mánadagur 25. februar 2013síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 25. februar 2013 · Nr. 23
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Stórur tørvur er á virknis- og
endurvenjingartilboði
fyri
sálarsjúk. Eldsálir hava gjørt
eitt
ógvuliga
dygdargott
fyrireikandi arbeiði til eitt
sonevnt Fountainhús, ella
klubbhús.
Aðrar
eldsálir
hava savnað nógvan pening
í Fountain House Føroyar
grunnin, sum er stovnaður til
minnis um Rasmus Rasmus
sen, sála. Tað einasta sum nú
væntar í, er at politikararnir
trýsta á grøna knøttin fyri
eini játtan, sum ger tað
møguligt at seta hesa ómeta
liga góðu verkætlan í gongd.
Nú - beinanvegin.
Tí leggur Tjóðveldi hevur
tí latið Løgtinginum eitt
uppskot, um at landið tekur
ábyrgdina av at stovnseta
eitt føroyskt Fountainhús,
og at játta neyðuga peningin
alt fyri eitt.
Fountainhúsið skal vera
eitt virknistilboð, har fólk,
sum eru sálarsjúk ella hava
sálarligar trupulleikar, fáa
ein arbeiðsskipaðan gerand
isdag. Eitt Foutainhús, gevur
góðar møguleikar hjá sálar
sjúkum at fóta sær aftur í
samfelagnum og á arbeiðs
marknaðinum, og fyribyrgir
at fólk ferð eftir ferð verða
innløgd á sálarsjúkra-hús, tí
samfelagið ikki er til reiðar
at lofta teimum. Skipanin
virkar væl í fleiri londum.
Í dag er støðan soleiðis,
at tann endurmennandi og
sosialpsykiatriski parturin
av psykiatriini í stóran mun
manglar. Fólk við sálarsjúku
hava sera fá tilboð aftaná
útskriving av sjúkrahúsi, og
økispsykiatriin er ikki útbygd
til at fevna um alt landið
enn. Ein stórur trupulleiki
hjá hesum málbólki er at fáa
ein skipaðan innihaldsríkan
gerandisdag, júst tí at alt ov
fá dagtilboð, í fleiri økjum í
landinum, eru als ongi dag
tilboð. Støðan viðførir ofta
sosiala isolasjón og vónloysi,
soleiðis at tað verður trupul
at fáa dagin- og lívið sjálvt at
hanga saman.
Við lógini umarbeiðsfremj
andi tiltøk hevur Løgtingið
samtykt at virka fyri, at
pláss skal vera fyri øllum á
arbeiðsmarknaðinum, og at
størri dentur skal leggjast á
endurmenning og virknis
venjing, soleiðis at fólk fáa
bæði endurvant, og ment
nýggjar førleikar, sum eru
neyðugir fyri at koma aftur
á arbeiðsmarknaðin. Aðal
málið við Fountainhús-verk
ætlanini hóskar sum fótur í
hosu til hetta endamál.
Við at fáa skipaði tilboð
til sálarsjúk, sum eitt Foun
tainhús kann bjóða, kunnu
fólk fáa eitt virkið lív í menn
ing, og koma úr tí vónloysi,
sum sálarsjúka ofta hevur
við sær. Soleiðis kunnu fólk
aftur gerast ein virkin og
gevandi partur av samfelag
num.
Hóast nógv er broytt til
tað betra, so er tað framvegis
sera stigmatiserandi at vera,
ella hava verið sálarsjúkur.
Tað er lætt at isolera seg, og
detta niðurímillum, tí møgu
leikarnir fyri spakuliga at
byggja sínar førleikar upp
aftur, og megna ein vanligan
gerandisdag, eru so avmark
aðir.
Fakpersónar, við royndum
og innliti í sálarsjúku og við
gerðartørv, hava fyrireikað
verkætlanina um Fountain
húsið. Húsið skal vera opið
allar yrkadagar, vanliga ar
beiðstíð, og verða tað eini 50
fólk, sum kunnu verða knýtt
at húsinum og fáa gleði av
tilboðnum.
Talan kann vera um fólk,
sum hava angist, eru tung
lynt, hava persón-leikaórógv,
skizofreni ella aðra sjúku,
sum darvar tey. Í Fountain
húsinum skulu starvast fólk
við fakligari bakgrund, og
sum eru serkøn í at stuðla
fólki við serligum sálarligum
avbjóðingum.
Vit síggja fyri okkum, at
tá tað fyrsta Fountainhúsið
er farið at virka í høvuðs
staðnum,
skulu
ætlanir
leggjast fyri at skipa líknandi
virknishús aðrastaðni í land
inum.
Vinn-vinn støða
Fountainhúsið kemur at kosta
2,5-2,7 milliónir kr um árið at
reka. Undir Almannaráðnum
eru settar av 200 000 kr á
einari
stuðulskontu,
har
felagsskapir kunnu søkja um
pengar til endamálið. Hetta er
minni enn ein tíggjundapart
av tí tað kostar! Og er tí
hvørki nær ella í námind av
at kunna seta hetta neyðuga
tilboð til sálarsjúk í verk. Vit
halda, at eingin ivi kann vera
um, at hetta er ein uppgáva
fyri føroyska heilsuverkið - á
sama hátt, sum endurmenn
ing av fólki við somatiskum/
fysiskum sjúkum er tað.
