mánadagur 25. februar 2013síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 25. februar 2013 · Nr. 23
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
21
lurtar eftir onkrum broti, spolar
aftur, spolar fram, kemur við við
merkingum, tanlar okkurt orð (ser
liga orðið spoli hugtekur hann) og
reikar stundum aftur í myrkrið aft
ast í hølinum, har ein hoyrir slurk,
klirr frá gløsum og proppabrestir.
Takkað veri upptøkum og við
merkingum fáa vit søguna hjá
Krapp lagda fram í brotmyndum.
Vit hoyra um nakrar útferðir, eitt
nú eina til Eystrasalt. Eina ferð, fáa
vit at vita, vóru Krapp og ein genta
saman í einum prámi, dandandi á
bárum, í sól. Vit fáa at vita um sjúk
una og deyðan hjá mammu Krapp,
um eina sjúkrasystir, um ein hund,
um ein svartan bólt. Men upp úr
hesum savni av meira ella minni
tilvildarligum
staklutum
daga
tveir tilverumáttir – Verkið og Eros.
Kunnu hesir máttir samstarva?
Ella eiga teir kanska nettupp ikki at
samvirka?
Hvussu er ella ikki, tykist okkara
vinur Krapp ikki at hava borið
manga hoybyrðuna heim í sína
tilveruløðu, hvørki av Verksins ella
Ástarinnar mørk. Tað skal tó sigast
honum til rós, at hann hevur skrivað
eitt verk. Men When I Paint My
Masterpiece eftir Bob Dylan, sum er
inngangur til framførsluna (og sum
undirritaði hoyrdi fyrstu ferð í 1971 á
eini minniligari plátu hjá The Band),
tykist sipa til, at dreymaverkið hjá
Krapp hoyrir framtíðini til.
Hvussu við manninum, sum
skrivaði henda leikin? Ájú, vit halda
okkum kenna hann, hann dagar
á nethinnuni, hesin loftskotni,
mjávaksni írin, hvørs døkki og
strangi skuggi seinast í tjúgunum
og fyrst í tríatiárunum í farnu øld
fall, onkuntíð yvir túnini í Trinity
College í Dublin og onkuntíð móti
skjøldrunum á École Normale
Supérieure í París. Hann undirvísti
í nútíðar bókmentum og talaði
franskt í Dublin, men enskt í París.
Kaldur gjóstur, nakað berligt, tykist
fleyra úr hesi persónsmensku. Ikki
so undarligt, tá vit hugsa um Vladi
mir og Estragon í Bíða eftir Godot
ella um Hamm í Endgame, skurrandi
ringhamir, á veg út í onkisins ríki.
Og tó var hesin maður sjálvur
neyvan nakar Estragon ella Hamm.
Hann kom sum ungur at kenna
James Joyce, og sat við meistarans
borð, sum Paulus á sinni við
Gamaliels føtur. Hann hevði stíl,
gekk í stásiligum mótaklæðum, sum
lógu tætt at kroppinum, og meira
enn ein kvinna varð hugtikin av
honum, ólukkuliga sjálvsagt. Eftir
at annar heimsbardagi var brostin
á, fór hann at virka í tí fronsku
mótstøðurørsluni, og útinti har slík
brøgd, at hann eftir kríggið fekk
bæði Mótstøðumedaljuna og Croix
de guerre. Men hetta tímdi hann
ikki at tosa um.
Hvat hevur so hetta við Krapp
at gera? Kanska ikki so lítið. Krapp
hevur eina ferð í sínum lívi havt
tað, sum Joyce rópti eina epifani –
eina opinbering. Eina slíka hevði
Beckett eisini. Tað ráddi um – varð
honum sagt í hesi andkomu - ikki at
endurtaka meistarans brøgd, men
at finna eina aðra og øðrvísi leið, og
tí setti lærusveinurin sítt dyggiliga
NEI – ta berligu noktanina – upp
ímóti tí heita, klingandi JA-num
hjá Molly seinast í Ulysses. Men so
oydnir og naknir hansara tekstir
eru, kundi heldur ikki Beckett
krógva tann bókmentaliga arv, hann
hevði fingið. Í Seinasta Bandinum
hjá Krapp er tað orðið krysolittur,
sum bæði boðar frá hesum arvi og
kanska er lykil til verksins hjarta.
