mánadagur 25. februar 2013síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 25. februar 2013 · Nr. 23
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Atlantic airways deildin
Hatta var tað
Einki FM til StÍF:
Hondbóltur StÍF hevði ein seinasta møguleika at blanda seg
upp í FM stríðið, men uttan Svein Justinussen og Marius Joensen
tapti strandingar fyri Neistanum í gjár. Alexandur Johansen,
venjari hjá StÍF, hevur nú mist vónaina um at koma í FM finalun
Tróndur Arge
– Nú eru vit úti, tíverri. Høvdu vit
vunnið í dag, so høvdu vit verið við
aftur, men hatta var tað, staðfesti
Alexandur Johansen eftir 24-20
ósigurin fyri Neistanum í høllini á
Skála.
Tað byrjaði annars væl og StÍF
kom á odda við fleiri málum. Eitt
skifti var støðan 10-4 til strandingar,
sum við nýggjari og ungari upp
stilling fekk eina flúgvandi byrjan.
– Tað sá gott út tað fyrsta kor
terið, tá vit føra við einum seks
málum. Tá sá tað út sum at vit fóru
at koyra tað heim, men eg veit ikki
hvat Neistin broytti, tí vit koma ikki
gjøgnum verjuna hjá teimum eftir
tað, sigur Alexandur Johansen.
Mikkjal Hansen stóð væl í
málinum hjá Neistanum. Hann byrj
aði eisini at gera fleiri bjargingar tá
tað nærkaðist hálvleiki.
– Vit byrja ikki so væl, men so
fáa vit skil upp á verjuna og fáa
nøkur løtt mál. Tað er lætt at vera
málmaður hjá okkum, tí øll skotini
verða trýst tí verjan er so góð, at tað
er lætt at lesa av hvar teir skjóta,
greiður Mikkjal Hansen frá.
Undan dystinum var greitt, at
Sveinur Justinussen ikki fór at vera
við. Tað var vil til at geva neista
monnum eina vón um at endur
taka bragdið úr Vestmanna fyri
viku síðan.
– Vit trúðu upp á tað undan dyst
inum, Sveinur Justinussen var ikki
við og kanska trúðu vit for nógv
upp á tað, tí vit vóru ikki klárir frá
byrjan, sigur Mikkjal Hansen.
Heldur ikki Marius Joensen var
nakað serligt at síggja á vøllinum.
Hann kom seint í seinna hálvleiki,
men tá var orkan og neyvleikin
farin úr StÍF liðnum.
– Hetta er ein nýggj uppstilling
hjá okkum. Fleiri av okkara eru
skaddir, og møguliga orka hinir
ikki eina heilan dyst. Tað er kanska
ein forkláring, tí tá vit koma til
møguleikar, so brenna vit. Og tað
er tekn upp á at orkan er ov lítil.
Marius hevur eitt hald í rygginum
og fær ikki runnið ordiligt, sigur
Alexandur Johansen.
Neistin omaná
í seinna hálvleiki
StÍF var á odda 11-9 í hálvleikinum
og tað var sum so ikki óvæntað.
Men tíðliga í seinna hálvleiki fór
Neistin av álvara at gera um seg.
– Teir fyrstu minuttirnar í seinna
hálvleiki vóru ørkymlandi. Eg visti
ikki ordiliga hvat eg skuldi finna upp
á, tí eg hevði ikki so nógv at skifta
út við. Vit broyta verjuna til eina
6-0 verju, og tað ger at skil kemur
á verjupartin, men tað gongur
framvegis ikki í álopsspælinum, og
so kosta mótálopini dýrt, greiður
Alexandur Johansen frá.
Neistin endar við at vinna
rímiliga greitt, tá samanumkom.
– Nu mugu vit bara byggja víðari
upp á tað vit hava. Tað er ikki eins
áhugavert, men vit mugu bara
halda fram, staðfestur venjarin hjá
StÍF.
