mánadagur 25. februar 2013síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 25. februar 2013 · Nr. 23
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eyðun Klakstein
Føroyingar eta nógv seyða-,
neyta- og svínakjøt, men
hestakjøt eru vit ikki so glað
fyri. Í øllum førum verður
lítið gjørt av at eta hestakjøt
her á landi. Seinastu tíðina
hevur hestakjøtið eisini ver
ið í miðdeplinum í matvøru
gølu kring Europa, men tað
var orsaka av villleiðandi
merking av eitt nú liðugt
rættum.
Leygarkvøldið var hesta
kjøt í miðdeplinum í útvarps
sendingini Hvonn Live, sum
Rás2 sendir beinleiðis av
Hvonn. Kokkurin Guðmund
ur Guðmundsson, sum er
ættaður úr Íslandi, gjørdi
nakrar rættir úr hestakjøti,
sum hann síðani lat fólk
royna, og fólkalívsfrøðingur
in Jóan Pauli Joensen greiddi
frá, hví summu djór verða
mannaføði og onnur ikki.
- Tað snýr seg um mentan,
hví vit eta summi djórasløg
og ikki onnur. Vit hava ikki
havt so nógv ross í Føroyum,
og tí hevur tað kanska ikki
verið so nógvur matur í tí her
hjá okkum, segði Jóan Pauli
Joensen.
- Fara vit longur aftur í
tíðina, var rossið eitt djór,
sum var virðismett, men tað
var eisini sett í samband við
nakað diabolskt. Tað komst
av, at tá ið rómverjarnir komu
norður gjøgnum Europa til
germanarnar, offraðu teir
ross og ótu kjøtið. Og tá ið
fólk gjørdust kristin, hildu
tey, at tað var nakað heiðið í
at eta ross, og tann katólska
kirkjan bannaði fólki at eta
ross.
- Men rundan um okkum
hava fólk etið rossakjøt. Í
Svøríki vóru tað kanska ser
liga tey fátøku fólkini, sum
ótu rossakjøt, men íslending
ar hava altíð etið ross. Tá ið
Ísland varð kristnað, var ein
av treytunum hjá teimum, at
teir skulu kunna halda fram
at eta rossakjøt.
- Tað er ikki so løgið, at
fólk hava etið meira seyða-
og neytakjøt, tí tað er munur
á einum seyði og einum hesti,
sum er tignarligur og hevur
verið brúkt sum krígsdjór.
Hesturin hevur ikki verið
dripin og etin uttan víðari.
Jóan Pauli Joensen er ikki
vísur í, at tað fer at broytast
í bræði.
- Matmentan av hesum
slagi er ikki løtt at broyta, tað
tekur langa tíð, sigur hann.
Góður matur
Guðmundur Guðmundsson
gjørdi í sendingini leygar
kvøldið nakrar rættir burtur
úr hestakjøti. Hestakjøtið
var úr Íslandi og úr Hvalba.
Guðmundur gjørdi ein grýtu
rætt, hann stokti búffar, og
so hevði hann eisini saltað
og roykt hestakjøt at bjóða
fólki á Hvonn.
- Hestakjøt er óalminde
liga góður matur, og eg haldi
avgjørt, at føroyingar skuldu
etið meira av tí. Eg gjørdi
onkuntíð
eitt
sindur
av
hestakjøti á Hafnia í síni tíð,
men nú er tað mest umborð á
Fagraberg, har eg eri kokkur.
Tá vit landa í Íslandi, plagi
eg onkuntíð at keypa saltað
hestakjøt, sum eg havi givið
manningini, og tað dámar
teimum væl. Men eg havi
ikki sagt teimum fyrr enn
aftaná, at tað hevur verið
hestakjøt, sigur Guðmundur
Guðmundsson.
Vertir og gestir á Hvonn
fingu møguleika at royna teir
ymsu rættirnar úr hestakjøti,
og nógv fólk tóku av. Roykta
kjøtið hevði ein sterkan – og
avbjóðandi – smakk, men
hinir tríggir rættirnir vóru
populerir, og fólk lótu væl at
teimum.
Umframt hestakjøtið var
eisini nógvur live-tónleikur í
Hvonn Live hesaferð. Danski
poppsangarin Christopher
framførdi, Holgar & Tórfríð
spældu tveir sangir, og send
ingin endaði við live-fram
førslu frá Grandma’s Base
ment.
Hestakjøt til fólkið
Hvonn live Tónleikaframførslur, matgerð úr hestakjøti og annað var á skránni, tá ið Rás2 hevði Hvonn
Live sending leygarkvøldið. Fólk høvdu gott mót upp á at royna hestakjøt, og tey lótu væl at
Kokkurin Guðmundur Guðmundsson gjørdi ymsar rættar úr hestakjøti
Fólk fingu høvi at royna onkrar av rættunum
Myndir: Eydbii myndir