mánadagur 25. februar 2013síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 25. februar 2013 · Nr. 23
26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Stórar kirkjur, flottar kirkjur,
dýrar kirkjur, flottir og dýrir
málningar,
prýðislutir
úr
gulli, prestagarðar og ein góð
starvsløn, sum økist tættari
tú kemur harranum.
Líka sum hjá rapparum,
so er tað bling bling, ið eyð
kennir kirkjuna. Har rapparar
hava eina stóra villa, hava
vit
ókeypis
prestagarðar
og stórar kirkjur. Har rapp
arar hava gull tenn, har
hevur kirkjan gull prýðis
lutir. Einasti munurin er í
grundini, at ríkidømi fakt
iskt er endamálið hjá nógv
um rapparnum, meðan ríki
dømi og materiel virðir er
nakað, sum Jesus tók greiða
frástøðu frá.
Jesus segði sjálvur: “Vilt
tú vera fullkomin, tá far
og sel alla ogn tína og gev
teimum fátæku, og tú skalt
eiga dýran grip í himli; og
kom so og fylg mær!.”
... aha! Jamen hví byggir
kirkjan so á ríkidømi og
materiel virðir, tá boðskap
urin hjá Jesus er tað mót
satta? Kanska bispur ella
onkur prestur kann svara tí
spurninginum, men meðan
vit bíða eftir svari – og fyri
at gera tað eitt sindur meir
spennandi - so skal gleðiliga
geva 100 kr til tann fyrsta
persónin, sum kann vísa
mær á ein prest í Føroyum,
sum fylgir boðunum hjá
Jesus, sum standa nevnd
omanfyri.
• Húklarí: at látast at hava
eina sannføring, eina trúgv
ella at umboða virðir, sum
mann ikki hevur.
Hergeir
Staksberg
Avdúka ein prest og vinn 100 krónur!
Ført hevur verið fram ym
iska staðni, at Ung fyri
Miðflokkin hevur stuðlað
teimum einstaklingum, ið
ynskja at gera hash lógligt í
Føroyum. Vit skilja væl tey,
ið øtast yvir hetta og hevur
nevndin tí valt at koma við
hesi fráboðan, ið staðfestir
støðutakanina hjá UfM til
málið.
Ein einmælt UfM nevnd
vil hervið gera greitt, at
ungmannafelagið uppá tað
sterkasta tekur frástøðu frá
ætlanum um at loyva hash
ella at dyrka hamp í Før
oyum. Lat tað eisini vera
greitt, at ongin, ið ber tílík
sjónarmið fram, umboðar
UfM á nakran sum helst
hátt. Hetta eru sjónarmið, ið
vit als ikki kenna okkum aft
ur í ella ynskja at vera sett
í samband við. UfM ynskir
ikki at gera eitt rúsevni lóg
ligt, ið er høvuðsatsókn til
so
nógvar
vanlukkiligar
mannalagnir. Tvørturímóti
vóna vit, at løgtingið tekur
høgu rúsevnis- og rúsdrekka
misnýstluna millum føroysk
um ungdóm í álvara og tekur
stig til at minka um hesa.
Millum annað kundi verið
byrja við at bannað inn
flutningi av hampfræi og við
at veitt hægri játtan til fyri
byrging og ráðgeving.
UfM tekur frástøðu frá at loyva hash í Føroyum
Nevndin í UfM
Sjúkrahússparingar og diabetesviðgerð
Dimmalætting skrivar tý
sdagin t. 12. febr. um við
gerðartilboðini til diabetes-2
sjúklingar. Málið er vorðið
aktuelt, eftir at sparikrøv
hjá
landsstýrismanninum
Karsten Hansen hava ført
til, at diabetesambulatoriið á
Landssjúkrahúsini bakkar 8
ár aftur í tíðina, tá viðgerðar
tilboðini einans fevndi um
diabetes-1 sjúklingar.
Uppraðfestingin av við
gerðartilboðum til diabetes-2
sjúklingar í Føroyum varð
framd í 2005 eftir politiska
avgerð hjá undirritaða sum
táverandi landsstýrismaður í
almanna- og heilsumálum. Tá
vóru eisini fyrstu upphædd
irnar játtaðar til at víðka
viðgerðartilboðini á diabetes
ambulatoriunum á Lands
sjúkrahúsinum, og at skipað
nýggj diabetesambulatorium
á Klaksvíkar og Suðuroyar
Sjúkrahúsum.
Í samrøðuni sigur Heri
Ellingsgaard, sjúkrahússtjóri
í Klaksvík, at ”vit fóru ígongd
við tað upprunaliga, uttan at
hava nakrað serliga játtan”.
Her
minnist
Heri
skeivt.
Smb. fíggjarlógini 2005 (s. 318,
322 og 324) varð virksemið
sett at byrja 1. mai 2005. Árs
játtanin var 1 mió. kr. til
Landssjúkrahúsið, um 300 t. til
Klaksvíkar Sjúkrahús og um
260 t. til Suðuroyar Sjúkrahús.
