mánadagur 25. februar 2013síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 25. februar 2013 · Nr. 23
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hanus Kamban
Menniskjan er neyvan eintýdd.
Heldur er hon sett saman av mong
um eg-útgávum, sum eru ymiskar
og kanska samstundis hava eitt
felags grundeyðkenni. Hesir hamir
trína fram á tilverunnar pall, í
ellini tódnaðir og skarpir, á miðjum
aldri frískir og búnir, á barnaárum
ekkaleysir og leikandi. Stundum
fær ein hug at síggja seg sjálvan í
einum yngri leikparti. Hvat segði
eg tá? Hvussu hugsaði eg? Hvørjar
vóru mínar kenslur? Minnið er
svikaligt, men tað eru brøv ella dag
bøkur ikki. Og enn minni bandaðar
upptøkur.
Hetta er tráðurin í tí stutta ein
mansleikinum Seinasta bandið hjá
Krapp, frá 1958, eftir Samuel Bec
kett. Leikurin varð frumsýndur
nú seinasta leygardag í Sjónleikar
húsinum, við Kára Øster sum Krapp,
í leikstjórn, sum Hans Tórgarð
hevur havt um hendur. Áskoðarin
upplivir Krapp, sum hann nú er,
á 69 ára aldri, sum hann var fyri
einum mansaldri síðani, á 39 ára
aldri – hendan yngra Krapp hoyra
vit, varðveittan talandi á bandi –
og sum hann var á uppaftur yngri
árum. Leikurin er soleiðis skrivaður,
at hann goymir í sær tríggjar fláir
ella røddir, tann meira uttanveltað
forteljandi Krapp, tann lýriska
og næstan skaldaborna Krapp og
Gamlakrapp, sum lítur aftur á sítt
lív, eitt sindur gloymskur, heldur
ilskur og ofta við vanvirðisliga
burturkveistrandi tónalag.
Pallmyndin er eitt gamalt, slitið
skriviborð, hvørs hurðar venda
móti áskoðaranum. Á borðinum
liggja dungar við gomlum bondum,
hættisliga lagaðir upp. Hinumegin
borðið situr Krapp, ein skeggvaksin
gamal maður, hampuliga ílatin til
tað, rættiliga væl greiddur. Hann
situr og fjasast, hyggur nærsýntur
at urinum, tekur ein lykil fram, fær
hendur á eina banan, sum hann
stingur í munnin, so hon dagar móti
teimum ovfarnu áskoðarunum við
ikki sørt reystum falliskum sveiggi.
Krapp
trilvar
millum
bondini,
Synjarans játtan
Kári Øster
tolkar Beckett
í Sjónleikar
húsinum við
professionelt
tamdum spæli
ummæli