mánadagur 25. februar 2013síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 25. februar 2013 · Nr. 23
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
21 ára gamli Christopher
hevur seinasta árið vunnið
fram sum poppsangari í Dan
mark. Hann hevur hittað við
sangum sum Against The
Odds og Mine Mine Mine.
Leygarkvøldið spældi Chris
topher í Rex í Havn, og hann
var eisini gestur í Hvonn
Live, har hann spældi ein
sang og greiddi frá sínum
tónleiki.
Fyrstu ferð, Christopher
stóð á palli, var, tá ið hann
gekk í 3. flokki í fólkaskúla
num.
- Vit høvdu eitt grand prix
á skúlanum, og eg luttók við
einum sangi, sum eg sjálvur
hevði skrivað. Tað gekk væl,
tí eg vann kappingina, og eg
vann eisini tvey tey næstu
árini, og so luttók eg ikki
meira í kappingini, greiddi
hann frá.
Men
hetta
gav
unga
dreinginum blóð á tonnina
at gera meira við tónleikin.
- Eg hevði júst fingið ein
gittara, hevði skrivað mínar
fyrstu sangir, og vanda sera
nógv heima. Eg vildi ikki fara
við í X-Factor ella líknandi
kappingar. Fyrstu árini var
eg sjálvandi ov ungur til at
verða við, men tá ið eg sá,
hvussu tað gekk hjá vinnar
unum, so hevði eg ikki hug
til tað.
- Tá tú byrjar tína yrkisleið
við at syngja framman fyri
50.000 fólkum í Parkini, so
kann tað næstan bara ganga
ein veg eftir tað. Tí haldi eg, at
um tú veruliga vilt tónleikin,
mást tú taka tann harða
vegin uttan um sjónvarpið
og talentsendingarnar og ar
beiða teg spakuliga upp.
- Ein vinmaður spurdi
meg, hví eg ikki fór til eitt
plátufelag og spurdi, um eg
kundi sleppa at spæla ein
sang fyri teimum. Tað gjørdi
eg so, og endin var, at teg
fekk plátusáttmála.
Sìðani hevur Christopher
fingið fótin fyri seg og livir
nú av tónleikinum.
-ek
Christopher valdi
tann harða vegin
Hvonn live - Um tú veruliga vilt tónleikin, mást
tú taka tann harða vegin uttan um sjónvarpið
og talentsendingarnar og arbeiða teg spakuliga
upp, sigur poppsangarin Christopher
- Tá tú byrjar tína yrkisleið við at syngja framman fyri 50.000 fólkum
í Parkini, so kann tað næstan bara ganga ein veg eftir tað, sigur
Christopher, sum ikki hevur vilja luttikið í talentkappingum