mánadagur 25. februar 2013síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 25. februar 2013 · Nr. 23
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
nøvn
Tummas var 87 ára gamalur,
nú ið hann doyði 1 s. í føstu
um kirkjutíð.
Thomas Annæus Martin
Jacobsen var føddur 05.07.
1925 í Sandvík sum elsta
barn í seinni giftu hjá Jákup
á Hólum (Jacobsen), key
pmanni í Sandvík, og eisini
seinnu giftu hjá Marin Sofíu
Michelsen úr Geilargarði í
Skúgvi. Fyrru hjúnafelagar
nir vóru deyðir hjá báðum.
Tey vóru tilsamans 13 systkin,
harav 3 samsystkin, Tummas,
Kathrina og Richardt, sum
var 2. stýrimaður við “Hans
Hedtoft” og sjólætst á Kapp
anum í januar 1959. Eftir á
lívi av teimum 13 er nú bara
Kathrina, sum var gift við
Kjartani hjá Johan Stóra (Jo
hannessen) og býr í Sandvík.
Pápin, Jákup á Hólum, var
deknur og álitismaður aftan
á skaðagrindina í Sandvík.
Hann átti tveir motorbátar,
“Nabba” og seinni “Fraju”.
Tvíburabeiggjarnir
frá
fyrru giftu, Sigmundur og
Niels, sjólótust, teir slóu báðir
út á Suðurlandinum nøkur
ár ímilllum, Sigmundur av
“Morning Star” á vári 1931
og Niels av “Godthåb” sam
an við einum ungum manni
úr Froðba á vári 1938. Sig
mundur passaði motor, og
Niels var skiparalærdur og
bestimaður við. Við “Morning
Star” vóru teir 4 brøður (Sig
mundur, Niels, Jákup og
Jørgin), tá ið Sigmundur sló
út. Hann var góður svimjari,
og sóu teir hann svimja og
fáa tak í eitt fiskakar, sum
dróg hann til botns. Tá ið
Niels sló út av “Godthåb”, var
hálvbeiggin Jógvan á Fløtti
við, og systirin Kathrina
minnist, tá ið teir komu inn á
Sandvík hvítusunnumorgun
og settu Jógvan av saman við
skipsklæðunum hjá Nielsi.
Teir høvdu flaggið í fullari
stong, sum ikki dámdi páp
anum.
Hin fyrri maðurin hjá
mammuni,
Anthonius
á
Fløtti (Joensen) í Skúgvi,
sjólætst undir oynni á vári
1918. Eftir sat Marin Sofía
við tveimum synum, til ið
hon giftist uppaftur við
Jákupi á Hólum og flutti til
Sandvíkar at búgva. Nakað
seinni
rak
manskroppur
uttan armar, bein og høvd á
land í briminum í Sandvík.
Rasmus á Stykkinum kom
fram á hann í fjøruni og setti
stavin frá sær at hava sum
frámerki, til aðrir komu til
og fingu bjarga kroppinum,
ið var av stórum manni.
Tað segðist vera líkið av
Anthoniusi.
Sandvíkingar
søgdu sýslumanninum frá
og jarðaði kroppin í kirkju
garðinum. Seinni vildi sýslu
maðurin hava kroppin griv
nan upp aftur, men tá søgdu
sandvíkingar nei. Tað mátti
hann sjálvur koma norður og
gera. Men hann kom ikki.
Tummas var likamliga
væl fyri og tiltikin til styrki.
Hann var nakað á sjónum,
men arbeiddi mest í kolinum
í Hvalba, áðrenn ið hann
fór niður til Danmarkar at
læra. Áhugavert var at hoyra
Tummas siga frá arbeiðinum
í kolinum. Minnið hevði
hann gott.
Tummas var sum so nógvir
aðrir av prestunum í Føroyum
gamalt-málsligur studentur
á Rønde Kursus 1952, tók
guðfrøðiligt embætisprógv
á lærda háskúlanum í Keyp
mannahavn 1960, hjálpar
prestur frá august 1962 hjá
navnframa
bygdarmannin
Johan Chr. Nielsen, fyrrv.
fólkatingsmanni, í Norðoya
vestara
prestagjaldi
og
sóknarprestur har frá 1965
til 1973, tá ið hann flutti
til
Danmarkar
at
vera
sóknarprestur
í
Vedsted
(1973-76), á Endelave (1976-
1981) aftan á Busch og í Som
mersted(1981-1995).
Tummas var hjúnavígdur
í Finderup kirkju 28.12.1962
Karen Mariane Lervad Knud
sen, og eiga tey 3 synir, Jákup,
Anders og Richardt, sum allir
búgva í Danmørk, Jákup og
Richardt í Suðurjútlandi, og
Anders í Keypmannahavn.
Sum
fráfarin
prestur
keyptu Tummas og Karin
sær hús í Øster Lindet í Suð
urjútlandi, har ið vit eru
nógvir føroyingar, sum hava
vitjað tey og notið stóra blíð
skap teirra eins og í presta
gørðunum í Vested á Fjóni,
oynni Endelave og søguríka
Sommersted í Suðurjútlandi.
