Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-25, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. februar 2013síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 25. februar 2013 · Nr. 23 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Jákup Mørk Jørgen Niclasen hevur sent upp­ skot til hoyringar, har sonevndi ítróttar­frádrátturin skal tvífaldast. Seinnu árini hava fólk, ið fáa avmarkaða samsýning frá ítrótta­ feløgunum havt rætt til serstakan ítróttarfrádrátt. Hesin hevur gjørt, at hjálparfólk hjá ítróttafeløgum kunnu fáa upp til 15.000 kr. um árið sum skattafría samsýning. Tað hevur leingi verið eitt ysnki hjá Ítróttasambandinum at hækka hetta tal til 40.000 kr., og nú røkist fyri eini munandi hækkan. Jørgen Niclsen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, váttar fyri Kring­ varp­inum, at hann hevur sent upp­ skot til hoyringar, har frá­drátt­urin skal tvífaldast upp í 30.000 kr. Frádrátturin verður bert veittur til hjálparfólk, ið forvinna í mesta lagi 15.000 krónur um árið fyri ítróttar­ligt virksemi. Er inntøkan t.d. 16.000 kr., verður øll lønin rokn­ að sum skattskyldug. Ítróttafrádrátturin hækkar Tróndur Arge Keita er 25 ára gamal, ættaður úr Senegal og kom til Føroya í 2008. Hann hevur øll árini, síðani hann kom til Føroya, spælt við B68. Nú B68 ikki er við í fremstu deildini, helt Keita, at stundin var komin at skifta felag. – Eg hevði ongantíð ætlað at fara úr B68, tí har hevur verið gott at vera. Nú bleiv støðan tó so, at B68 flutti niður í 1. deild, og tað gjørdi so, at eg fór at hyggja at onkrum øðrum felag í bestu deildini. Tá AB bað meg koma út á Argir helt eg, at tað var ein góður kjansur at fáa. Eg kenni onkrar av spælarunum her. Eg haldi at hópurin virkar sera væl samanspældur, og her er góður stemningur, so eg ivist ikki í, at eg fari at trívast her, sigur Ahmed Keita við heimasíðan hjá AB. – Vit hava leingi havt eyguni eftir Keita, sum er ein tann besti áleyparin í Føroyum. Vit eru sera fegnir um, at hann valdi at koma til AB, sigur Sjúrður Olsen, formaður í FC Argjum. Formaðurin í FC Argjum, sum rekur besta liðið hjá felagnum, metir nú, at felagið er til reiðar at taka av avbjóðingini at spæla í bestu deildini. AB hevur nú ein hóp upp á 24 spælarar. Eins og fleiri feløg í ár, so hava teir lagt stóran dent á at hava nógvar spælarar, ið eru uppvaksnir í felagnum. Stor­steypa­ dysturin verður ein endurtøka av steypa­finaluni Fótbóltur Sunnudagin 3. mars møtast føroyameistararnir úr EB/ Streymi og steypavinnararnir úr Víkingi í stórsteypadystinum í Gundadali, sum FSF og Lions Club í felag skipa fyri til frama fyri vælgerandi endamál Tróndur Arge Sjeynda árið á rað skipa Lions Club í Føroyum og Fótbólts­ sam­bandið fyri stórsteypadysti millum tey bæði liðini, sum í fjør vunnu meistaraheitið og steypa­kappingina, ávikavist EB/Streymur og Víkingur. Dyst­urin verður á ovara vølli í Gunda­dali sunnudagin 3. mars klokkan 16. Dysturin, sum er tann fyrsti almenni dysturin hetta kapp­ingarárið, er sjálvandi ein spurningur um heiður og æru, men kann eisini geva eina ábending um, hvat vit kunnu vænta okkum av fótbólti í ár, tí ein dystur millum tey bæði lið­ini, ið vunnu í fjør, kann altíð geva eina fatan av, hvat er í væntu. Sum vant, fer allur ágóðin frá hesum dysti til eitt væl­ ger­andi endamál, og hóast atgongu­merkini kosta tað sama sum til vanligar dystir í Effodeildini, er ikki óvanligt, at fólk nýta høvið til at rinda meira enn tað, so tí hevur øll árini borið til at latið munandi upp­hæddir til góð endamál. Í fjør fór allur ágóðin av stór­ steypadystinum til eitt Litegait- hjálpitól til fysioterapideildina á Landssjúkrahúsinum, men av tí at enn restar eitt sindur í til at fáa keypt tólið, hevur Lions Club gjørt av, at ágóðum aftur hesa ferð skal fara til sama endamál, so tólið nú umsíður kann útvegast. Litegait-tólið gevur góðir møguleikar til venj­ing hjá teimum umleið hálvt­annað­ hundrað apopleksi-sjúkling­ unum, sum koma á Lands­ sjúkra­húsið um árið, men eisini hjá fólki, ið skal til uppvenjing eftir longri sjúkralegu, eitt nú fyri at fáa vant gongulagið aftur. Slík venjing er tung og krops­liga krevjandi, so eitt Litegait-tól lættir væl um hjá tera­peutunum, ið annars mugu vera tveir og tríggir um hvørt fólk, og eisini kunnu sjúklingar við Litegait ganga longri teinar og gerast meira sjálv­støðugir í venjingunum. Á fysioterapideildini á Lands­ sjúkra­húsinum eru 8-10 fólk, sum hava brúk fyri at venja við Litegait hvønn dag. trondur@sosialurin.fo Keita til AB Mynd: Álvur Haraldsen Fótbóltur AB hevur leingi leita eftir einum áleypara. Í kvøld boðar felagið frá, at avtala er gjørd við Ahmed Keita, sum skiftir frá B68 til AB upp á ein eitt ára sáttmála Mynd: ab.fo