mánadagur 25. februar 2013síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 25. februar 2013 · Nr. 23
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Gerandisdagur í flogbóltsheiminum aftur
Flogbóltur Í eina viku vóru øll eygu vend móti flogbóltinum,
men um vikuskiftið var gerandisdagur í flogbóltsheiminum
Tróndur Arge
Umstøðurnar kunnu illa verið nógv
øðrvisi í mun til steypafinaluna, tá
SÍ liðið hjá monnum so gott sum
tryggjaði sær pláss í steypafinaluni
leygardagin. Í lítlu og trongu høllini
í Sørvági tóku sørvingar móti Fleyr,
sum skuldi vinna dystin fyri at
hava nakran veruligan møguleika
stjala finalu plássið frá SÍ.
Í mun til steypafinaluna eru bara
nakrir og tjúgu áskoðarar, umframt
at fyrstu av kvinnunum hjá Mjølni
og SÍ eisini eru í høllini.
– Hey, sigur ein fitt barnarødd
við ein SÍ spælara, sum skal serva.
Áskoðarnir grína og tað ger
spælarin eisini til eitt vist. Í
steypafinaluni var torført at hoyra
hvønn annað. Eisini illbønirnar
verða varpaðar út í hvørt horn í
høllini. Tað kostar millum annað
SÍ venjaranum, Rajko Petrovic eitt
gult kort, tá hann er ósamur við
dømingina.
Tað er somuleiðis torført at
greiðu á hvat støðan er, tá tú hev
ur sett teg niður. Her er ongin stór
talva, sum vísur støðuna, og ongin
hallarfrásøgumaður,ið rópar støð
una upp hvørja ferð bólturin brest
ur í gólvið.
– Tað er 18-18, sigur ein ung
genta, sum hevur fingið til uppgávu
at renna tvey trý fet inn á vøllin
fyri síðani at skeita yvir á dómara
borðið, sum er á somu síðu, sum
teir uppstillaðu stólarnir. Tað er
ein rekkja stilla upp, og liðini hava
nakrar hvør, so tað eru bara áleið 20
siti pláss í høllini.
Eftir eina viku í ljósinum í før
oyska ítróttar- og fjølmiðlaheim
inum er aftur dagligidagur í før
oyskum flogbólti.
Stórur munur á
Filip Gram var sjónligur á vøllinum
í steypafinaluni, og tað var hann
aftur leygardagin. Hann er ágrýtin
og er ikki bangin fyri at vísa kenslur
tá hann spælir. Hann angrar seg, tá
okkurt miseydnast,, men er eisini
sjónliga glaður, tá tað eydnast.
Hann ásannar eisini, at tað er ikki
tað sama at spæla í landskappingini,
sum í eini steypafinaluni.
– Tað er stórur munur á. Serliga
eru tað áskoðararnir, sum gera mun.
Høllin her er eisini so lítil, at tú eitt
nú ikki ger hoppi servir, greiður
Filip Gram frá eftir dystin.
Tað bleiv eisini heitt í høllini
á Hálsi fyri eini viku síðan, og tað
metir Filip gjørdi ein mun.
– Bólturin ferðast longri tá tað er
heitt. Í mun til steypafinaluna, so
haldi eg ikki at vit kiksa eina servu
tvey tey fyrstu settini, greiður Filip
Gram frá.
SÍ er omaná leikliga og hóast
tað er javnt í løtum, so skjótt greitt,
at sørvingar eru omaná. Teir hava
fingið blóð upp á tonna eftir góða
avrikið í steypafinaluni móti greiða
oddaliðnum úr Fuglafirði, men teir
er greiðir yvir, at ÍF framvegis er
favorittur.
– Til steypafinaluna vóru vit
fullmannaðir og tað var tann besti
dysturin vit hava spælt móti ÍF
í hesum kappingarárinum, sigur
Fillip Gram.
– Tað er ein fyrimunur, at vit eru
undirtippaðir móti ÍF. Alt trýstið er
á teimum og teir vita at teir skulu
vinna, sigur Filip víðari.
