Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-25, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. februar 2013síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 25. februar 2013 · Nr. 23 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jón Brian Hvidtfeldt - Góðskan á tónleikinum, sjálv tónleikaupplivingin, stend­ur eftir. Ikki bara tað, at tiltakið var í einari kirk­ ju. Og tað er tað, ið eg eri glað­ast fyri. Theodor E. D. Olsen er væl nøgdur, eftir eitt vikuskifti við tveimum, full­settum Leonard Cohen til­tøk­um. Tað er tíðiligt, at kvívíks­ presti dámar væl kanadiu­ mann­in, ið er so lættur at dansa til, men ikki altíð so lætt­ur at dansa við. - Jú, hann er ein maður, ið man altíð vendir aftur til. Hann blívur ongantíð keði­lig­ur, sigur Theodor E. D. Olsen og sipar bæði til tón­leik­in og tekstirnar hjá Leonard Cohen. Saman við kirkjuráðnum hevur prestur fingið í lag til­tak­ið, ið lýsir søguna um ein mann, sum við sínum tón­leiki hevur nomið við so mong. - Kirkjurúmið stendur har, 24 tímar um samdøgrið. Og hóast guðstænastan altíð kemu­r at vera tað primera, so eiga vit at kunna brúka kirkju­na til annað eisini. Sjálv­andi í allari sámuligheit, sig­ur Theodor E. D. Olsen. Fríggjakvøldið og aftur sunnu­kvøldið var tað so Leo­ nard Cohen, ið fylti kirkju­ rúm­ið í Kvívík. Samanrenningin Suzanne, ævigi klassikarin, ið Cohen skrivaði í seks­ti­ áru­num, legði støðið fyri kvøldi­num í Kvívíkar Kirkju. Tá tað andaliga og verðsliga rennur saman Tónleikurin skal hóska inn í kirkjuna. Góðskan skal vera í lagi – ja, tað skal vera ein meining við tí. Tað sigur ein væl nøgdur Theodor E. D. Olsen, eftir at Kvívíkar Kirkja tvær ferðir var ov trong til øll tey, ið vildu hoyra Leonard Cohen - Tað er ein spurningur um trúgv, vón og kærleika. Av teimum er kærleikin størstur, og tí kunnu vit syngja Hallelujah og dansa til kærleikans enda, segði kvívíksprestur um tónleikin og framførsluna hjá framúr tónleikarunum. Myndir: Jens Kristian Vang