mánadagur 25. februar 2013síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 25. februar 2013 · Nr. 23
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Gyltasta
skeiðið komið
út í bók
Fótbóltur Hóskvøldið 21. februar legði Árni Dahl fram 2. bind av KÍ søguni, sum fevnir um tjúgu ára
skeiðið 1955-1974, tá ið klaksvíkingar í tjúgu ár vunnu tíggju FM heiti, eitt nú við tiltikna 66-liðnum, sum
var væl umboðað á samkomuni í Norðoya Sparikassa, tá ið Bóltspøl millum Kjøl og Klakk 2 varð løgd fram
Jóannes Hansen
Tað var sannur hátíðardámur yvir
samkomuni, tá ið 2. bind av søg
uni um Klaksvíkar Ítróttarfelag
varð lagt fram fyri almenningin
á samkomu, sum KÍ saman við
høvuðsstuðlinum, Norðoya Spari
kassa, hóskvøldið skipaði fyri í
høvuðsdeild Sparikassans.
Bókin fevnir um tíðarskeiðið
1955-1974. Merkisvert er tað, at KÍ
hetta tjúgu ára skeiðið vann tíggju
FM heiti ella við øðrum orðum varð
meistari annað hvørt ár. Í hesum
tíðarskeiðið var tað, at KÍ vann
fimm FM heiti á rað við tí, sum
seinni fekk navnið 66-liðið, tí FM
heitini vórðu vunnin 1966-1970.
Rímuligt er stórt fokus á hesum
liðnum í bókini, og tað kendist
hugaligt, at flestu teirra, sum vóru
við hesi árini, og sum framvegis
eru á lívi, vóru hjástaddir og sótu í
fremstu røð hetta kvøldið.
Árni Dahl hevur skrivað, og tá
ið hann legði bókina fram, legði
hann fyri við at heita á fjøldina um
at reisast og í tøgn at minnast teir
tríggjar, sum vóru við hesi árini, og
sum ikki eru millum okkara longur.
Teir eru Heðin Baldvinsson, Trygvi
Ragnarsson og Olvheðin Jacobsen.
Og eisini at minnast tey, sum vóru
millum hollastu munnligu keldur
nar til fyrsta bind, og sum eru farin.
Eitt nú spælararnar Emil Mikkelsen
og Símun Waag Høgnesen og
Freydis Poulsen, sum var so holl í
øllum søguligum, ið hevði við Klaks
vík og Norðoyggjar at gera.
Tað var á sumri í 2008, at Árni fór
undir arbeiðið, og sjálvur staðfesti
hann, at tað var í tøkum tíma, at
farið var undir verkætlanina at
fáa KÍ søguna út í bók, tí munnligu
keldurnar av álvara eru farnar at
fækkast.
Skrivligu keldurnar hjá felagnum
eru væl varðveittar, og tær eru
væl og virðiliga troyttar. Tær eru
fyrst og fremst gerðabøkurnar og
søgubókin, sum John Reid Bjartalíð,
sáli, fór at skriva tíðliga undir kríg
num, og sum hann skrivaði í næstan
tríati ár.
Høvundurin hevur sálina við
Tað var hugtakandi løta, og fjøldin
sat rúnarbundin, tá ið høvundin
legði bókina fram og vísti nakrar av
myndunum. Tað kendist, at hetta er
nakað, sum Árni hevur arbeitt nógv
og miðvíst við, og tað kendist eisini,
at henda søgan hevur fylt nógv í
hansara barna- og ungdómsárum í
Klaksvík, og tá ið hann seinni var
slóðbrótandi høvundur á Ítróttar
teiginum í Dimmalætting í stórt
tíggju ára skeið frá miðskeiðis í
seksti árunum og fram til mið
skeiðis í sjeyti árunum.
Í innganginum hugleiðir høv
undurin um krokkspælið, sum var
so týdningarmikil liður í sosiala
partinum av lívinum í ymsu býling
unum í bygdini, og í bókini verð
ur skrivað um borðtennis síðst í
fimmti árunum og fram í seksti
árini, um hondbóltskvinnurnar í
Stjørnuni, sum rættuliga fingu vind
í seglini síðst í fimmti árunum, og
so verður nógv gjørt burturúr,
tá ið spurningurin um at byggja
ítróttarhøll varð reistur og fram
til, tá ið fyrsta tiltakið – ein vøru
Saman við Heðini Baldvinsson, sála, myndaðu hesir tríggir – Ólavur Thomsen, Eyðolv Joensen og
Karl Gudmund Henriksen í nøkur ár stinnu KÍ verjuna. Í 1970 var málmunurin á heimavølli 21-0!
Árni Dahl og Jastrid Gullaksen, sum hava skrivað og lagt til rættis bøkurnar Bóltspøl millum Kjøl og Klakk 1 og 2