Tummas
var
søgufróður
maður og málkønur, hann
dugdi væl at taka til og sera
væl at orða seg á góðum før
oyskum Sandvíks- og Skúv
oyarmáli.
Í
prestagarðinum
á
Ziskatrøð í Klakksvík hevði
Tummas tey seinastu árini
móður sína, Marina Sofíu,
búgvandi hjá sær, og tiltikin
er talan, sum Tummas helt
yvir móður síni, tá ið hon var
deyð, so góð ið hon var.
Sum tey á Hólum og hálv
beiggjarnir í Skúgvi, Antinis
og Jógvan á Fløtti, var
Tummas mentaður maður,
visti nógv og dugdi væl at
siga frá, spakuliga kom tað
frá honum og ikki uttan bit,
tá ið tað skuldi vera. Rætt
vísur vildi hann vera, og
eyðkenni fyri Tummas var,
at hann vildi ongan særa og
var ikki bangin fyri at biðja
um orsaka seg. Hann visti
frá Honum, hann trúði á, at
fyrigevingin ber vón og lív í
sær, og gav hann upp síðsta
andadrátt sín, nú ið tað er
farið at vára, og summarið
nærkast, sum ímynd av tí
ævinleika, ið bíðar okkum
handan deyða og grøv.
Sum 18 ára gamalur gjørd
ist Tummas limur í donsku
sjómansmisjónini, og hagar
ynskti hann, at fólk sendu
eina gávu, um tey vildu
minnast hann jarðarferðar
dagin.
Danska
sjómans
misjónin hevur konto nr:
4400 – 4525210047.
np
Tummas Jacobsen, prestur,
farin, 87 ára gamalur
Í okkara stilla sinni ert tú
saknaður.
Tínar hendur avrikaðu
nógv.
Tú hevði ikki altíð so
nógv orð, tó vart tú fult til
staðar og nærverandi, tá
fólk var rundan um teg, og
tú náddi inn til menniskju.
Tú hevði nógv um hendi,
men títt góða hjarta sá tann
veika og einsamalla.
Hvør kvinna kundi ikki
ynskt sær ein mann sum
teg? Tú vart trúfastur og
góður við tína konu. Tú
rósti henni og dró vakur
leikan fram í henni hvønn
dag. Hon var títt lív og tín
perla í lívinum – ongin ivi
um tað!
Gjøgnum tykkara langa
hjúnaband vóru tit sam
angrógvin, og sjálvsagt er
saknurin serliga stórur hjá
tær Oddvør (vit fegnast um
at hava teg her enn góða
Oddvør. Tú ert eitt lívs
stykki, tað er vist!)
Hans, tú vart nakað
heilt serligt fyri okkara son.
Hann lá tær tætt at hjarta,
tað upplivdu vit. Onki
dámdi tær, um tú ikki slapp
at síggja hann hvønn dag.
Og lá hann í vogninum, tá
tú komst av Dal í døgverða
tíma, kundi tað meiri enn so
henda seg, at Hans Melaku
av onkrari ”løgnari” orsøk
knappliga vaknaði. Hóast
1 ár síðani tú fórt, verður
tú javnan tikin á tungu av
Hans Melaku. Hann tosar
um teg, Jesus og Himmalin.
Hann hevur nógvar spurn
ingar og ímyndar sær nógv
ymiskt, sum eitt 3-4 ára
gamalt mangan ger.
Vit gleðast um, at sonur
okkara fekk 2 ár saman við
tær – tey eru honum gull
verd.
Eg takki tykkum báðum,
Oddvør og Hans, fyri ta
góðu og kærleiksfullu væl
komst, eg fekk, tá eg og
Rógvi byrjaðu at finna sam
an fyri 13 árum síðani. Eg
merkti, at eg bleiv móttikin
við opnum ørmum, og er
tað torført at seta orð á,
hvussu stóran týdning tað
hevur havt fyri meg.
Hans, tú hevði uppbygt
tær nógvar og góðar dygdir
gjøgnum lívið. Tað andaliga
og tey kristnu virðini lógu
tær sera frammaliga. Var
familjan savnað saman til
døgurða ellað annað, ja, so
varð altíð trivið í Guds Orð
og bøn. Hvønn morgun
byrjaðu tú og Oddvør dagin
við bøn, har tit nevndu
hvønn familjulim við navni
og dekkaðu tey í bønini.
Nógvir kaffikoppar eru
tømdir saman við tykkum,
og tað, ið sermerkti teg
Hans, var, at tú vart so posi
tivur. Í øllum sást tú møgu
leikar heldur enn forðingar.
Tú tosaði bert væl um fólk.
Ikki dámdi tær, at illa varð
tosað um onnur, og megn
aði tú altíð at venda ringum
práti til gott.
Eg takki Gudi fyri, at
tú og Oddvør kundu vera
míni verforeldur. Takk fyri
alt, tú/tit hava verið fyri
okkum, tað hevur lívsstóran
týdning.
Máttu nógvar av tínum
góðu dygdum livað víðari í
okkum, ið eftir sita.
Sonja
desember 2012
Góði Hans