mánadagur 25. februar 2013síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 25. februar 2013 · Nr. 23
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tíðargrein
Í
Degi og Viku týskvøldið 20. febr
uar sóust tingmenn og løgtings
skrivstova á gosi um spurningin,
hvørt stjórnarskipanaruppskotið
hjá Framsókn og Tjóðveldi skuldi
vísast burtur fyri at vera í stríð
við stýrisskipanarlógina. Løgtings
skrivstovan hevði í uppriti, dagfest
16. oktober 2012 (sum skjal í løg
tingsmáli nr. 9/2012 viðv. stjórnar
skipanaruppskotinum), mælt til
burturvísing.
Grundgevingarnar
vóru serliga, at ásetingarnar í upp
skotinum í § 56 um samtykt og gildi
og í § 57 um broytingar skuldu vera
í stríði við § 57 í stýrisskipanar
lógini, sum krevur, at tvey løgt
ing samtykkja broyting av stýris
skipanarlógini. Greinar 56 og 57 í
uppskotinum krevja hinvegin ikki,
at eitt løgting staðfestir broyting
aftaná val, men at fólkið staðfestir
á fólkaatkvøðu millum 6 og 12 mán
aðir aftaná løgtingssamtykt.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at Løg
tingsskrivstovan hevur mælt til
avvísing av eldri uppskotum til
somu stjórnarskipan. Notat til
formansskapin liggur sum skjal 1
frá 23. mars 2010 í løgtingsmáli nr.
11/2010. Millum eina røð av atfinn
ingum um ósamsvar við grundlóg
og heimastýrislóg v.m. verður
sum mest týðandi sjónarmið ført
fram: “Uppskotið fer tó so vítt, at
§ 58 í uppskotinum um gildiskomu
ikki er í samsvari við § 57 í stýris
skipanarlógini, sum ásetir, at broyt
ingar í stýrisskipanini skulu sam
tykkjast av tveimum løgtingum.”
Sum kunnugt eydnaðist kortini
ikki Løgtingsskrivstovuni í 2010 at
halda tingmonnum frá at viðgera
uppskotið. Men í 2013 riggaði bet
ur. Nú týsdagin 20.02.13 sá út til, at
tingmenn fóru at fylgja síni skriv
stovu.
Spurningurin
um
at
viðtaka
(grunda) og broyta grundlógir ella
stjórnarskipanir er fakliga torførur
og hartil lítið fakliga greinaður.
Ikki teimum føroyingum at siga,
sum hava lisið løgfrøði, vanliga
í Keypmannahavn ella Aarhus,
so var onki pensum í fakinum
”forfatningsret” um hetta evnið.
Einaferð varð eitt fak kallað for
fatningsfilosofi bjóðað út í Keyp
mannahavn, men tað varð, minnist
meg rætt, tikið av skránni aftur
vegna vantandi undirtøku. Kanska
ikki so løgið, tí hetta at viðtaka og
broyta grundlógir er ikki eitt evni,
sum praktiskur tørvur er á í landi
sum Danmark, har 163 ár eru síðan,
at grundlógin fekk gildi, og knøpp
60 ár síðan seinastu broyting. Og
Danmark er ikki eindømi, tí neyvan
heldur í londum við fleiri royndum
á økinum hevur evnið stóran fak
ligan áhuga.
Móti hesi bakgrund kundi ein
væntað sær, at Løgtingsskrivstovan
var minni avgjørd í hesum torføra
spurningi. Men skrivstovan letur
ongan iva vera um, at stjórnarskip
anaruppskotið er ólógligt og í stríð
við § 57 í stýrisskipanarlógini.
Stjórnarskipanararbeiðið
hevur
helst mist moment í ein slíkan
mun, at rímiligt er at halda, at tað
eigur at bíða eftir, at gróðrarbotnur
aftur verður fyri viðgerð av grund
leggjandi politiskum og løgfrøði
ligum spurningum. Men hetta
stjórnarskipanararbeiðið
hevði
sum ætlan – í hvussu er í seinnu
fasuni, tá tað var rivið leyst frá full
veldisprosjektinum – fyri fyrstu
ferð at geva føroyingum eina fólka
ræðisligt grundaða grundlóg (ella
stjórnarskipan) og tað uttan mun
til, um landið fór at halda fram í
danska ríkinum ella skipa seg sum
sjálvstøðugan stat.
