mánadagur 25. februar 2013síða 3
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
Mánadagur 25. februar 2013 · Nr. 23
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
Tað verður ein ómetaliga
stór avbjóðing at framskun
da arbeiðið at gera Sandoyar
tunnilin.
Tað heldur Kári P. Høj
gaard, landsstýrismaður í
innlendismálum.
Hann heldur, at eitt boð
kundi verið at gjørt Sand
oyartunnilin beint aftan á,
at Eysturoyartunnilin varð
liðugur.
Hann staðfestir, at Løg
tingið
hevur
lagt
eina
langtíðarætlan,
har
eitt
høvuðsmál er, at hallið á
fíggjarlógini skal vera burtur
í 2016.
- Skal landið seta arbeiðið
í gongd beinanvegin, skal
peningur játtast á løgtings
fíggjarlógini.
- Men tað ber ikki til at
fara undir Sandoyartunnilin
í 2015 og samstundis røkka
málinum um, at hallið á
fíggjarlógini skal verða burt
ur í 2016.
Samstundis
vita
vit
eisini, at onkar íløgur, eitt
nú skúladepilin í Marknagili,
verða nógv dýrari enn mett.
Kári P. Højgaard sigur,
at skal farast undir Sand
oyartunnilin í 2015, er tískil
einasti møguleiki at útseta
aðrar íløgur, sum standa í
langtíðar íløguætlanini hjá
samgonguni.
Og tað heldur hann, verð
ur eitt tungt hoyggj at draga.
- So skal øll íløguætlanin
gerast av nýggjum og polit
isk semja fáast um tað, sigur
hann.
Og hann veit ikki, um tað
yvirhøvur letur seg gera.
Hann heldur, at eitt boð
kundi verið, at Eysturoyar
tunnilin
verður
gjørdur
fyrst, men tað skal vera sum
ein privat verkætlan, sum
verður fullkomiliga óheft av
landskassanum.
- Síðani kundu vit hildu
fram og gjørt Sandoyar
tunnilin beint aftan á, ímeð
an útgerð, arbeiðskraft og
serfrøðin var í landinum
kortini, heldur hann.
Rentan kann hækka
Kári P. Højgaard sigur, at tað
ber til at taka lán. Men gera
vit tað, kann tað fáa avleið
ingar fyri okkara metingar
virðið uttanlands, -ratingin-
kann versna og tað kann føra
til, at rentan hækkar.
Hinvegin ásannar Kári
P. Højgaard, at er politiskur
meiriluti fyri tí, kann Løg
tingið sjálvandi samtykkja,
hvat tað skal vera.
- Tað ber eisini til at økja
almennu íløgurnar og tað
ber eisini til at taka lán. Men
alt hevur sínar avleiðingar í
hinum endanum. Tær avleið
ingarnar kunnu vera, at aðrar
íløgur mugu útsetast, ætlan
in um javnvág á fíggjarlógini
í 2016 má sleppast, ella vit
taka lán og rentubyrðan øk
ist og skuldin veksur aftur.
- Og samstundis krevja
summir politikarar, at tað
skal vera ókeypis at koyra
ígjøgnum Vágatunnilin og
Norðoyatunnilin, tá ið teir
eru goldnir.
- Verður politisk undir
tøka fyri tí, skulu nógvar
milliónir afturat útvegast til
rakstur og tað fer at tyngja
raksturin
av
samferðslu
kervinum enn meiri og at
gera tað enn torførari at
finna fígging til nýíløgur.
Eitt gott stig
Fyribils er semja um at seta
eina nevnd við umboðum
fyri allar flokkar og Janusi
Rein, uttanflokstingmanni.
Í heyst skal tann nevnd
in koma við uppskoti um,
hvussu ætlanin um Sandoy
artunnilin kann fremjast.
Landsstýrismaðurin held
ur, at hetta er eitt gott stig, tí
tað fer at geva politikarum
eitt betri grundarlag at taka
støðu eftir.
Fyribils ætlar hann sær
kortini at halda seg til tað
semju, sum er gjørd.
- Men verður politisk
undirtøka fyri onkrum øðr
um, hava vit tað at halda okk
um til, sigur Kári P. Højgaard.
Men er tað ikki eisini ein
møguleiki at leggja allar tunl
arnar í eitt felag og brúka inn
tøkurnar frá Skálafjarðartun
linum, Eysturoyartunlinum og
Norðoyatunlinum til at fíggja
Sandoyartunnilin og aðrar
verkætlanir við, soleiðis sum
politikarar úr andstøðuni ha
va skotið upp.
Nei, tað er tað ikki. Løg
tingið hevur samtykt eina
lóg sum sigur, at Eysturoyar
tunnilin skal leggjast í eitt
privat felag. Og tað er heldur
ikki politisk undirtøka fyri,
at leggja allar tunlarnar í
eitt felag, so í veruleikanum
er støðan rættiliga greið.
Áki Bertholdsen
Verður ætlanin at gera tunnil
til Viðareiðis slept og ábøtur
gjørdar á vegin ístaðin, sparir
landskassin
einar
90-100
milliónir.
