Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-25, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. februar 2013síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 25. februar 2013 · Nr. 23 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tónleikararnir Edvard Ny­ holm Debess, Petra Iversen, Hanus G. Johansen, Kim Han­sen og Anna Maria Olsen settu saman eina skrá, har flestu av løgunum vóru úr seks­ti­ár­unum, tó at onkur nýggj­ari vóru í millum. Theo­ dor E. D. Olsen tók í tekst­ir­ nar, tá hann í fleiri umførum hug­leiddi um 78 ára gamla kanadiu­mannin og lív hansara. Hann hugleiddi um gátuføru Suzanne í sangi­ num, har Jesus brádliga trín­ ur fram. Jesus was a sailor When He walked upon the water And He spent a long time watching From His lonely wooden tower And when He knew for certain Only drowning men could see Him He said,"All men will be sailors then Until the sea shall free them - Cohen hevur góðar og djúpar tekstir. Hann dugir framúr væl at brúka mynda­mál, bæði úr gamla og nýggja testamenti. Um Dávid kong, Ábraham, Ísak og so framvegis. Hann dugir framúr væl at saman­tvin­na andaliga og verðsliga part­ in av lívinum, lýst í sam­ bandi­num millum mann og kvinnu, greiðir kvívíks­prest­ ur frá. Eftir fyrstu løgini frá fram­úr góðu tónleikarunum tók Theodor E. D. Olsen fatur í Paulus: - Trúgvin, vónin, kær­lei­ kin. Men størstur av teim­um er kærleikin. Orðini hós­ ka væl til skaldskapin hjá Cohen. Altíð dragandi, ræð­ andi. Djúpur, men sam­stund­ is er flogið høgt. Við frástøðu, men tó nærveru. Kvívíksprestur steðgar á við samanrenningina millum tað andaliga og tað meiri verðs­liga. Eitt kynstur, ið Co­ hen sambært presti dugir sum fáur. - Tað er ikki heilt rætt, at kristi­ndómurin er so bangin fyri tí ítøkiliga, tí verðsliga. Tak bara brúðarvígsluna í kirkj­u­ni sum dømi, sigur Theo­dor E. D. Olsen. Hesi bæði kvøldini var kær­leikin reyði tráðurin í frá­søgn­ini, tónleikinum og til­takinum sum heild. - Kærleikin fyllir nógv hjá Cohen. Og jú, hann er vist nokk eisini ein sjarmørur, legg­ur prestur smílandi aftur­at. Lógvabrestirnir Fólk tóktust vera á einum máli um, at kirkjurúmið varð brúkt á virðiligan, vakr­an og fjálgan hátt til at lýsa søguna um ein mann, ið við sínum tónleiki hevur nom­ið við so mong. Og kirkju­liðið fekk eisini høvi at fagna tón-leiki­ num og tón­leikar­unum. - Fyrst høvdu vit avtalað, ikki at klappa millum løgini. Ikki av kirkjuligum ávum, men fyri at gera løtuna meira in­tima. Men vit broyttu mein­ing í síðstu løtu. Eg haldi, at vit høvdu eina ábend­ing um, at hetta kundi fara at gerast nokkso stórt, sig­ur Theodor E. D. Olsen á sín egna lítillátna hátt. Í Kvívíkar Kirkju er tað ikki longur ein diskusjón, um loyvi skal vera at klappa í kirkjuni. Tað er loyvi. - Tað er befríandi at klappa. Tað vildu vit ikki taka frá fólki, hetta Leonard Co­hen kvøldið, staðfestir prest­ur. Til seinasta lagið, Dance me to the end of love, fylgdu lógva­brestirnir tónleikinum allan vegin. Sum í kirkju Tá Anna Maria Olsen sang Hallelujah, ein sangur á marki­num at vera sálmur, var kvirt í Kvívíkar Kirkju. So kvirt og vakurt, at ein hoyrdi hárini reista seg. Now I've heard there was a secret chord That David played, and it pleased the Lord But you don't really care for music, do you? It goes like this The fourth, the fifth The minor fall, the major lift The baffled king composing Hallelujah - Tað er ein spurningur um trúgv, vón og kærleika. Av teimum er kærleikin størst­ur, og tí kunnu vit syng­ja Hallelujah og dansa til kærleikans enda, segði Theo­dor E. D. Olsen millum ann­að, tá hann leiddi kirkju­ liðið gjøgnum lívið hjá Leo­ nard Cohen. Talan var um eitt øðrvísi og forkunnugt tiltak, ið prest­ur og kirkjuráðið tó høv­du valt at lata í ein kirkju­lig­an búna. - Ja, vit valdu at hava eina inn­gangsbøn og útgangsbøn. Tó ikki tí “traditionellu”, men ístaðin tekstin hjá Marjuni Bæk, har man takkar fyri gávu­r­nar, ið man fær. Tað set­ir góðar karmar um til­tak­ ið, haldi eg, sigur Theodor E. D. Olsen. Fleiri áveg Konsertin við tónleiki eftir Leonard Cohen er bara eitt av fleiri tiltøkum á føstu­ skránni hjá Kvívíkar Kirkju. Sjálv­ur dylir Theodor E. D. Ol­sen ikki fyri, at hann kundi hugs­að sær meira tónleik inn um kirkjugátt. - Tað skal sjálvandi vera tón­leikur og tekstur við góðs­ ku. Tað skal vera ein meining í at bera tað inn í kirkuna, sig­ur hann. Enn er einki ítøkiligt sett á skrá, men prestur hevur ein dreym: - Jú, eg havi ein dreym um at gera eitt U2-tiltak í Kví­vík­ar Kirkju. Írski super­ bólk­urin hevur tekstir og tón­leik, sum hóska sera væl inn í kirkjuliga rúmið, sig­ur Theodor E. D. Olsen og steðg­ ar eitt sindur á: - Tað krevur eitt ávíst tøkni­ligt setup, men tað eig­ur at rigga, leggur hann aftur­at. Meðan U2 framvegis stend­ur sum eitt hugskot í høvdi­num á presti, er Leo­ nard Cohen aftur á veg inn í Kví­vík­ar Kirkju. - Vit hava ætlanir um at endurtaka tiltakið síðst í mars. Onkur av tón­leikar­un­ um fer av landinum, men vit ætla at finna ein dato eftir 20. mars, sigur Theodor E. D. Ol-sen. Kim Hansen Petra Iversen Anna Maria Olsen og Edvard Nyholm Debess Theodor E. D. Olsen hugleiddi um lívið hjá kanadiumanninum, ið er so lættur at dansa til, men ikki altíð so lættur at dansa við. Heini Holm, deknur, las inngangs- og útgangsbøn, ið Marjun Bæk hevur skrivað