Við sigrinum hevur Neistin
prógvað, at teir verða við í kapp
ignini um stutt tíð. Teir skulu líka
menna seg tað seinasta, so koma vit
at síggja Neistan nærri oddanum
heldur enn botninum.
trondur@sosialurin.fo
H71
mundi
fingið
ein skelk
Hondbóltur H71 vann í kvøld 25-
19 á Team Klaksvík í Atlantic Airways
deildini, men tá eitt korter restaði í
var støðan 18-18. So mistu gestirnir
úr Klaksvík, sum bara vóru átta á
dómaraseðlinum, luftina og H71 vann
Tróndur Arge
Ein minutt fyri hálvleik var
Team Klaksvík á odda 13-12,
men tvær villur og ein útvís
ing kostaði leiðsluna í hálvleik
inum, har H71 var á odda 14-13.
Í seinna hálvleiki var Team
Klaksvík við til helmingurin
av seinna hálvleiki var farin.
Tá tók H71 eitt time-out við
støðuni 18-18. Tá sást á vøll
inum, at gestirnir úr Klaksvík
høvdu minni luft eftir enn
hoyvíkingarnir.
– Eg merkti tað av álvara
seianstu
10-15
minuttirnar.
Tá orkaði eg ikki meir, sigur
Sámal á Tjaldrafløtti Olsen,
sum gjørdist toppskjútti við
tíggju málum.
H71 hevði rímuliga lætt
spæl seinasta korterið. Team
Klaksvík verjan bleiv mest
sum hálað sundur, og so kundu
menn sum Rógvi Sørensen og
Rúni Højgaard bróta ígjøgnum
og skora. Rógvi ásannar, at H71
onkuntíð tekur ov lætt upp
á tær uppgávurnar, ið síggja
lættast út.
– Vit hava fleiri ungar spæl
arar á liðnum og teir trúgva
allir upp á seg sjálvar. Tað ger
kanska, at vit undirmeta teir
og ikki taka uppgávuna í álvara
frá byrjan, men tað týdningar
miklasta er, at vit vunnu, sigur
Rógvi Sørensen, sum spældi á
miðjuni hjá H71.
trondur@sosialurin.fo
H71 - Team Klaksvík 25-19 (14-13)
H71: Rúni Højgaard 5, Bogdan Florea 5, Hallur Biskopstø 4, Rógvi Sørensen 4,
Sigmundur Dahl 2, Niels Viggo Niclasen 1, Tróndur Arge 1
Team Klaksvík: Sámal á Tjaldrafløtti Olsen 10, Heri Johnsson 3, Beinur Heðinsson 2,
Zarko Pejovic 2, Jens Pauli Mohr 1, Andrias Ellingsgaard 1
Dómarar: Daniel Rapa og Niclas Nicalssen
Atlantic Airways Deildin menn
nr. Lið
Dystir
Vunnin mál
Tapt mál
Munur
Stig
1 KÍF
17
502
386
116
27
2 H71
17
469
421
48
22
3 VÍF
17
493
429
64
21
4 Kyndil
17
442
437
5
19
5 StÍF
18
438
421
17
17
6 Neistin
17
406
431
-25
14
7 Team Klaksvík
17
330
555
-225
0
StÍF - Neistin 20-24 (11-9)
StÍF: Steiar Prestá 5, Allan Norðberg 4, Borgar Danielsen 4, Marius Joensen 3,
Jógvan G. Joensen 2, Pætur Joensen 1, Jákup Berthelsen 1
Neistin: Rógvi Nolsøe 6, Jugoslav Djumic 4, Teitur Magnusson 4, Terji Mørk 3,
Kristjan Dulavík 2, Beinur Davidsen 2, Ári Rouch, Andras Joensen 1, Torstein Balle 1
Dómarar: Andreas F. Hansen og Eyðun Samuelsen
Mynd: Álvur Haraldsen