mánadagur 25. februar 2013síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 25. februar 2013 · Nr. 23
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
messa – var í høllini 27. august til
1. september, og høllin síðani varð
tikin í brúk og badminton, flogbóltur
og innandurða hondbóltur fingu
høvdið fyri seg.
Fótbólturin
Størsti parturin av teimum 400
síðunum snýr seg um fótbóltin
og sigursgongdina hesi árini og
tey tíggju FM heitini og um ferðir
innanlands og uttanlands, og hesar
seinnu vóru ikki so fáar hesi árini, tá
ið tað ikki var so vanligt at ferðast
uttanlands, sum tað seinni bleiv.
66-liðið og meistaraheitini 1966-
70 og 1972 fylla nógv. Tað er ikki so
undarligt, og fyri fótbóltshugað í
besta manndómi er sumt av hesum
kent, men tað sømir seg, at hetta
nú verður skrivað í bók, og harvið
verður atkomuligt fyri komandi
ættarlið, og at tað verður krydrað
við myndum, sum ikki hava verið
almennar áður. Eitt nú myndum
sum svágur Árna Dahl, danski Poul
Sandberg, og Páll Thomsen, sáli, í
Klaksvík, og Ólavur Niclasen, sum
seinni var málverji á besta liðnum,
hava tikið.
Ikki minni áhugavert er tað,
at nú verður tíðarskeiðið síðst í
fimmti árunum og fram í seksti ár
ini, áðrenn 66-liðið fekk fótin fyri
seg, viðgjørt. Hetta tíðarskeiðið
hevur annars staðið í skugganum
av fyrstu fimmti árunum, sum eru
viðgjørd í 50 ára minningarritinum,
sum John Reid Bjartalíð skrivaði í
1954 og so í fyrsta bindinum av
søguni hjá Árna Dahl. Og í skugg
anum av 66-liðnum.
Tey, sum minnast hetta skeiðið
væl, eru farin at eldast, men nú
ber tað til hjá okkum øllum at fáa
innlit í hetta skeiðið. Hetta liðið
varð meistari í 1956, 1957 og 1958 og
aftur í 1961. Hvørjir hesir garparnir
vóru, sæst á væl uppstillaðu lið
myndunum.
Árni Dahl segði, at tað var ein av
mongu styrkjunum hjá John Reid
Bjartalíð, at hann syrgdi fyri, at
liðmyndirnar vórðu tiknar og tað
við stíli. Millum vinnararnar í 1961
vóru Jógvan Jacobsen, Steinbjørn
Jacobsen, Magnus Kjelnæs og
Ólavur Thomsen. Teir vórðu allir
stuðlar á 66-liðnum, og tá ið Jógvan
Jacobsen var við longu 1956-1958, so
man hann vera ein av teimum, sum
yvirhvur hevur vunnið flest FM
heiti.
Fyrstu eintøkini
Formaðurin í KÍ handaði teimum
á 66-liðnum, sum vóru hjástaddir,
hvør sítt eintak av nýggju bókini.
Anna Jacobsen ella Liden, sum er
gift Hansen, og systur hennara,
Borghild Jacobsen, sum er gift úr
Hvalvík, vóru við á FM liðnum hjá
Stjørnuni í 1958. Tær fingu hvør
sína bók, og tað varð mint aftur á,
hvussu dramatisk heimferðin var, tá
ið tær vóru á veg til hús aftur eftir
at hava vunnið meistaraheitið.
Einasti spælarin frá liðnum 1956-
1961, sum var hjástaddur, tá ið sæð
verður burtur frá omanfyri nevndu,
var Álvur Klakk, sum eisini fekk eitt
eintak.
Á samkomuni í Norðoya Spari
kassa handaði KÍ Árna Dahl
minnisplátu fyri bókaverkið. Hóast
hann sjálvur einki segði um tað hós
kvøldið, so var Árni Dahl gávuríkur
ítróttarmaður. Hann var við til at
vinna liðkappingina, og hann vann
einstaklingakappingina
í
borð
tennis í 1963, og hann var á tiltikna
dreingjaliðnum, sum vann FM í
1962. Liðmyndin vísir, at millum
liðfelagarnar
vóru
fyrrverandi
løgmaður Anfinn Kallsberg og
bóltsnillingurin
John
Sigurd
Joensen.
2. bind av Bóltspøl millum Kjøl og
Klakk vísir, at Árni dugir at skriva
søgu, og tað er sjálvandi hugaligt,
at málburðurin er raðin og lættur.
Jastrid Gullaksen á Grafia hevur
lagt til rættis, og úrslitið av sam
starvinum teirra millum er flott.
Eftir
at
teir
høvdu
fingið
fyrstu eintøkini av bókini, sum er
minnissteinurin ikki minst yvir
teirra avrik, stillaði 66-liðið upp
til myndatøku. Kanska var tað
síðsta ferðin, at høvið var til tað,
men Árni Dahl hevur syrgt fyri,
at søgan um glæsiligu avrikini hjá
KÍ í tíðarskeiðnum 1956-1974 nú er
varðveitt!
joannes@sosialurin.fo
66-liðið avmyndað í Norðoya Sparikassa 21. februar 2013. Aftanfyri frá vinstru: Jóannes Jacobsen, Páll Sigmund Sørensen, Jógvan Jacobsen,
Ólavur Thomsen, Karl Gudmund Henriksen, Jógvan Klakkstein, Steinbjørn Jacobsen, Magnus Kjelnæs og Manni Høgnesen.
Frammanfyri frá vinstru: Ólavur Niclasen, Eyðolv Joensen, Janus Isaksen, Anker Bjartalíð, Eiler Jacobsen og Sofus Baldvinsson
Tveir av bóltsnillingunum, sum myndaðu KÍ álopsspælið 1966-1972 – Steinbjørn Jacobsen og Jóannes Jacobsen