Sjúkrahúsini – og ikki
minst lokal áhugafeløg - tóku
sera væl undir við politisku
ætlanini um hesi átøk og øll
hini, sum farið varð undir
við
Fólkaheilsuætlanini
frá 2006. Serliga var tað ein
fragd at uppliva, hvussu bæði
sjúkrahús
og
felagsskapir
í Klaksvík tóku undir við
fólkaheilsupolitikkinum við
nógvum og fjølbroyttum til
tøkum, so vit tá fóru at tosa
um ”Klaksvík sum heilsu
býur”.
Um stutta tíð skal lands
stýrið leggja fíggjarkarmar
fyri árini 2014-2018 fyri løg
tingið. Tað verður ein ólukka,
um heilsuverkið verður hótt
við somu spariætlanum á
yvir 50 mió. kr, sum høgra
samgongan samtykti í fjør
fyri árini 2013-17. Tá man
hoyrir landsstýrismannin í
fíggjarmálum úttala seg um
karmarnar, er grund til at
óttast.
Men halda Sambandið og
Miðflokkurin framvegis, at
hetta er í lagi?
Hans Pauli
Strøm
fyrrv. lands
stýrismaður í
heilsumálum
kjak
Unga Tjóðveldi (UT) átekur
sær aftur leiklutin sum rein
ur og skærur sannleiki og
eksponent fyri høgan polit
iskan moral.
Tey sóknast eftir saklig
heit. Helst munnu tey hava
gloymt sína ósakligu fram
ferð og persónligu álop, tá tey
buldraðu uppá karamellu
blikk undir Tinghúsinum og
hunddálkaðu okkara fólka
valdu.
Ikki minst tykkara verbalu
runubløk undir greinini hjá
HUXA fríggjadagin. Lesið
viðmerkingarnar frá tykkara
gøtubullum
og
skammið
tykkum.
Tjóðveldi er sum altíð: Eitt
sminkað lík. Og Unga Tjóð
veldi? Dúgva kemur ikki úr
ravnseggi.
Hví so moralskt fortørn
aðir?
HUXA staðfestur bert
nøkur almenn hagtøl:
1) Hallið á fíggjarlógini: Úr
700 mió kr niður í 250 mió.
(70% lækkað síðan 2009).
2) 400 fleiri arbeiðspláss.
3) Makrelurin virkaður
í Føroyum og útgoldin sum
lønir í Føroyum.
4) Landskassin rikin fyri
somu krónur í ár sum í fjør.
Eingin mist nakað.
5) Heilsutrygdin uppkravd
progressivt. (Annars einki
nýtt brúkaragjald).
6) Allar deildir í Heilsu
verkinum opið alt fjør (fyrstu
ferð).
7)
Flatskatturin
gevur
øllum skattalætta sum lutfall
av tí skatti, hvør rindar. (Økt
vælferð)
8) Bjartskygni valdar aftur
(smbr. Gallup).
9) Sølan av bilum (200-
300.000 kr) er hækkað nakað.
10) Lítil inflatión. Tí 3-4
ára langir sáttmálar á ar
beiðsmarknaðinum.
11) Almannastovan rindar
nakað tað sama í forsorg.
(Tað prógvar vælferð).
12) Suðuroyggin og Før
oyar blóma. (Tjóðveldi ynskir
ístaðin, at plastjollur skulu
keypa makrelin á ‘uppboði’
til kinesisk risaskip, so lands
kassin fær nakrar krónur,
og makrelurin verður send
ur av landinum. So vertin á
føroysk fiskiskip, fiskimenn
og búskapin).
13) Føroyska BTÚ´ið vaks
2,5% í fjør og aftur 3,6% í
ár (sambært Búskaparráð
num).
Hvørji onnur fakta vil UT
hava staðfest? Hvussu kann
tað vera uppáhald uttan hald
í veruleikanum?
Meir skuldi ikki verið
neyðugt!
Tjóðveldi hevur sitið uttan
politiska ávirkan síðan 2003
(í 10 ár) – undantikið CHE-
samgonguna (í 8 mánaðir!).
Eisini tá (í 2008, sum í 2003)
stakk Tjóðveldi í sekkin, tá
bróstabank, brask og bregg
endaðu við 700 mió kr í
landskassahalli.
Samgongan hevur víst
ábyrgd, og rudda upp eftir
CHE-samgonguni.
Fólkaflokkurin og HUXA
ynskja fríar borgarar í fríum
landi.
Tjóðveldi og UT ynskja
skattfjøtraðar
borgarar
í
sosialistiskum trælastati.
Løgið, at TJ og UT halda,
at
hækkandi
almennar
útreiðslur loysa trupulleikan,
tá tað er rótin til trupulleikan,
av ov nógvari sosialismu. Tað
almenna er ikki loysnin til
trupulleikan, men rótin.
Tey vinstrahallu tráa bert
eftir at pína fólk eftir meiri
skatti – reinur gramleiki.
Skattligir húskallar í egnum húsi
HUXA – Fólkafloksungdómur