Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-25, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. februar 2013síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 25. februar 2013 · Nr. 23 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Leo Poulsen Tað var tann tíð, tá før­oy­ ing­ar høvdu millum 10 og 15 »skittfiskarar«, men tað ævintýrið endaði í 80-áru­ num. Nú kundi verið líkt til, at tað er við at taka seg upp aft­ur. - Vit royndarfiskaðu í fjør eftir hvítingsbróðri, men tað gekst ikki so væl. Nú er eing­ in av teimum mon­nu­num til meira, sum kendu til at fiska hvít-ings­bróð­ur, og tí mugu vit royna okkum fram, sigur Dánial Johansen, reiðari á Atlants­farinum. Teir royndu undan jólum, og tá var fiskiskapurin brúki­ lig­ur. - Vit fingu eini 70 tons um dagin, men nú eftir jól hevur tað ligið um 15-20 tons um dagin, og tá er tað ikki løn­samt. Tað kostar jú nógv í olju at toga eftir so lítlum, sig­ur Dánial Johansen. Tað ljóðar, at besta ver­tíð­ in er um heystið og so januar, febru­ar og mars. - Men eftir jól hevur tað roynst ógvuliga illa. Vit vóru eisini óhepnir, tí tveir teir fyrs­tu túrarnar álaðu vit trol­ið sundur. Men vit hava eitt sera gott samstarv við Vón­ina, og nú hevur trol­ið so hildið, sigur Dánial Johan­ sen. Tað hevur verið neyðugt at roynt seg fram, tí ongar roynd­ir eru gjørdar tey mongu seinnu árini. - Vit hava roynt alt, sum roynast kann, og vit hava havt myndatól á næst­ an hvørjum háli. Men møguleikarnir at royna eru so nógv skerdir í mun til tað var í 70-unum og 80-unum, sig­ur Dánial Johansen. Vóna enn Ein stórur partur av hvít­ ings­bróður veiðini plagdi fyrr at vera stóra hjáveiðan av rundum fiski, men tann møgu­leikin er ikki til staðat í dag. - Vit hava stórmeskað trol og rist í, so vit hava onga hjá­ veiði. Tað kann koma til ein­ ar fimm fiskar í hálið, so tað er ikki tað stóra, sigur Dánial Johan­sen. Tá skip royndu eftir hvít­ ings­bróðri fyrr, vórðu smá­ mesk­að trol nýtt, og eisini slup­pu tey at fiska á grynri vat­ni. - Tað er møguligt, at tað hevði hjálpt, at sloppi á aðr- ar leiðir. Men vit hava roynt eyst­an fyri, allan vegin suður um Suðuroynna og norður eftir vestan fyri. Men tað hev­ur ikki borið til, sigur Dánial Johansen. Atlantsfarið liggur annars í løtu­ni. - Av tí at tað er so lítið at fáa, hava vit valt at gera klass­ing­ina. Hon skuldi kort­ ini gerast nú áðrenn mars mánað, so vit koma at ligg­ja hesa vikuna og nakað inn í næs­tu viku eisini. Men tá er so æt­lan­in at fara út aft­ur at roy­na, sigur Dánial Johan­ sen. Tað hevur annars ljóðað, at partrolararnir fáa væl av hvít­ings­bróðri í trolið. - Tað kann vera, at teir fáa hvít­ings­bróður í trolið, men tað er neyvan í teimum nøgd­ um, sum vit hava brúk fyri, skal veiðan løna seg, sigur Dánial Johansen. Men enn ætla teir sær so at royna, tí vón er fyri, at hvít­ings­bróðurin kann faraz at taka seg upp aftur. Atlantsfarið hevur ligið einar tvær vikur, meðan klassingin er gjørd, men væntandi verður farið út aftur um miða næstu viku Mynd: Birgir Waag Høgnesen Lítil hvítingsbróður til Tey bæði skipini, Atlantsfarið og Grunnabarð, hava fingið loyvi at fiska hvítingsbróður, men tað er lítið at fáa í løtuni og beint nú er tað ikki lønsamt, sambært Dánial Johansen, reiðara á Atlantsfarinum Leo Poulsen Tað var Christian í Gróti­ num, sum í fjør roynd­ar­fisk­ aði eftir hvítingsbróðri. Havstovan metti tað vera rætt at royndarfiska eftir hvítingsbróðri. Sein­ast roynt varð eftir hvít­ings­ bróðri var í 1996, tá nýggja lógin kom í gildi, og tað eru strang­ir reglar, sum skipini skulu halda, sigur Jacob Vester­gaard. Eitt nú skulu skipini brúka rist og eftirlitsfólk eru eisini við. Loyvini eru givin í eitt tríára skeið, og tað eru reiðaríið hjá Atlantsfarinum og South Pelagic, sum eigur Grunna­barð, sum hava fing­ ið hesi loyvini, sigur Jacob Vestergaard. Tað er lítil hví­t­ings­bróð­ ur at fáa í løtuni, men tekur hann seg upp, kundi tað ver­ið ein vinna hjá nøkrum skip­u­m. Standandi loyvir í trý ár - Havstovan metti tað vera rætt at loyva rolyndarfiskiskapi eftir hvítingsbróðri, so tvey tríára loyvir eru latin til Atlantsfarið og South Pelagic, ið er eitt felag í Vági, sigur Jacob Vestergaard Jacob Vestergaard sigur, at tað eru tvey skip, sum hava fingið hvør sítt tríára loyvi at fiska hvítingsbróður