Tað staðfesta tinglimir úr
samgonguni.
Og teir halda, at hetta k
ann verða ein góður máti at
útvega fígging til ein Sandoy
artunnil.
Løgtingið viðgerð í løtuni
eitt uppskot um at gera
tunnil til Viðareiðis.
Mett
hevur
verið,
at
tunnilin fer at kosta einar
150 millónir, men Eivind
Jacobsen,
tingmaður
hjá
Sambandsflokkinum, sum er
í samgonguni, sigur, í seinast
uni eru ábendingar komnar
um, at tunnilin verður dýrari.
Hinvegin hevur Lands
verk skotið upp at gera ábøt
ur á vegin og tryggja hann
fyri góðar 76 milliónir, soleið
is at ferðslutrygdin verður
nøktandi.
Verður hendan loysnin
vald, ber samstundis til at
útvega grót til byrgingina
um Haraldssund, so at hon
verður 5-10 milliónir bíligari.
Lagt verður afturat, at
brúkiligt grót til endamálið
fæst ikki úr einum tunli.
Tað, Landsverk mælir til
at gera, er at breiðka vegin
til tvær koyribreytir og at
gera breiðar trygdarveitir
framvið vegnum, sum tekur
omanlop. Somuleiðis verð
ur mælt til at gera stórar
savningarbrunnar at svølgja
vatninum, tá ið ein á leypur
og annars at gera verjugarð
ar.
Fínur vegur
Eivind Jacobsen sigur, at
verður hendan loysnin vald,
verða 100 milliónir tøkar
afturat til Sandoyartunnilin,
samstundis sum at vegurin
til Viðareiðis verður fínur.
- Her snýr tað seg um at
spara 90-100 milliónir og tað
skulu góðar grundgevingar
til at skúgva tað til viks, sigur
hann
- Tær grundgevingarnar
gleði eg meg til at hoyra,
leggur hann afturat.
Hann heldur, at hetta er
einasti máti at at fáa Sand
oyartunnilin gjørdan, men
hetta er ein spurningur um
samgongan torir at broyta
íløguætlanina.
- Bara stríðið um at finna
64 milliónir eyka til Skúla
depilin í Marknagili, vísir,
hvussu torført tað er at fara
út um fíggjarligu karmarnir,
sum longu eru lagdir, leggur
hann afturat.
Hann stúrir fyri, at verð
ur hildið fast um Sandoyar
tunnilin, uttan at raðfesta ætl
aðu íløgurnar umaftur, endar
tað við einum uppskoti um at
selja BankNordik og Atlants
flog at fíggja tunnilin við.
- Lat tað ikki henda, tí tað
tekur ongin undir við, sigur
hann.
Eivin Jacobsen fær undir
tøku frá Raimund Langgaard
úr Fólkaflokkinum, sum eisi
ni er í samgongu.
Hann tekur ikki undir
við
Sandoyartunlinum,
uttan at íløguætlanin hjá
samgonguni verður raðfest
um aftur, tí hann góðtekur
ikki, at Sandoyartunnilin
bara verður lagdur oman á
allar hinar íløgurnar, samg
ongan longu er samd um at
fremja.
Hinvegin heldur Alfred
Olsen, at Sandoyartunnilin
kann verða fíggjaður við láni,
akkurát sum Norðoyatunnil
in og Vágatunnilin og hann
heldur, at tað er bara at taka
avgerð um at gera hann.
Tað ivast onnur tingfólk í,
tí tað er so nógv ferðsla ígjøg
num teir báðar undirsjóvar
tunlarnar, at teir eru fyri ein
stóran part sjálvfíggjandi.
Hinvegin verður ferðslan
ígjøgnum Sandoyartunnilin
so lítil, at tað verður nóg
illa fyri sjálvan raksturin og
tíansheldur verður nakað av
lop til rentur og avdráttir
Einasta
tingfólk,
sum
mælti ímóti var Elsebeth
Mercedis
Gunnleygsdóttir,
sum heldur, at tað er bein
leiðis ”irriterandi! At hoyra
hetta tosið um alternativu
loysnina hjá Landsverki, tí
tað forðar ikki gróti í at loypa
á vegin.
Fyrst Eysturoyartunnil
og síðani Sandoyartunnil
UNDIRSJÓVARTUNLAR Landsstýrismaðurin í innlendismálum heldur, at tað verður
ómetaliga torført at framskunda arbeiðið at gera Sandoyartunnilin
Kunnu spara 100 milliónir
VIÐAREIÐI Landsverk hevur gjørt eitt uppskot um nýggjan veg til Viðareiðis, sum er útvið 100 milliónir
bíligari enn tunnil og tingfólk halda, at hetta er ein góður máti at útvega fígging til Sandoyartunnilin
Avbjóðing
Tað verður ein ómetaliga torfør avbjóðing at framskunda
arbeiðið at gera Sandoyartunnil, heldur Kári P.
Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum