mánadagur 25. februar 2013síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 25. februar 2013 · Nr. 23
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
fremsta deildin kvinnur
VÍF/Tjaldur - VB 23-22 (10-13)
VÍF/Tjaldur: Liljan Djurhuus 6, Eilin Hansen 4, Adina Petrea 4, Heidi Sevdal 3,
Amanda Kristensen 3, Tóra Seloy 2, Barbara Nygaard 1
VB: Rannvá Johannesen 6, Marijana Trbojevic 4, Bára Krosslá Mortensen 3, Helga
Eyðunsdóttr 3, Gurið Mortensen 2, Tamara Radic 2, Andrea Nielsen 2
Dómarar: Hannis Wardum og Uni Wardum
Myndir: Álvur Haraldsen
Fremsta deild kvinnur
nr. Lið
Dystir
Vunnin mál
Tapt mál
Munur
Stig
1 Neistin
14
444
330
114
28
2 Kyndil
14
316
307
9
16
3 VÍF/Tjaldur
14
338
357
-19
14
4 VB
15
355
384
-29
10
5 StÍF
14
350
395
-45
9
6 Stjørnan
13
300
330
-30
7
Tær lurta
ov illa eftir
Hondbóltur Tað sigur Kári Horn, venjari hjá Neistanum,
við eitt sindur av skemti, eftir at Neistin vann 31-25 á
StÍF á Skála. Í hálvleikinum var StÍF á odda 17-15
Tróndur Arge
Í næstan 50 minuttir spældi StÍF
fult upp við Neistan, sum hevur
vunnið allar dystirnar í hesum
kappingarárinum. Men so tók
Neistin yvir sum so mangan fyrr
og vann dystin.
– Tær byrja at lurta teir seinastu
tíggju minuttirnar í staðin fyri 50
teir fyrsti minuttirnar, heldur Kári
Horn skemtiliga fyri.
Neistin kom illa frá byrjan og
var eitt skifti aftanfyri 8-3.
– Vit royndu nakað nýtt í fyrra
hálvleiki, og tað endar við at seta
okkum undir eitt stórt trýst. Tað
riggaði als ikki, men vit hava ikki
vant tað so leingi, greiður Kári
Horn frá.
– Vit mugu menna okkum sum
lið, so tað ikki blíður so einfalt. Vit
royna okkum millum annað við
tveimum strikum og at verja longur
frammi á vøllinum, men tað vísur
seg, at tað er tað gamla, ið riggar og
tað er tí vit vinna dystin, sigur Kári
Horn.
Í hálvleikinum var StÍF á odda
17-15, men Neistin gjørdi skjótt av
í seinna hálvleiki og minkaði um
leiðsluna, so liðini fram til góar
tíggju minuttir fyri tíð skiftust um
at javna og leggja seg á odda við ei
num málið.
– Hetta er aðru ferð at vit eru
aftanfyri í hálvleikinum og tað
dámar mær væl, tí báðu ferðir havi
eg fingið tær út til seinna hálvleik
við fullari ferð, sigur Kári Horn.
Tá Neistin fyrst legði seg á odda
hevði tú eina hóming av, at Neistin
fór at koyra sigurin heim.
– Hini liðini tykjast knekka, tá
vit koma framum. So hugsa tey at
tað er farið og tað ger tað lættari hjá
okkum seinastu tíggju minuttirnar.
Vit vita at vit eru best teir seinastu
tíggju minuttirnar og tað er har vit
broyta úrslitið. Teir hava bjargað
mær fyrr og tað gjørdu teir aftur
í dag. Eg vóni eisini at teir fara at
bjarga mær nakrar ferðir afturat,
tí vit fara at royna ymiskt nýtt teir
seinastu dystirnar sigur Kári Horn
at enda.
trondur@sosialurin.fo
StÍF - Neisitin 29-31(17-15)
StÍF: Rebekka Justinussen 7, Paula Høgnesen 6, Bára Berthelsen 4, Oddrún Danielsen 3,
Fríðrún Danielsen 3, Birtan Tummasardóttir 1, Erla Petersen 1
Neistin: Barbara Brauer 9, Marjun Danberg 5, Nicoleta R. Hansen 5, Jacklin Durhuus 5,
Eir Berg 3, Bára Hansen 3, Rakul Augustinssen 1
Dómarar: Andreas F. Hansen og Eyðun Samuelsen
Tróndur Arge
Munurin millum VÍF/Tjaldur
og Kyndil er minkaður úr
seks stigum niður í tvey stig
frá mikukvøldinum til í dag.
Felagsliðið við Jan Ottosen á
odda tykist hava fingið fatur
á rætta endanum. VÍF/Tjaldur
kom eisini betur frá byrjan til
VB valdi at mansverja Liljuna
Djurhuus og Adinu Petrea.
Hetta ger góðan mun, tí tá
farið verður til hálvleiks er VB
á odda 13-10. VB eru bara ellivu
spælarar og tá Tamara Radic
fær sína triðju útvísting, sum
gevur reytt kort, blívur tað
nakað tunt á VB liðnum.
Tað er javnleikur 22-22, tá
góð tjúgu sekund eru eftir.
Tá fer felagsliðið í álop og tað
endar við at Eilin Hansen
skorar.
– Hetta vísur bara at vit
trúgva upp á tingini. Hóast vit
hava nógvar ungar spælarar,
so trúgva tær nógv meiri upp á
tað nú. Tær eru eisini avgjørdar
í avgerandi løtunum. Tað er ein
góður eginleiki at hava, sigur
Jan Ottosen, venjari hjá VÍF/
Tjaldur.
trondur@sosialurin.fo
Hondbóltur VÍF/Tjaldur ger
álvara av avbjóðingini um FM
finalu plássið. Aftur hesa ferð
vunnu tær við einum málið
VÍF/Tjaldur
vann aftur
við einum máli
Myndir: Álvur Haraldsen