Hvat eyðkennir so eina grundlóg,
og hava vit ikki longu eina slíka?
Stór undirtøka er fyri, at í minsta
lagi trý element mugu vera í einum
grundleggjandi skjali, skal hetta
kunna metast sum grundlóg ella
stjórnarskipan (sí Ruth Gavison,
“What Belongs in a Constitution”,
Constitutional Political Economy, s.
89-105, 2002). Reglur mugu nevniliga
sum tað minsta vera um: 1) stýris
skipan, 2) borgarans rættindi og
3) ein lýsing av grundleggjandi
virðum, ið fólkið tekur undir við.
Í mun til stýrisskipanina sjálva við
serliga spælireglum um sambandið
millum landsins fremstu stovnar
(1. elementið hjá Gavison) hava
vit sjálva stýrisskipanarlógina. Er
so stýrisskipanarlógin – okkara
1. element grundlóg – dygt fólka
ræðisliga grundað? Tað er synd
at siga! Stýrisskipanarlógin varð
samtykt við fráviki frá tíðarfreistini
í tingskipanini fyri at fáa hana í
gildi í skundi eftir valið á sumri
1994. Ongin fólkaatkvøða var og
lítil og ongin fólkslig viðgerð. Mest
fólkaræðisligu fingramerkini, ið
politikaranir settu á uppskotið,
vóru at taka fólkaatkvøðuamboðið
úr uppskotinum.
Henda smala løgtingslógin um
stýrisskipan var, við nýuppdagaðum
hugtøkum um valdsbýti og ráð
harraskipan, mestsum bara borin
fram av eini trongd til at leggja
ábyrgdina av politiskari vanstýring
árini frammanundan á skipanina
heldur enn á politisku aktørarnar.
Í mun til okkara rættindi so eru
ongi at finna í stýrisskipanarlógini.
Danska
grundlógin
(Danmarks
Riges Grundlov) hevur hinvegin
ein rættindakapittul og er tískil
okkara grundlóg í mun til element
2 omanfyri. Men mannarættindini
í ríkisgrundlógini eru fátøk og
ófullfuggjað í mun til ta verju, sum
einstaklingurin fær í mongum
modernaðum
grundlógum
og
mannarættindaskjølum. Tey taka
hartil ikki atlit til serføroysk viður
skifti.
Hartil hevur danska grundlógin sera
lítlan fólkaræðisligan legitimitet
í Føroyum. Tá grundlógin seinast
varð broytt í 1953, møttu bara 7.6
% av føroysku veljarunum upp á
fólkaatkvøðuni. Neyvan er orsøk
til at grundgeva nærri fyri, at ein
slík uppmøting als ikki telur við
sum ein fólkaræðislig samtykt. Frá
veran má tulkast sum signal um, at
fólkaatkvøðan um grundlógina í
1953 var óviðkomandi fyri føroyska
veljaran. Meira enn ein grundlóg
fyri føroyingar er ríkisgrundlógin
eitt symbol uppá ríkisfelagsskapin.
Tískil stendur ikki væl til hjá før
oyingum – fólkaræðisliga ella inni
haldsliga – í mun til at hava eina
grundlóg eftir hesum 2. elementi
um rættindi.
Í mun til 3. elementið hevur
stýrisskipanarlógin
als
onki.
Ríkisgrundlógin er eisini frá eini
tíð, tá fólksins sjálvsfatan og
grundleggjandi virði vanliga ikki
endurpeglaðust
í
grundlógum.
Øðrvísi var bæði áðrenn donsku
grundlógina og nú seinni aftur, har
formæli og innleiðandi ásetingar
hava ein politiskan boðskap og
siga nakað um, hvønn identitet og
grundleggjandi virði eitt samfelag
hevur. Tískil hevur ríkisgrundlógin
heldur onki um 3. elementið, sum
Gavison nevnir sum grundleggjandi
fyri modernaðar grundlógir.