Orðið liggur ikki á hvørjum hissini
vegamóti. Men vit finna tað í hesum
broti, úr fimta tátti í Othello, har
mórin - tá ið svikið hjá Jago verður
avdúkað, og hann hómar sín óbøti
liga miss – tekur soleiðis til:
If heaven would make me such
another world,
of one entire and perfect chrysolite
I´ld not have sold her for it.
Við øðrum orðum: eftir at hava
kvalt Desdemonu, leggur Othello
dýran við, at um hann fekk allan
heimin, gjørdan úr einum fullkom
num gimsteini, hevði hann ikki selt
gentuna. Trupulleikin er bara, hjá
Krapp sum hjá Othello, at á lívsins
knappaborði er ongin iðranar
knøttur. Gjørt er gjørt.
Um uppsetingina av leikinum
er at siga, at hon er varlig, hildin í
teymum. Tað sama kann sigast um
spælið. Krapp verður av viðmerkj
arum stundum róptur landastrok,
og soleiðis sum leikurin er skrivaður,
kundi hann lættliga verið lýstur sum
klovnur. Men tann Krapp, vit síggja
her, er lýstur og leiktur við eini
ávísari tign, hóast hann – gaman í
- einaferð mundi gliðið á einum
bananskali, og hóast hann handfer
leidningar á heldur fesjutan hátt.
Tað eydnast Kára Øster, við neyvum,
professionelt tamdum spæli, at
skapa eina sannførandi hugmynd
av manni, sum bæði vil og ikki vil
kennast við seg og sína lívsúrtøku.
Sum hann situr har, tortrúgvin,
ivaleyst við vaksandi kenning, ikki
sørt vanvirðisliga lítandi aftur á
tann meira álvarsama, lívsjáttandi
Yngra Krapp, kundi hann kanska
sagt sum skaldið:
Hvat at minnast. –
Hvar at finnast. –
Hvat at vinnast?
- Myrkur innast. –
Hetta kundi hann sagt, men hetta
er tá ið saman um kemur ikki leik
sins útsøgn. Tí heilar tríggjar ferðir
spolar Krapp aftur og hoyrir tað
undurvakra brotið, har hann er
saman við síni unnustu í práminum,
har tey liggja, vaggað av vatnsins
aldum.
Krysolittur er ein dýrur steinur.
Orðið merkir gullsteinur, men sjálv
ur steinurin er grønur. Sum lívið,
sum grøðin, sum ein løta í einum
prámi úti á einum vatni, millum
veittrandi trø, í sælu, sum eitt til
verunnar ja. Onki at taka seg aftur
í, ein “feril av meiningsloysi” loðar
upp við henda Krapp, sum vit ann
ars hitta í heilum á vertshúsum og
vínstovum, bæði her um leiðir og í
Dublin. Men leikurin um hann er –
frá tí mikla Synjaranum – eitt bros
og ein játtan.
Seinasta Bandið hjá Krapp. Leikrit:
Samuel Beckett. Týðing: Kári Øster.
Leikstjórn: Hans Tórgarð. Leikari:
Kári Øster. Ljóðupptøka: Jákup
Veyhe. Ljós: Hjalmar Holm og Sámal
Clothier. Pallur. Hans Tórgarð og
Kári Øster. Fyrisiting: Súsanna
Tórgarð. Hjálparfólk: Hjálmar Dam
og Poul Dávur Hammer. Foto: Maria
G. Tórgarð. Plakat og leikskrá: Hans
Tórgarð. Prent: Estra.
Gríma 2013.
ummæli