mánadagur 25. februar 2013síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mánadagur 25. februar 2013 · Nr. 23
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
utsetning at en helt ny grunnlov
bare kan komme i stand gjennom
en konstituerende forsamling til
svarende den som udarbejdede den
eksisterende.”
Hetta má skiljast so, at Smith
er ivandi í mun til eina manna
gongd, har heilt nýggj skipan
verður samtykt bara á parla
mentariskum støði (sum eftir §
112 í norsku grundlógini ella § 57
í stýrisskipanarlógini) uttan at
ákalla tann mest grundleggjandi
myndugleikan – her fólkið umboðað
á grundlógargevandi fundi.
Síðan argumenterar Smith fyri,
hví tað eru góðar grundir til at
seta ein grundlógargevandi fund
(eisini kallað eitt konvent, sum er
ein bólkur av beinleiðis umboðum
fyri fólkið, helst meira umboðandi
enn parlamentið) um Noreg nú
skuldi viljað havt eina heilt nýggja
grundlóg heldur enn bara broyting.
Eisini sigur hann, at tað virkar
upplagt, at ”Stortinget – og helst
velgerne gjennom folkeavstemning
– må inn i en senere fase...”
At enda grundgevur Eivind Smith
fyri, at tað ber til at viðtaka eina
nýggja grundlóg eftir manna
gongdini fyri broyting, um hetta er
viljin. V.ø.o. hóast broytingarreglan
ikki er mest uppløgd til eina heilt
nýggja grundlóg, so ber hetta til,
um man við skipanini vil signalera
kontinuitet heldur enn nýbyrjan.
Hann vísir m.a. á, at tað eru dømi
úr Norðanlondum (Danmark, Svø
ríki og Finnland) um, at helt nýggj
skipan eisini er samtykt við at nýta
broytingarrregluna í gomlu grund
lógini.
Flutt til okkara viðurskifti er niður
støðan hjá Eivind Smith sostatt
øvugt av henni hjá Løgtingsskriv
stovuni. Løgtingsskrivstovan sig
ur § 57 í stýrisskipanarlógini vera
einastu lógligu leiðina at ganga,
eisini tá vit viðtaka nýggja skipan;
Smith sigur hinvegin § 57 vera
møguliga – kunna nýtast – í mun
til eina nýggja skipan, men at hetta
í slíkum føri bara er ein møguleiki,
sum kann veljast, men at tað er
meira upplagt at kenna seg leysan
av § 57, tí § 57 er bara um broyting,
ikki um samtykt av nýggjari skip
an.
Eisini bókin ”The Endurance of
National Constitutions” frá 2009
(sum er úrslit av umfatandi kom
parativari gransking hjá Tom Gins
burg v.fl.) ger s. 55-59 sama skilnað
sum Smith millum broyting innan
verandi karmar (sum virðir broyt
ingarreglu í broyttu skipanini) og
hetta at spreingja karmarnar og
viðtaka nýggja grundlóg/stjórnar
skipan (leyst av gomlu broytingar
regluni).
Tað er ikki so løgið, at m.a. Eivind
Smith vísir slíka skepsis móti at
nýta eina reina parlamentariska
broytingarmannagongd (sum í §
112 í Noregi ella § 57 í Føroyum) til
at viðtaka heilt nýggja skipan. Tí
eitt parlament er ein minni grund
leggjandi myndugleiki enn fólkið
sjálvt. Fólkið er tann stovnandi
(konstituerandi)
myndugleikin,
sum ikki sjálvur er stovnaður, men
parlamentið er tann stovnaði (kon
stitueraði) myndugleikin, sum bara
hevur avleiddar heimildir.
Tað er, sum Smith eisini lýsir tað
(s. 91), heimspekiliga avbjóðandi at
greina, hvussu ein stjórnarskipan
yvirhøvur kann standa á trygg
ari grund. Innlýsandi er, at broyt
ingarreglan ikki kann gera tað,
tí broytingarreglan er partur av
skipanini sjálvari, er innsett (kon
stituerað) við skipanini, og kann
tí ikki sjálv grunda skipanina.
Okkurt, sum liggur áðrenn skip-
anina og broytingarregluna má
gera tað arbeiðið. Onki betri boð
er uppá tann pallin, sum mest
grundleggjandi grundar og heim
ilar eini stjórnarskipan, enn sjálvt
demokratiið – sjálvt fólkið á fólka
atkvøðu. Sum Smith sigur (s. 91):
”Det ideologiske grunnlaget som
dominerer vår tid, er henvisningen
til folkesuverenitet. Folket bestem
mer selv hvordan fellesskabet skal
styres, eller med andre ord: Det gir
seg selv en konstitution.”
Politisku og fólkaræðisligu virð
ini í okkara tíð eru tískil ímóti
Løgtingsskrivstovuni. Tann fólka
atkvøðan, sum er besti ella einasti
løgfrøðiligi grundvøllur at grunda
nýggja stjórnarskipan á, pínir
Løgtingsskrivstovuna;
tí
fólka
atkvøðan hevur ikki heimild í trin
lægri løgtingslóg.
