Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-26, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. februar 2013síða 8

‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 27. februar 2013 · Nr. 24 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 heilsa Lagt til rættis: Árni Joensen 280 sjúkrarøktarfrøðingar á Landspitalinum í Reykjavík høvdu sagt upp til tann 1. mars, fingu teir ikki meiri løn, men í næstsíðstu viku fekst semja um nýggjan sáttmála, og nú hava meiri enn 90 prosent av teimum tikið uppsøgnina aftur. Erna Einarsdóttir, starvsfólkaleiðari á Landspitalinum, sigur við Sosialin, at tær uppsagnirnar, sum eru eftir, fáa onga ávirkan á virksemið hjá sjúkrahúsinum. Higartil í ár hevur tað føroyska heilsuverkið havt 12 sjúkraflutningar til Landspitalið í Reykjavík. 10 teirra vóru frá Landssjúkrahúsinum. – Helmingurin av teimum, sum higartil eru vorðin sjúk av tí nýggja sars-virusinum, eru deyð av tí, sigur Rune Hart­mann, granskari á lærda háskúlanum í Aarhus. Hann hevur verið uppi í einum granskaratoymi, sum hevur kannað tað nýggja virusið. Tað nýggja virusið er eitt sonevnt coronavirus, sum líkist einum krím­vir­ usi. Afturat teimum sjúku­ eyð­kennum, ið standast av slíkum, kann tað nýggja virus­ið eisini elva til, at nýr­ uni svíkja umframt ringan lungnabruna. Higartil eru fimm fólk deyð eftir av hava fingið smitt­una, og felags fyri tey var, at tey vóru úr Miðeystri ella høvdu verið har og ferð­ ast. Smittar illa Rune Hartmann sigur við danska kringvarpið, at kann­ ingar á rann­sóknar­stovum benda á, at tað nýggja virusið smittar líka illa sum vanligt krím, og at tað tíverri ikki er nakað, sum bendir á, at okk­ ara verjuskipan kann verja okkum ímóti smittuni. Tað jaliga við tíðindunum er, at granskaratoymið hev­ur megnað at gera eina roynd, sum kann staðfesta, um eitt fólk hevur fingið tað nýggja virusið. Tað ger, at við­gerðin kann setast í verk beinan­ veg­in. Ávara um lívs­hættisligt virus Granskarar ávara nú um, at heimurin kann fáa eina álvarsama umfarssjúku við einum virusi, ið líkist sars-virusinum. Teir duga tó ikki at siga, nær tað verður Næsta ár fáa danir, sum eru millum 50 og 74 ára gamlir, eitt heldur sjáld­samt tilboð. Tilboðið kemur frá myndugleikunum, og saman við tí fáa fólk eina serliga útgerð, sum tey skulu brúka til at taka eina roynd av teirra egna skarni, sum tey so skulu senda inn. Síðani fara granskarar at kanna, um blóð er í lorti­ num ella ikki, og finna teir blóð, fær viðkomandi boð um at koma til kanningar. Tilsamans fáa 1,6 milli­ón fólk tilboðið um at taka lut í kanningini, og málið er at staðfesta krabbamein í tjúkktarmi ella endatarmi í so mikið góðari tíð, at tað kann bjarga lívi. Teir donsku heilsu­ myndugleikarnir vænta, at teir kunnu bjarga 150 mannalívum um árið. Men sum næstan altíð, tá tað snýr seg um kanningar á heilsuøkinum, eru tað nøkur, sum ivast. Ein teirra er John Brodersen, sum er lektari á fólkaheilsudeildini á lærda háskúl­anum í Keyp­mannahavn. Hann segði við JyllandsPostin nú um dag­arnar, at sæð við fak­ligum eygum er grundar­ lagið undir teirri ætlaðu kanningini ógvuliga tunt. Men heilsumyndug­ leikarnir vænta, at tann størri helmingurin av teimum, sum fáa kann­ ingartilboðið, fara at siga ja. Savna lort til týðandi kanningar Tað ljóðar ikki serliga hugaligt ella tespiligt, men kanska kann tað avdúka nakrar vandamiklar krabbasjúkur Heilsumálaráðið søkir nú eftir varastjóra til Lands­ sjúkrahúsið. Hetta er sama starv, sum stundum verður kallað læknastjóri, og tí skulu umsøkjararnir hava læknafakliga bak­ grund. Tummas í Garði hev­ur verið varastjóri/lækna­ stjóri síðani 2005. Starvið er áramálssett í fimm ár og kann leingjast við trim­um árum, og Tummas hevur nú røkt starvið tey átta árini. Enn veit hann ikki, um hann fer at søkja aftur, ella um hann fer aftur í yvirlæknastarvið, sum hann hevur farloyvi frá. Ein annar møguleiki er at fara onkra aðrastaðni at arbeiða, sigur hann. Umsóknarfreistin til vara­stjórastarvið er 11. mars, og ætlanin er, at tann, sum fær starvið, skal byrja tann 1. juni. Heilsumálaráðið hevur eisini søkt eftir einum deild­arstjóra. Freistin at søkja var í gjár, og tá høvdu 10 søkt starvið. Søkja eftir læknastjóra