg
føroyskt mál og at kunna
seg um føroysk viðurskifti
og føroyska mentan.
- Tað ber ikki til at gera
leyst, bara tí at onkir politik
arar hava tað visjón, at vit
skulu vera 100.000 fólk í Før
oyum um nøkur ár.
- Tað er ørvitistos, heldur
Hans Joensen.
Ikki pláss
Hans Joensen heldur, at tað
er eisini ein spurningur um,
hvat hesi fólkini skulu gera, tí
vit hava ikki fortreytir at fáa
nógv fleiri fólk hendavegin.
- Føroyingar ganga ar
beiðsleysir, so spurningurin,
er, hvat hesi fremmanda
fólkini skulu gera, tí vit hava
ikki nóg mikið av arbeiði til
okkum, sum longu eru her
frammanundan.
Tí heldur Hans Joensen,
at útlendingar, sum sleppa til
Føroyar, skulu í nógv mestan
mun vera fólk, sum hava
heilt serligar førleikar, sum
vit ikki hava.
- Tað skulu vera fólk, sum
kunnu átaka sær ávís serlig
arbeiði, í ávísa tíð, men tá ið
uppgávan er liðugt, skulu tey
fara aftur.
- Útlendingar eiga ikki at
koma til Føroya at gera ar
beiði, vit fullvæl eru før fyri
at gera sjálvi.
- Vit eiga ikki at geva leyst
og lata útlendingar flyta til
Føroya og fáa uppihaldsloyvi
her, bara tí at hetta er eitt
gott land at búgva í.
Men treytin skal altíð
vera, at tey vera lønt eftir før
oyskum sáttmálum og vera
limir í føroyskum feløgum.
- Vit vilja hava skipað
viðurskifti og tað fara vit
at berjast fyri, leggur hann
afturat.
Formaðurin
sigur,
at
sjálvandi skulu undantøk
gerast, har føroyingur fær
útlendskan maka, tí tey eiga
sjálvandi at vera vælkomin
higar.
- Og teir útlendingar, sum
koma higar, skulu skulu vit
vera serstakliga góð við og
tey skulu viðfarast við virð
ing og hava somu sømdir,
sum vit onnur, leggur for
maðurin í Havnar Arbeiðs
mannafelag afturat.
Mugu avmarka talið á
útlendingum í Føroyum
INTEGRATIÓN Vit mugu ikki fáa ov nógvar útlendingar til Føroya og teir, sum ikki klára at laga seg til
okkara viðurskifti, skulu sendast av aftur landinum, heldur formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag
Vit skulu ikki hava útlendingar
higar, sum halda, teir skulu fortelja
okkum, hvussu vit skulu liva
Vit eiga ikki at gera
tað so lætt hjá útlend
ingum at koma higar, at
vit vera yvirfloymd
Ørvitistos
Tað er ørvitistos at geva útlendingum leysar teymar at flyta til Føroyar, bara fyri at økja um fólkatalið, heldur Hans
Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag, sum vil hava strangar reglar á økinum