Eisini James Madison, faðirin at
amerikonsku samveldisgrundlógini,
sigur í The Federalist Papers nr. 40
frá 1788 (sum svar uppá líknandi
kritikk, sum Løgtingsskrivstovan
nú setir fram, at nýggja skipanin
má fylgja broytingarregluni í tí
gomlu) at fólkið við síni góðkenning
vil lekja allan løgfrøðiligan iva um
heimildina. Hetta tí at fólkið er
hægsta kelda til allar løgfrøðiligar
reglur í einum samfelag.
Givin tann fortreyt, at vit tosa um
eina nýggja skipan og ikki bara
broyting av verandi, so er Løg
tingsskrivstovan
púrasta
uttan
løgfrøðiliga heimild til at mæla
til burturvísing av uppskotin
um hjá Framsókn og Tjóðveldi.
Tá tað er væl og virðiliga grund
givið fyri omanfyri, at stjórnar
skipanaruppskotið við elementi
1., 2. og 3. er ein nýggj og onnur
skipan í mun til simplu 1. element
grundlógina stýrisskipanarlógina,
so mugu vit leggja til grund sum
próvfast, at Løgtingsskrivstovan
handlar í heimildarloysi.
Sjálvt um talan einans var um at
broyta verandi stýrisskipanarlóg,
átti Løgtingsskrivstovan ikki at
verið so sannførd um støðu sína.
Framstandandi teoretikarar, sum
amerikanski Akhil R. Amar (“The
Consent of the Governed: Amending
the Constitution Outside Art. V”,
Columbia Law Review, s. 457, 1994),
meina ikki, at broytingarreglan í
grundlógini kann standa einsa
møll sjálvt í spurningum um at
broyta verandi grundlóg. Hetta
tí, at broytingarreglan kann ikki
standa yvir fólkinum beinleiðis
á
fólkaatkvøðu.
Ein
ørgrynna
av amerikansku samveldislima
statunum hava í eldri tíð broytt
sínar grundlógir uttan mun til
broytingarregluna í teimum gald
andi skipanunum; hetta er eisini
hent í førum sum við okkara
stýrisskipanarlóg, har bara tingið
kundi broyta eftir broytingar
regluni, men har fólkavaldur tjóð
fundur (konvent) er kallaður saman
at gera útkast at leggja beinleiðis
fyri fólkið (Sí Roger Sherman Hoar,
Constitutional Conventions, 1917, s.
38 og fram).
Einasta veruliga grundgevingin
fyri at kenna seg bundnan at eini
broytingarreglu sum henni í § 57
í stýrisskipanarlógini er til tað
endamál at forða fyri, at støðan
hjá
stýrisskipanarlógini
sum
hægri lóg verður undirgrivin. Men
í ítøkiliga førinum kann sigast, at
var stjórnarskipananaruppskotið
einans nýggj stýrisskipanarlóg,
so er ein fólkaatkvøða millum 6
og 12 mðr. eftir tingsamtyktina
sum viðtøkuregla í § 56 og seinni
broytingarregla í 57 í uppskotinum
munandi betri háttur enn seinna
tingsamtyktin í § 57 í verandi stýris
skipanarlóg til at skapar trekleika
og demokratiskan legitimitet; v.ø.o.
ein enn betri háttur til at geva
henni støðu sum hægri lóg.
Samanumtikið eru avgerandi argu
mentini fyri at vera bundin av § 57
í stýrisskipanarlógini sera ivasom í
mun til eina skipan í framhaldi av
verandi stýrisskipanarlóg, og tey
eru als ikki at fáa eyga á, um vit
leggja okkara veruleika til grund,
at stjórnarskiparuppskotið er ein
nýggj og onnur skipan og ikki eitt
framhald av stýrisskipanarlógini.
Stjórnarskipanararbeiðið
hevur
mist moment, og Tjóðveldi og Fram
sókn áttu tí ikki at trivialiserað
hetta týdningarmikla prosjekt við
at júka upp í saman í oyrað eini
samgongu, sum kortini ikki tekur
undir við tí ella hevur slíkar rað
festingar.
Tað fyri framtíðina mest syrgi
liga er, at tað eydnaðist Løgtings
skrivstovuni at gera tað løgfrøðiliga
og politiskt púra absurda bluffið
at fáa tingmenn at taka undir við
– og eftir øllum at døma at trýsta
uppskotsstillararnar
úr
Tjóð
veldi og Framsókn at góðtaka – at
broytingarreglan í § 57 í løgtings
lógini um stýrisskipan er ein ævig
forðing fyri, at løgtingslógin sjálv
verður til eina fólksins lóg, ella at
ein onnur og seinni fólksins lóg
um stjórnarskipan nakrantíð kann
koma í lag.
Tíðargrein