Samanumtikið hava føroyingar tí
í mun til element 1) um stýrisskip
an eina fólkaræðisliga ivasama
grundlóg, í mun til element 2) um
borgarans rættindi eina ófull
fíggjaða og fólkaræðisliga ivasama
og als onga grundlóg um element
3) at lýsa fólksins grundleggjandi
virði og sjálvsfatan.
Stjórnarskipanaruppskotið hevur
hinvegin øll elementini 1) – 3), og
ætlanin var, at hon skuldi vera
væl fólkaræðisliga kjølfest við
endaligari samtykt á fólkaatkvøðu.
Ivi kann tí ikki vera um, at hetta er
ein nýggj skipan í mun til stýris
skipanarlógina.
Løgtingsskrivstovan
heldur,
at
kemur onnur skipan í staðin fyri
stýrisskipanarlógina uttan at fylga
somu mannagongd fyri broyt
ing sum stýrisskipanarlógin sjálv,
so er hetta í stríð við § 57 í stýris
skipanarlógini. Men er hetta tað,
sum greinin sjálv sigur? Grein 57,
stk. 1, sigur (mín framhevjing):
”Um so er, at løgtingið samtykkir
uppskot til broytingar av HESI
LØGTINGSLÓG, kann samtykta
løgtingslógaruppskotið ikki bein
anvegin verða staðfest av løg
manni. Hitt soleiðis samtykta
løgtingslógaruppskotið skal eftir
næsta val verða samtykt óbroytt
í fyrstu setu nývalda tingsins, og
kann síðan verða staðfest á van
ligan hátt av løgmanni.”
Har stendur onki í § 57 tann
vegin, at HENDA LØGTINGSLÓG
ELLA SEINNI SKIPAN AT KOMA
Í STAÐIN FYRI HESA skal sam
tykkjast á tveimum løgtingum.
Verandi § 57, stk. 1, sigur einans, at
skipanin at viðtaka við tveimum
løgtingum og vali í millum er
galdandi fyri ”uppskot til broytingar
av HESI LØGTINGSLÓG”. Tað er
tískil talan um eina broytingarreglu
til at broyta innanveggja – broyta
ásetingar
innan
karmarnar
á
verandi stýrisskipanarlóg – ikki
ein áseting um at vera bundin av
somu mannagongd fyri at byrja av
nýggjum og seta nýggja skipan í
hennara stað.
Sum nevnt er hesin spurningurin
ikki nógv greinaður fakliga. Eitt
undantak er tó Eivind Smith,
professari í statsrætti við Oslo
Universitet. Hann viðger í kap.
III, serliga s. 90-92 og s. 94-96, í 1.
útg. av bók síni Konstitusjonelt
Demokrati, 2009, spurningin um
grundlógargevandi myndugleikan
og reglur um grundlógarbroyting.
Eivind Smith vísir á, at tosið um
broyting og broytingarreglur í
grundlógum fyrst og fremst knýtir
seg at spurninginum um at broyta
innan verandi karmar (””endring”
inviterer først og fremst til å tenke
på modifikasjoner innenfor en på
forhånd etablert ramme”). Síðan
ger hann hesa viðmerking:
”I Verdens to eldste bestående
grunnlover tager endringsreglene
sikte på ”amendments to” (USA's
konstitution art. V) eller forand
ringer i ”nogen del” av (Norges
grunnlov § 112) den bestående
teksten.”
Sostatt eru norsku og ameri
kansku
grundlógirnar
heilt
í
samsvari við okkara § 57, stk. 1, í
stýrisskipanarlógni, sum á sama
hátt regulerar ”broytingar av hesi
løgtingslóg”, ikki spurningin um
at viðtaka ella grunda eina nýggja
stýrisskipanarlóg
ella
stjórnar
skipan. Víðari sigur Smith:
”Dette kan leses som et forbud
mot å vedta en helt ny grunnlov
gjennom bruk av den foreskrevne
endringsform. Historisk sett ligg
er det nært å tenke seg, at be
stemmelsene bygger på den for
Løgtingsskrivstovan
móti fólkinum
Bárður Larsen
løgfrøðingur