Pílurin peikar uppeftir
SÍ er eitt felag á veg fram hjá monn
unum. Teir vunnu steypagull í
dreingir 14 og dreingir 16, meðan
unglingarnir fingu silvur.
– Vit hava fleiri ungar spælarar,
sum eru á veg fram. Tað er sjálvandi
torført hjá teimum at spæla í eini
steypafinalu, men tað kemur við
tíðini, vísur Filip Gram á.
Á SÍ liðnum eru fleiri heilt ungir
spælarar, sum ikki vóru at síggja
í finaluni. Mett verður, at teir eru
so ungir, at teir møguliga høvdu
knekka undir stóra trýstinum til
steypafinaluna. Leygardagin fingu
fleiri teirra møguleikan.
– Vit hava mist onkrar profilar,
meðan aðrir ikki kunnu verða við
hvørja ferð. Vit taka fleiri ungar
upp og eg var eitt sindur skeptiskur
undan kappingini, men tað hevur
bara rigga væl, sigur Filip Gram,
meðan Rajko Petrovic kemur yvir og
sigur eitt hvørt skemtingarsamt.
– Um Rajko megnar at blíva við
at skapa so góðar ungar spælarar,
so hevur SÍ í eina bjarta framtíð,
sigur Filip.
Sjálvur spælir hann við aðrari
ermuni uppi, so allur armurin er
sjónligur.
– Eg havi fleiri ferðir spurt um fá
troyggju uttan ermar, tí tað órógvar.
Men nú havi eg bara rivið hana av,
sigur Filip Gram og flennur.
Tað var eftir sigurin ikki greitt,
um SÍ sigrinum hevur vunnið
sær pláss í FM finaluni, men tað
hvørtfall nær og sannlíkt, at FM
finalan hjá monnum verður ein
endurtøka av steypafinaluni mill
um ÍF og SÍ.
Mjølnir vann kvinnudystin
Tá mannfólkadysturin var liðugur
komu kvinnu liðini hjá SÍ og Mjølni
á vøllin. Karin Mikkelsen var ikki
við fyri SÍ, men sørvágskvinnur
góvu Mjølni ein skarpa gang. Í
fyrsta setti var Mjølnir omaná, men
í øðrum setti gekk illa. SÍ vann 25-
19 og Mjølnir gjørdi fleiri mistøk.
Oddaliðið megnaði tó at venda
dystinum til egnan fyrimun og
vinna 3-1.
trondur@sosialurin.fo
Eik-ligan kvinnur
nr. Lið
Dystir
Vunnið
tapt
vunnin sett
tapt sett
munur
Stig
1 Mjølnir
19
19
0
57
3
54
36
2 SÍ
18
14
4
46
13
33
26
3 Fleyr
18
13
5
43
22
21
25
4 TB
19
12
7
37
30
7
19
5 Dráttur
19
7
12
26
38
-12
14
6 Ternan
19
6
13
26
43
-17
13
7 KÍF
19
4
15
18
49
-31
8
8 ÍF
19
0
18
2
57
-55
0
Eik-ligan menn
nr. Lið
Dystir
Vunnið
tapt
vunnin sett
tapt sett
munur
Stig
1 ÍF
16
16
0
48
4
44
30
2 SÍ
16
10
6
33
24
9
17
3 Fleyr
16
6
10
24
31
-7
12
4 Mjølnir
16
0
16
2
48
-46
0
Dráttur - ÍF 3-0
(25-13, 25-18, 25-4)
Fleyr - Ternan 3-2
(24-26, 18-25, 25-10, 25-18, 15-4)
TB - KÍF 3-2
(15-25, 25-9, 25-14, 21-25, 15-6)
SÍ - Mjølnir 1-3
(16-25, 25-19, 19-25, 14-25)
KÍF - ÍF 3-1
(settúrslitini ókend)
Ternan - Mjølnir 0-3
(17-25, 16-25, 21-25)
TB - Dráttur 0-3
(13-25, 25-27, 22-25)
SÍ - Fleyr 3-1
(25-17, 24-26, 25-20, 25-14)
ÍF - Mjølnir 3-0
(25-16, 25-14, 25-18)
Myndir: Álvur Haraldsen