Peningurin í Fountain
House Føroyar grunninum,
koma væl við, og kunnu
tryggja part av arbeiðinum.
Men ein føst veiting úr lands
kassanum má vera støðuga
fíggjarliga
grundarlagið
undir Fountainhús skipanini.
Samstarv kann eisini gerast
við kommunur, sum kunnu
lata hølir og annan stuðul til
verkætlanirnar.
Fountainhúsið verður ein
liður í at fyribyrgja, at fólk
aftur og aftur verða innløgd.
Í longdini kann verkætlanin
tí koma at spara landinum
pengar, heldur enn vera ein
útreiðsla. Hvør dagur við
innlegging kostar umleið
3400 kr, og hetta merkir, at
fyri at hava fýra sjúklingar
innlagdar í seks mánaðir
kostar tað 2,5 mio kr. Hetta
vísir, at íløgan í Fountain-hús
skjótt kunnu verða spardir
innaftur, gerast innlegging
arnar færri.
Her er einki at drála við.
Eldsálirnar hava gjørt alt
forarbeiðið. Nú mugu politik
ararnir gera sítt. Øll tey fólka
valdu fáa nú høvið at trýsta á
grøna knøttin.
kjak
Bjørt Samuelsen og
Sirið Stenberg
trivnaðarnevndarlimir, Tjóðveldi
Uppskot um neyðugt
Fountainhús í Føroyum
Gollum og Foun
tain House
Hergeir
Staksberg
Hetta eru Føroyar anno
2013. Okkara hægstu eru
smittaði við Gollum virus
inum, har tey eru blendaði
av glitrandi gulli og vilja
gera alt fyri at metta teirra
pengagreði.
Besta dømi um ómetti
ligu pengagreðina er at
finna á portalinum 10. okt.
2012. Tá vóru tvær greinar
lið um lið, sum siga alt um
okkara samfelag og ómetti
liga Gollum hugburðin.
Tann eina greinin var um
Rasmus Rasmussen, sum
hevur gjørt sjálvmorð vegna
sálarsjúku. Hin greinin var
um okkara løgmann, Kaj
Leo Johannessen, sum vildi
hava meir í løn.
Vit hava ongantíð havt
eitt týðiligari neyðarróp um
sálarsjúku enn 10. okt. 2012,
men hvar vóru tankarnir
hjá løgmanni henda dag?
Jú, hann hevur ein greið
an boðskap til Føroya fólk:
“Landsstýrisfólk og politik
arar fáa ov lítið í løn”, og
hann leggur afturat, at
tað sigur hann av heilum
hjarta. Ein boðskapur, sum
vil nakað.
Menniskju vs. pengar
Eftir hendingina, so hava
vit hoyrt eina Gollum be
fongda samgongu gingið
við til at byggja ein flottan
Marknagilsdepil fyri uml.
500.000.000
kr.
og
ein
Sandoyartunnil, sum kost
ar landinum 100-tals milli
ónir.
... og tað nýggjasta er, at
somu fólk nú tosa um at
stovna eina sendistovu í
Grønlandi, hóast nettoút
reiðslurnar fyri sendistovur
vóru omanfyri 25.000.000
kr. í 2009.
Listin
yvir
milliónir
og kræddarí til sín sjálvs
er endaleysur, men eitt
er greitt, at 2.5 mió til eitt
Fountain House er eitt
no go. Tað er alt for dýrt,
so Gollum trýstir bara á
“snooze” knappin og igno
rerar problemið.
Frá menniska
til pengar
Mann verður sostatt noydd
ur at umskapa menniskjað
til pengar fyri at røkka inn
til Gollum. Lat okkum taka
psykiatrisku
deild
sum
dømi. Har kostar ein sjúk
lingur 3.500 kr. um dagin.
Jú longri sjúk-lingarnir eru
innlagdir, jú dýrari verður
tað fyri samfelagið.
Verður ein sjúklingur
innlagdur í eitt hálvt ár, so
kostar tað landinum uml.
640.000 kr.. Talan er sostatt
ikki um smápengar, men
hesi gongdini kann eitt
Fountain House venda.
Høvuðsorsøkin til at
sjúklingar verða innlagdir
longri enn neyðugt er, at
sjúklingarnir eru ov veikir
til at fara beinleiðis út í
samfelagið. Hetta merkir,
at mann verður noyddur
at leingja sjúkraleguna, tí
onki alternativ er.
Tað er her, at eitt Foun
tain House kemur inn í
myndina og kann spara
samfelagnum
nógvar
pengar. Tað er prógvað
ferð eftir ferð, at fólk koma
skjótari fyri seg, og at
nógv færri verða innløgd
aftur, tá tey einaferð eru
blivin útskrivaði, um tey
hava verið í gjøgnum eitt
Fountain House.
Eitt Fountain House er
alternativið, sum tey sálar
sjúku sakna. Eitt Fountain
House er tað sama fyri
sálarsjúk, sum eitt hvíldar
heim er fyri tey, ið eru illa
fyri kroppsliga.
So hetta er eitt greitt win/
win - bæði fyri menniskjað
og fyri Gollum.
Vit hava ráð til skattalætta, skattafríar
koyripengar, lønarhækkan, Marknagilsdepil,
Sandoyartunnil, gylt handatøk... men eitt
Fountain House? TAÐ er at fara for langt!